“Eg trúði, tí talaði eg”.
Men av tí at vit hava hin sama trúar andan, samsvarandi tí, sum skrivað stendur: »Eg trúði, tí talaði eg,« so trúgva vit eisini, og tí tala vit eisini. 2.Kor.4,13
Trúar andin talar samsvarandi tí sum skrivað stendur. Mótloysis andin talar samsvarandi tí hann kennir og sær. Trúar andin hyggur niður í Guðs Orð og kann tí altíð tala við sigri og gleði, tí her er Jesus mítt lív. Mótloysis andin hyggur inn í seg sjálvan og kann tá ikki anna enn tiga, tí her eru mínir ósigrar og niðurløg.
Hjá Paulusi og hansara trúarfeløgum sá tað mangan rættiliga myrkt út fyri framman. Teir kundu kenna seg hart niðurtyngdar, ja hann sigur, at tað var meira enn teir vóru mentir (2. Kor. 1,8). Teir vóru sorgarfullir, fátækir, neyðarsligir og Paulus kendi seg av øllum syndarum, at verða tann stórsti. Men hendan sannroynd av egnum vesaldómi, kundi ikki fáa Paulus at tiga. Sterkari enn alt í hann sá og føldi var tann nýggji sangurin Guð hevði lagt í hansara munn, lovsangurin til Guð og lambið. Tað er tí hann trýr, at hann talar sum hann ger. Trúgvin er gripin av Jesusi og eigur sítt frímóð og treysti í tí sum skriva er um hann. Hon er sannføring um teir lutir sum ikki er at síggja, hetta at okkara lív er fjalt við Kristi í Guði. Tí er tað at hann altíð lovar og prísar Guði, tí – sum hann sigur – í øllum hesum vinna vit meira enn sigur við honum, sum elskaði okkum. “Men Guði verði tøkk, sum altíð førir okkum fram í sigursferð í Kristi”(2. Kor. 2,14).
Hetta at trúar andin talar samsvarandi tí sum skriva stendur. Tað er Agatha Rosenius (kona Carl Oluf Rosenius) eitt deiligt vitni um. Hon sigur tað soleiðis í einum sangi:
Når livet er mørkt,
Jeg er bange og svag,
Jeg iler til Ordet, og der er det dag.
Når andre er rige, og jeg dem ej lig,
Jeg skuer i ordet og der er jeg rig.
O, salige ro: på Jesus at tro
Og have Guds ord i sit bo!
Tú sum lesur hesar reglur, nær hevur Guð seinast hoyrt teg, prísa teg sælan í Jesusi. Sig tað nú, tað sum tú trýrt: Eg eri Guðs barn, eg eri frelstur, rættvísgjørdur, heilagur og lýtaleysur. Eg eri Jesu bróður, Guðs arvingi og Kristi samarvingi. Alt hansara er mítt.Trúgvin kann tala hesi stóru orð, tí tað er samsvarandi tí sum skriva stendur. Ja trúgvin, hon rósar sær av Guði við Harra okkara Jesusi Kristi, sum vit nú hava fingið sáttargerðina við(Róm.5,11). Tú hyggur niður í tína Bíbil og har ert tú ríkur og rík.
“Eg trúði, tí talaði eg”