Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum
07. mar. 2011

Andakt.

Hvat gagnar tað, at ein menniskja er komin til trúnna, um hon ikki framvegis livir í trúnni!

Vit eiga at minnast til, at hóast vit eru vorðin lýðin móti gleðiboðskapinum, so tørvar einum trúgvandi støðugt at verða endurnýggjaður í gleðiboðskapinum, fyri støðugt at kunna liva í trúarinnar lýdni og í sunnum og sonnum samfelagi við Gud. Tí hvat gagnar tað, at ein menniskja er komin til trúnna, um hon ikki framvegis livir í trúnni! Og eins og trúgvin kyknar upp ígjøgnum boðskapin um Kristus, soleiðis endurnýggjast og veksur hon bert ígjøgnum henda sama boðskapin. Tessvegna var tað eisini so umráðandi hjá apostlinum í kallsgerningi hansara at boða fyri trúgvandi menniskjum sannleikan bæði til frelsu og halganar. Og hesum eiga vit at geva gætur!
Mong eru tey trúgvandi, sum eru í stórum andaligum trupulleikum, og eru við at ganga burtur, tí at tey eru vikin burtur frá sannleikanum um Jesus Kristus. Sjálvi halda tey, at tað eru freistingar og trupulleikar, og tey viðurskifti, sum tey liva undir, sum gera alt so ógreitt fyri teimum; men so er ikki.Tí hevði tað verið so, at vit mistu kósina av slíkum orsøkum, so hevði alt verið vónleyst. eingin hevði tá kunnað komið frelstur ígjøgnum henda ónda heim; tí at Satan og heimurin og okkara ónda náttúra eru líka hættislig og vandamikil hjá okkum øllum! Men Gud hevur givið okkum hjálp júst ímóti hesum. Tá ið vit kortini troyttast og fara skeiv av vegnum, so er tað tí, at vit eru hildin uppat at geva gætur eftir orðinum um Jesus!
Les Hebr. 12,3: »Ja, hugsið um hann.... fyri at tit ikki skulu troyttast og verða givnir í sálum tykkara.« Og hann, Jesus, kunnu vit bert hugsa um og geva gætur eftir ígjøgnum orðið um hann.
Tessvegna er tað, at hin trúgvandi dagliga hevur brúk fyri gleðiboðskapinum, til tess at kunna verða í Kristusi!
Og júst um Rómverjabrævið sigur Luther, at teir sentralu partarnir í hesum brævi áttu at verið dagligur lestur hjá teimum trúgvandi, so at tey kunnu liva rætt við Gudi. Og skuldu hesi orð míni rokkið til mótleysan og veikan, so biði eg teg um at geva gætur eftir teimum onkran mótleysan og veikan, so biði eg teg um at geva gætur eftir teimum

Úr bókini "Høvuðssannleikar til sælu" eftir Øjvind Andersen