Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum

Virksemi.

Kirkjuligt Missiónsblað

"Kirkjuligt Missiónsblað" kemur út 8 ferðir um árið, 16 síður hvørjaferð. Blaðið inniheldur uppbyggjandi og lærandi greinar, umframt tíðindi frá missión úti í heimi. Møguleiki er at síggja útvaldar greinar úr blaðnum í greinasavninum. Eitt árshald kostar 2000,- og kann teknast við at senda ein teldupost til kmf@kmf.fo.

Árskalendarin

Hvørt ár geva vit út ein árskalendara við einum skriftstaði til hvønn dagin umframt vanligar kalendaraupplýsingar. Kalendarin verður seldur hús úr húsi í oktober-november.

Egil Joensen í Klaksvík leggur kalendaran til rættis.

Summarstevnan

Hvørt ár í juni-juli skipa vit fyri eini summarstevnu frá hóskvøldi til sunnukvøld. Á summarstevnuni eru møtir, bíbliutímar, ungdómsmøtir, missiónsmøtir og familjumøtir. Vanliga er ein útlendskur gestatalari við. Summarstevnan er annaðhvørt ár í Havn og annaðhvørt ár í Klaksvík.

Ársmøtini

Eitt vikuskifti seint í september eru árligu ársmøti felagsins í Havn. Á skránni eru møti av ymsum slagi, vanliga við luttøku av útlendskum gestatalara.

Luthers Bókhandil

Bókhandil við uppbyggjandi bókum húsast á Landavegnum 20 í Tórshavn, í kjallaranum í missiónshúsinum. Á hillunum eru bæði føroyskar og útlendskar bøkur. Av egnum útgávum fáast hesar enn til keyps.

Bókhandilin er vanliga opin mánadag-fríggjadag kl. 14-17. Tlf. 314562.