Púra rættvís.
Púra rættvís
Arnfinn Clementsen
Mær dámar so ómetaliga væl Hebrearabrævið. Her verður munurin millum gamla og nýggja sáttmálan lýstur út í æsir.
Tað er neyðugt at skilja boðskapin um rættvísi, tað kemur týðiliga fram í Hebrearabrævinum: ”For den som lever av melk, er et spedbarn og forstår seg ikki på budskapet om rettferdighet” ljóðar tað á norskum, á føroyskum ljóðar tað: Eingin, sum fær mjólk, er førur fyri at skilja orð rættferðar (orðið um rættvísina) – hann er jú barn.” Hebr. 5,13 V.D.
Eitt tað fyrsta, sum okkum tørvar at fáa fatur á sum kristin, er boðskapurin um rættvísi í Jesusi Kristi. Við trúnni á Jesus eru vit heilt rættvís, líka rættvís sum Jesus sjálvur. Um vit ikki síggja tað, verður kristnilívið eitt stríð at fáa sær rættvísi. So detta vit aftur í tað at gjalda fyri okkara syndir við góðum gerðum, olmussum og ofrum, men til onga nyttu. Tað einasta, vit kunnu gera, er at taka ímóti tí ofrinum og tí gávuni, sum varð givin eina ferð fyri allar, nevniliga Jesus Kristus. Tað setir okkum í frælsi! Tá ið hetta verður grundvøllur okkara í lívinum, kunnu vit fara undir at vaksa í trúgv og menna okkara kristna lív. Um hetta ikki er grundvøllurin verður kristindómurin avmarkaður til eina religión við sjálvstrevi og fordøming.
Í ”Luthersku verðini” hava vit ofta lagt størri dent á lógina og syndina enn á rættvísi. Ofta hevur játtanin, at ”vit synda dagliga í tonkum, orði og gerð” verið nógv sterkari enn játtanin um rættvísi í Kristusi. Jesu blóð reinsar okkum frá allari synd, og okkum øllum tørvar hesa reinsandi kraftina í lívi okkara alla tíðina. Men gjøgnum trúnna á Jesu deyða og uppreisn eru vit lýst at vera rættvís. Tað er okkara støða og nýggi samleiki.
Ein prædikumaður skrivaði nakað, sum greiðir frá hesum: ”Tú verður ikki til ein fisk, um tú dettur á bláman. Tú verður vátur. Tá ræður um at turka sær.” Tann, sum hevur tikið ímóti Jesusi er heilt rættvísur – alla tíðina. Men tá ið vit synda og falla, mugu vit ”turka okkum” og lata Jesu blóð reinsa okkum frá okkara synd.
Í 1. Kor. 1,30 fáa vit skilliga at vita, hvat ið tey, sum trúgva á Jesus og hava bjóðað honum inn í hjartað, eiga. Har stendur: ”… tit eru í Kristi Jesusi, sum er vorðin okkum vísdómur frá Gudi og rættvísi og halgan og endurloysing.” Alt hatta eiga vit í Jesusi. Halleluja!
Effie Campbell umsetti.