Lær at elska.
Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst 1.Jóh. 4,19.
Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst 1.Jóh. 4,19.
Jesus elskaði okkum fyrst, áðrenn vit av sonnum kundu elska. Vit vóru farin burtur frá Guði, tí vit høvdu brotið boð hansara. Tí kundu vit ikki elska eins og Jesus elskar, men hann kom í heimin við sínum kærleika. Guð sendi hann til okkara av kærleika, so at vit kundu síggja kærleika Guðs í Jesusi. Henda Guðs kærleiksgerð yvirgongur allar aðrar kærleiksgerðir, sum heimurin hevur sæð, sær og fer at síggja so leingi heimurin stendur.
Jesus kom í heimin fyri at vísa okkum sín kærleika, so at vit aftur skuldu kunna læra at elska Guð og tæna honum. Jesus vísti okkum sín kærleika við at lata sítt lív fyri okkum á Golgata, sum loysigjald fyri allar syndir okkara, ið vit hava gjørt, gera og koma at gerða. Men uttan uppreisnina páskamorgun hevði hetta verið til fánýtis, tí kunnu vit gleðast um og í taksemi taka ímóti hesi Guðs kærleiksgávu. Taka vit ímóti Guðs kærleiksgávu, so eru vit umfavnaði av Jesu kærleika.
Kisti himmalferðardagur er akkurát farin aftur um bak, dagurin, sum minnur okkum á, at vit ikki eru gloymd av Kristusi. Men at vit eiga eina livandi vissu um, at Kristus kemur aftur at heinta síni heim. So vit elska, tí at Jesus elskaði okkum fyrst, soleiðis lærdu vit aftur at elska Guð.
Eins og faðirin hevur sent meg, soleiðis sendi eg tykkum Jóh. 20,21. Guð sendi okkum Jesus av kærleika, Jesus sendur okkum við Heilagum Andans hjálp, at boða Guðs kærleika í Kristi Jesusi. Latum okkum tí fara út í Heilagum Anda, og boða tann frelsandi kærleikan, sum vit hava fingið lut í. Soleiðis at tey, sum ikki eiga lut í Jesu frelsandi kærleika, skulu kunna læra at elska og fáa lut í hansara frelsandi kærleika. Amen.
Skriva hevur: Fríðleif Lydersen.