Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum
19. jan. 2010

Andakt.

Róm. 8,1: “So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi.”

Hetta er eitt bíbliuørindi, sum eg eri vorðin glaðari og glaðari fyri, sum árini ganga. Andaktin er ein blandingur av einum vitnisburði og eini andakt. Ein ófatiliga stórur boðskapur liggur í hesum orðunum: “...eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi.”

Mangan havi eg steðgað á og havt trupult við at finna frið og gleði í mínum lívi sum trúgvandi. Sátan vísir mær mína synd, menniskju kunnu peika á mína synd og samvitskan minnir meg á mína synd. Og tá eg hyggi í mítt hjarta, kennist tað so møtismikið at vinna rættvísi.

Tí eri eg vorðin so glaður fyri hesi kendu orðini: “Jeg så på troen, og troen svandt. Jeg så på Jesus, og troen vandt.”

Tí er tað so frígerandi at kunna lesa hetta: "... eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi". Eingin fordøming tá bønarlívið kiksar, eingin fordøming tá andaktslívið kiksar, eingin fordøming tá eg falli í synd. Ein fantastiskur boðskapur at eiga. Frelsan avhongur ikki av, hvat eg kann útinna, men er bert tengd at Jesu verki á Golgata.

Í trúnni á Jesus Kristus er tað eingin fordøming fyri meg og heldur ikki fyri teg. Hetta merkir ikki, at vit kunnu liva og láta, sum okkum lystir, tí vit siga okkum trúgva á Jesus. Nei, trúgvin skapar eina avhengigheit og hungur eftir at hoyra Gudi til, eitt ynski eftir at liva í samfelagi við hann.

Takk Jesus fyri, at í trúnni á teg kann eg standa reinur og fríur, uttan blett ella rukku. Takk fyri frelsuna.

Skrivað hevur Albin Johannessen