Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum
24. mar. 2017

Endurnýggjan.

Sten Sørensen, blaðstjóri

Tað einasta, sum hendir av sær sjálvum, er, at tingini falla í órøkt, tað gongur aftur á hond við kroppinum, um vit ikki røkja hann. Endurnýggjan er tekin um lív. Eg havi hoyrt, at kyknurnar endurnýggja seg, og at menniskju tískil endurnýggjast hvørt sjeynda ár.
Okkara gudslív má eisini endurnýggjast, og hond má takast um tað. Tað einasta, sum veksur av sær sjálvum, er ókrút. Jesus undirvísir um víntræið í Jóh. 15. Hann sigur, at Hann er víntræið, og vit eru greinarnar. Fyritreytin fyri lívi er, at vit verða í Honum og Hann í okkum. Um tað ikki er so, doyggja vit. Deyðar greinar verða høgdar av og blakaðar í eldin.
Tað hendir eitt av tveimum við greinunum: Annaðhvørt verða tær skornar niður og kliptar – ella um tær eru deyðar, verða tær tiknar burtur. Tá ið greinar verða skornar, fer ein endurnýggjan og ein lívsmegi fram!
Eg eri so glaður, at tað ikki eru vit, sum eru víngarðsmaðurin. Tá kundi tað blivið ein ófullfíggja og tilvildarlig klipping.
Gud er víngarðsmaðurin! Vit høvdu sæð nógvar “bjálkar” hvør hjá øðrum, um vit sluppu at ráða – og tá høvdu fólk ikki trivist í samkomuni.
Okkara Meistari og Harri er kallaður bæði hirði og víngarðsmaður. Hann vil meir enn fegin gera tað, sum skal til, so at vit endurnýggja okkum. Men vit mugu velja at lata Hann sleppa framat í okkara lívi.
Tað er okkurt vakurt, sum kemur fram aftan á eina endurnýggjan. Ikki endiliga ávegis. Tá kundi tað sæð út sum eitt “byggipláss”, men eftir at tilgongdin er liðug, trínur ein flottur bygningur fram.
Latið okkum hyggja at einum bíbliuteksti, sum er um endurnýggjan. Dávid, ein av Guds størstu monnum í Gamla Testamenti, var fallin í synd, tí hann fór inn til Batsebu. Tann eina syndin førdi ta næstu við sær. Soleiðis er tað við syndini. Men í Sálmi 51 biður Dávid um fyrigeving. Les versini 3-14. Her er talan um reinsan og endurnýggjan í samband við syndugar gerðir. Staðin fyri at lata sum einki er hent, so velur Dávid at taka eina uppgerð og gevur seg yvir til sín Harra og Meistara. Her er endurnýggjanin.
Latið okkum fara til Róm 12,1-2. Hetta er stríðið um sinn okkara! Her er ein jalig og eggjandi áminning til okkum kristnu: Endurnýggjanin av sinni okkara. Um sinn okkara ikki verður endurnýggjað, vendir tað aftur til henda heimsins hugsanarhátt. Og tá skikka vit okkum sum henda verð. Tá ið vit liva við einum endurnýggjaðum sinni, kunnu vit royna, hvat ið er Guds vilji, hitt góða og hugnaliga og fullkomna!
Tað er eitt stríð um sinn okkara! Djevulin vil ávirka tankar okkara. Verða tankarnir myrkir, verður hetta innhurðin fyri mótloysi og stúrni.
Í 2. Kor. 4,16-18 síggja vit, at vit mugu velja endurnýggjanina! Og hon er ikki spilt eftir síðsta søludag, so sum okkara dagligu vørur eru. So latið okkum geva okkum yvir til Hansara, sum er víngarðsmaðurin, so at sinnið verður endurnýggjað soleiðis, sum Hann sær, at tað er best!
(Stytt) Effie Campbell umsetti.