Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum
09. okt. 2009

Eitt veit eg.

Jóh. 9, 25 Hetta var glaða játtanin hjá tí sum var føddur blindur, tá Jesus hevði grøtt hann. "Eitt veit eg, at eg , sum var føddur blindur, nú síggi".

Og hetta kunnu øll menniskju sum eru umvend siga. Men tað er júst hetta, sum heimsins børn ikki kunnu siga. Tey kunnu tala um mangt og hvat, men hetta kunnu tey ikki siga.
Eg sum fyrr var blindur, eg síggi nú!
Og skuldina hevur ikki Harrin, at tey ikki kunnu siga tað. Hann vil gjarna lata upp eygu teirra, men tey vilja ikki sjálvi. "Eygu síni hava tey latið aftur", stendur skrivað.
Men tað er glaða játtanin hjá øllum hinum heilagu – at eygu teirra vóru latin upp, so tey við undran kundu síggja Guðs ríki og Guðs dýrd í Kristusi.
Tú sum ert blindur, gev Jesusi loyvi til at lata eygu tíni upp, so tú kanst síggja tað, sum hini heilagu síggja – náðina, sannleikan, lívið og frelsuna í Jesusi Kristi.
Tá fert tú at prísa Guði um allar ævir

N: P. Madsen
Ordet 18. mei
Týtt Emma Jacobsen


Barnasangur

Lag: Velkommen lærkelil

Takk Jesus fyri tað
At vit hvønn sunnudag
Í sunnudagsskúla orðið
Kunnu læra.
Vælsignað okkum nú,
Vár lovsong hoyri tú.
Lat okkum altíð tíni smáu vera.

Úr donskum: Emma Jacobsen