Trúgvin aleina.
Vit mugu hava Heilaga Andan. “Uttan halgan skal eingin síggja Harran!” (Heb.12,14)
Tað er ein sannleiki, sum nógv kenna, men sum fá veruliga hugsa um. Hvussu ofta verður tað ikki gloymt, at uttan halgan fær eingin at síggja Harran?
Hvussu ofta verður tað ikki gloymt, at eingin sonn halgan finst, har sum Heilagi Andin ikki býr í hjartanum? Ein veit, at halganin er gerningur Heilaga Andans, og at tað bara er snýt við allari heilaggering, sum ikki er virkað av Harranum við Andanum. Og tó eru tað túsundir av sálum, sum royna halganinna uttan fyrst at kanna eftir, um tey hava fingið hin Heilaga Andan. Heldur ikki spyrja tey um, hvussu ein fær Andan, og hvat gerningur Heilaga Andans er.
Í Ápost. 19 verður greitt frá, at Paulus í Efesus fann nakrar lærusveinar og spurdi teir: »Fingu tit heilagan anda, tá ið tit tóku við trúgv?« Men teir søgdu við hann: »Nei, vit hava ikki so mikið sum hoyrt, at heilagur andi er til.« Og hann segði við teir: »Hvørjum dópi eru tit tá doyptir við?« Teir søgdu: »Við dópi Jóhannesar!« Síðani greiðir Paulus teimum frá dópi Jóhannesar. Tað var ein umvendingar dópur (v.4), “inntil tann trúgvin, sum skuldi koma, opinberaðist” (Gal. 3,23) Trúgvin var enn á veg. Hon var enn ikki nærverandi í hjartanum. Tað var grundin til, at teir ikki høvdu fingið Heilaga Andan. Men tá ið hann hevði undirvíst teimum um trúnna á Jesus og lagt sínar hendur á teir, fingu teir Heilaga Andan.
Hetta er veruliga nakað, vit ikki høvdu væntað, at hesir lærusveinar ikki høvdu fingið Heilaga Andan, hóast teir vóru doyptir við dópi Jóhannesar til umvendingar (á svenskum Bättring). Til hetta vóru teir eisini vígdir gjøgnum dópin. Jóhannes var sendur av Guði fyri at greiða veg Harrans, lækkað hvørt fjall og hvørja brekku, sundurbróta steinhjartað hjá menniskjum gjøgnum sína strangu boðan um bót. Men bótin skuldi aldri geva lív, troyst, frið, gleði, nýtt hjarta, sinni Andans og kraft. Hetta skuldi Kristus geva við síni náðiboðan. Hetta plagdi Jóhannes sjálvur ofta at forklára við orðunum: “Eg doypi tykkum við vatni til umvendingar; men tann, ið kemur aftan á meg skal doypa tykkum við heilagum anda” (Matt. 3; Mark. 1; Luk. 3; Jóh. 1). Tað, bara at vera doyptur við dópi Jóhannesar, er altso at vera á betringar og umvendingar vegnum, uttan at hava fingið ta stóru troystina og gleðina í, at Jesus hevur tikið syndina burtur. Tað er at ganga við hesum sinninum: “Á, tann sum kundi verið, kundi gjørt, kundi strítt, vakt, biðið! Tey hava ikki fingið tað sinnið, sum sigur: Takk fyri, hvat Kristus er, hvat Kristus hevur gjørt, hvat Kristus hevur strítt, hevur biðið og útrættað! “Eg doyði”, eg mátti skammiliga geva upp við míni betring og umvending; men hygg, eg fekk alt í einum sum eina gávu frá honum, “sum elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg. Tað lívið, sum eg nú livi í holdinum, tað livi eg í trúnni á Guðs son; nú livir Kristus í mær” (jvf. Gal.2,19-20). Hygg, hendan Andans dóp manglaðu hesir lærusveinarnir í Efesus.
Tað er gott at síggja, at hesir lærusveinarnir vóru villigir til at blíva undirvístir í, tí teir manglaðu. Á, ein fagnaðardagur! Teir vistu neyvan av, at tað var nakað, sum manglaði teimum. Nú fingu teir ikki bara at vita um ta nýggju sælu erfaring, sum var eftir, teir fingu eisini loyvi til veruliga at uppliva hana.
Á, at tað eru so nógv okkara millum, eisini av teimum, sum eru søkt niður í Jóhannesar umvendingardóp, sum skuldu fingið náði til at koma til sín sjálvs og royna, um tey nú hava fingið Heilaga Andan! Tað eru nøkur, sum við vaktari samvitsku kenna sítt egna máttloysi og forfall. Tey vita, at tey mangla kraft Heilaga Andans. Tey síggja tað ónda í sær sjálvum, og vilja fegin vera frí frá tí. Men tey fáa tað ikki í lag. Tað er eingin andi, eingin yvirnátúrlig kraft og eingin friður. Tað er eingin klárur vitnisburður um, at andin býr í teimum ella um ta sonnu halganinna. Tey vilja nógv, tey vilja vaka, biðja, kempa og elska. Men alt verður bara vilji, avgerð og góð mál. Alt er avmakt og deyði.
Tey vilja sanniliga angra syndina. Men hjá sær sjálvum kenna tey bara harðleika, hyklarí og lættsinni. Tey vilja elska Guð, men kenna bara, hvussu lunkin tey eru. Í staðin elska tey alt annað. Tey vilja biðja, men fáa tað ikki í lag. Bønin er turr, stutt, kraftleys og hyklarisk. Tey vilja vaka og stríða móti syndini, men klaga: Eg eri so ræðuliga vinglutur, at eg syndi so skjótt, ein freisting kemur.
Syndin hevur valdið. Tey liggja undir fyri teimum gomlu syndunum.
Nakrar dagar gongur tað betri hjá teimum. Tey byrja at vóna at sigurin er vunnin. Men so raplar allur frómleiki niður í grúsið. Alt er líka óhugnaligt sum fyrr, ella enntá verri. Tey syngja eina syrgiliga vísu:
“Eru nakrir lystir til
sum eg yvir vinni?
Hugsa hvat eg hugsa vil
synd eg altíð finni.
Tala hvat eg tala má
synd við alt jú hongur.
Eg má liggja, ganga, stá
synd meg gjøgnum treingir.
Eg meg fast avgeri til
ei tað ónda gera,
men tá so eg freistist her
lati meg forføra.
So eg havi onga ró
ongan frið eg kenni;
kann ei líta á náðina
ella líta á heimin.”
Hygg, hesi liggja í Jordans kalda vatni, í Jóhannesar dópi til umvendingar. Tað gongur so illa.
Slíkar tíðir kunnu eisini koma hjá teimum trúgvandi, eftir at tey í eina tíð hava staðið í trúarinnar frælsi. Tey kunnu aftur lata seg fanga av trældómsins oki og søkka niður í tað lógarbundna sinnið. Tá hevur lógin aftur sama virkning, sum áðrenn tey komu til trúgv, at vekja syndina upp og opinbera avmaktina. Men hesi, sum eru komin til lívs í trúnni, og sum bara í eina tíð, tey eru anfektað, missa Andans sigrandi kreftir, tey áttu jú av egnari erfaring at vita um tað, sum kann hjálpa teimum aftur at fáa andans lív og frið. Og tey, sum aldri hava smakkað trúarinnar sonnu sælu og kraft, eiga av sínum hjálparloysi at skilja, at tey ikki hava fingið Andan. Tí at skriftin sigur jú: men har sum andi Harrans er, har er frælsi. Trá andans er lív og friður. Ávøkstur andans er kærleiki, gleði, friður. Alt, sum er føtt av Guði, vinnur sigur á heiminum (2. Kor. 3,17; Rom. 8,6; Gal. 5,22; 1. Jóh. 5,4). Hvussu skuldi tað verið møguligt, at eg skuldi havt Heilaga Andan búgvandi í mínum hjarta uttan at hann skuldi klára nakað? Skuldi eg hóast tað verið ein friðleysur trælur, fremmandur fyri frelsaranum? Nú spyr ein sál av álvara eftir gávu Heilaga Andans og kraft.