Náði tín hon er mítt skjól!.
"Sælur er tann, sum situr í lívd hins hægsta, sum skjól sær søkir í skugga almáttugans." Sl. 91,1
Guds orð er livandi. Tí hevur tað til eina og hvørja tíð nakað at geva tí menniskja, sum lesur og leitar inn undir Guds orð. Eisini tá tú heldur, at hetta dugi eg uttanat, ella at hetta havi eg hoyrt ferð eftir ferð. Les allan Sálm 91, ið er verdur at duga uttanat.
Fyri nøkrum árum síðani, tá vit eini jól sungu vælkenda jólasálmin "Gleðilig jól" í Christianskirkjuni, kom eg av tilvild at hyggja upp á altartalvuna, ið jú myndar "ta heilagu kvøldmáltíðina", júst tá vit sungu "náði tín hon er mítt skjól". Hetta var fyri meg eitt sera stórt upplivilsi, at vera eitt Guds barn og at merkja tað, at "náði tín hon er mítt skjól", hóast altartalvan als ikki var nýggj fyri mær.
Bæði menniskju og kríatúr kenna til at søkja sær skjól, tá illveður leikar á. Tá er tað umráðandi at kenna sær eitt trygt skýli og at nýta tað. Fyri kortum kundu vit frá føroyingum í ísraelstoyminum lesa: "Trygg hóast í bumbuskýli". Hóast ófrið kendu tey ungu seg trygg og at Gud leiddi og signaði verk teirra.
Skulu vit koma at kenna, at náðin er nýggj á hvørjum morgni og at hon er okkara skjól, mugu vit taka ímóti gleðiboðskapinum. Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Jóh. 3.16
Mátti Guds náði og friður fingið loyvi at varðveitt okkum.
Sum ein náðisteymur
Harrans friður er,
Jesus Kristus ber hann
við á síni ferð.
Av Guds náði verður
rættvístgjørdur tann,
sum í trúgv á Jesus
frið við Gud sín fann.
Frið, sum kann varðveita
Frið, ið heilt ber av
øllum mannaviti,
Jesus Krist mær gav.
MS 484
Skrivað hevur Petra Arge Poulsen