Frelsarin er føddur!.
Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! Lukas 2, 11
Astronaturin, James Irwin, 1930 – 1991, var áttandi maðurin á mánanum. Hann segði einaferð: “Tað hevur meiri at siga, at Jesus Kristus hevur sett sínar føtur á jørðina, enn at menniskju hava sett sínar á mánan.
Tað eru hend stór framstig seinastu hundrað árini. Hugsa bara um samferðslu og læknafrøði. Har tað fyrr tók dagar og vikur at ferðast ímillum, tekur nú nakrar tímar. Tann heilivágur, sum vit í dag taka sum eina sjálvfylgju, áttu okkara forfedrar ikki, og doyðu. Vit eiga at fegnast um framstigini.
Vit skulu ikki blanda saman, men øll okkara framstig blikna móti tí størsta undrinum nakrantíð, at Guð gjørdist menniskja. ..... hann (Jesus) , sum, tá ið hann var í Guðs mynd, ikki helt tað fyri rán at vera Guði líkur, men avklæddi seg hana, í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur. Filipbr. 2, 6 – 7. Hansara fótaspor, frá krubbu til kross, kunnu menniskju ikki vinna á, hvørki við at fara upp á Mars ella aðra staðni.
Tey hava fingið týdning fyri millónir av menniskjum. Tí hann gjørdist fátækur, fyri at vit skuldu gerast rík. Eitt ríkidømi, sum varir ævigt. Hann gav sítt lív, fyri at vit ikki skulu glatast, men í trúnni á hann hava ævigt lív.
Hann varð til á serligan hátt. Mamma hansara Maria, gjørdist við barn við Heilagum Anda. Hvørki áðrenn ella aftaná, er barn vorðið til á tann hátt.
Maria var trúlovað Jósefi, og hann varð roknaður hansara juridiski pápi. Men hann kom henni ikki nær, fyrr enn hon hevði átt Jesus, so hon var jomfrú, tá ið hon føddi hann; tey fingu so børn seinni. Tí var Jesus bæði Guð og menniskja.
Tað var neyðugt. Guð - annars var hann ikki frelsarin. Og tað var eisini neyðugt, at hann var menniskja, tí annars umboðaði hann ikki okkum. Men tað gjørdi hann í lívi , deyða og uppreisnini. Tað var fyri okkum.
Vit hava torørt við at skilja hetta. Men legg merki til, at Jesus, tá ið hann steig alment fram, ikki nýtti sín guddómleika upp á seg sjálvan; Tá ið hann hungraði, gjørdi hann ikki steinar til breyð. Á krossinum steig hann ikki niður. Men hann brúkti bara sín guddómleika, tá ið tað galt onnur. Hann grøddi og gjørdi undur, øðrum at gagni. Hann var Guð og menniskja - okkara frelsari.
Gleðilig jól.
Jóhan Henriksen