Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum
03. jul. 2012

Morgunroðin.

Sál.108,2-3: Trygt er hjarta mítt, Guð, syngja eg vil og leika, o, tú sál mín vakna! Vakna saltur og harpa, eg morgunroðan vil vekja!

Morgunroðin, hetta er eitt ríkt og vælsigna orð sum eg elski. Vit kenna tað frá okkara gerandisdegi, hvórja ávirkan tað hevur á okkum, at vakna upp til ein nýggjan dag av Guðs góðu hond og tað tað fyrsta í møtir okkum er morgunroðin. Tá tað roðar í fjóll og líð tá verður sinni ljóst og lætt. Morgunroðin gyllir í sál og sinn, hann leggur gleðina og vónina inn yvir teg og tú fært hug at syngja og leika.
Hevur sólin so sterka og góða ávirkan á menniskjasinni, hvør mikið meira tá Jesus. Hann sum er náðisólin og morgunroðin í gudsbarna hjørtum. Brorson hevur rætt tá hann yrkir: Jesu dýrabara navn
okkum frælsis morgunroði
himni frá við gleðiboði
Hesi orðini samsvara við tað sum skriftin sigur um Jesus og tað ávirkan hann hevur í hjarta og sál okkara. Vit kenna og vita tað, at Guð hevur latið hetta ljósið frá gleðiboðskapinun skína í hjørtum okkara(2.Kor.4,4.6). Tað skínur so klárt í skriftini tá Andin livandiger orð fyri hjartanun, at Jesus elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg(Gal.2,20) Her síggji eg morgunroðan og tað gyllir í sinni og hjarta brennur. Guds heilagi Andi virkar í síni kraft, tá Jesus í ljósinun frá krossinun er morgunroðin í hjartanun, tá kenna vit tað saman við Paulusi at: "Kærleiki Guðs er útheltur í hjørtum okkara við heilagum anda, sum okkum er givin" (Róm.5,5)

Á sum tað er stórt og ríkt at vera Guðs barn. Vit kunnu av røttum prísa okkum lukkulig, gleða okkum í Harranum altíð og lovsyngja Guði. Men lovsongurin kemur ikki av sær sjálvum. Leg merki til at Dávid sigur: EG morgunroðan vil vekja. Og tað gera vit ikki við at taka okkum saman, men við at venda okkum ímóti Jesusi og við gleði oysa vatn av frelsunnar keldu(Jes.12,3) ella sum Dávid eisini sigur tað í sál.34,6: "Lítið til hansara, so lýsa av gleði tit skullu".

Sig tað við Jesus, at hann má opinbera seg fyri tær. Vek morgunroðan. Bið heilagan anda dýrmeta Jesus fyri tær og hann vil gera tað og vísa tær: "Guds lambið undurfult við naglamerkjum krossi frá í sigursljóma hult. Tað lýsir meir enn nøkur sól, tað lýsir upp Guds náðarstól, og búnin meg til jarðar bant, ber brá í dimant" (M.S.453.3)
Á sum vit treingja til tað, at tað verður mogunroði í hjartanun, tá kenna vit kærleikseldin, lovsongin nýggja stíga upp av hjartans altari. Vit elska Jesus og hoyra honum til.