Andakt.
3. kapitli hjá Jóhannnesi lesa vit um Nikodemus, hvussu hann á nátt fór til Jesus, tí hann metti hann at vera ein góðan lærara, sum hevði gjørt nógv undur.
Sjálvur kendi Nikodemus ógvuliga væl skriftirnar, men Jesus sigur, at vitan frelsir ongan. Tað er vatn og andi, sum frelsir menniskju, einki í menniskjanum sjálvum.
Í sambandi við skapanina stendur skrivað, at áðrenn Guð byrjaði at skapa, lá Guðs andi á vøtnunum. Vatn og andi skuldu til fyri at skapa heimin. Á sama hátt skal vatn og andi til fyri at skapa menniskju av nýggjum.
Tá ið eitt barn verður doypt, fær tað lyftið um, at tað er endurføtt, ella sum tað stendur í tekstinum um Nikodemus, er føtt av nýggjum, føtt av vatni og anda. Barnið, sum er hjálparleyst, fær frelsuna sum eina gávu, uttan at tað kann geva nakað afturfyri. Tí stendur tað eisini í Bíbliuni, at vit mugu vera eins og børnini, tá ið tað snýr seg um frelsuna. Vit skulu eins og smábørnini bara taka ímóti uttan at hugsa um at geva afturfyri, tí Jesus hevur gjørt alt fyri okkum.
Í fyrsta ørindi um Nikodemus verður víst til tvey onnur ørindi, Jóh.7,50 og 19,39. Tey vísa, at Nikodemus tá er frelstur. Hann er ikki longur tann sami Nikodemus, sum um náttina sníkti seg til Jesus av ótta fyri øðrum. Nei, hjarta hansara er broytt. Hann fekk Guðs anda, tí hann tók við trúgv og varð føddur av nýggjum, andin broytti lív og hjarta hansara.
Ì einum ørindi, sum víst verður til, stendur, at tá ið høvuðsprestarnir tosaðu um, hvat teir skuldu gera við Jesus,vardi hann Jesus, og tað var ikki bara sum at siga tað, hann man hava fingið kraft frá Guði at gera tað. Eisini var Nikodemus til staðar, tá ið Jesus var tikið niður av krossinum, og hann smurdi olju á likam hansara. So tað, sum hendi Nikodemusi náttina saman við Jesusi, broytti hann.
Soleiðis er tað eisini við okkum menniskjum, tá ið vit hava tikið ímóti Jesusi og hava fingið Guds anda. Vit eru ikki tey somu sum frammanundan. Tað eigur at síggjast á okkum, at vit eiga Jesus í hjørtum okkara. Vit eiga at tala Jesu søk, sum Nikodemus gjørdi. Ikki steðga upp, tá vit eru vorðin frelst, men vaksa í trúnni. Tað er gjøgnum orðið, at andin arbeiðir í okkum, og tað er gjøgnum orðið, at vit vaksa í trúnni. Meiri vit lesa, betur kenna vit Bíbliuna, vit gerast bundin at orðinum og Jesusi.
Í sálmi 51,12 biður Dávid soleiðis: “Skapa Guð, mær hjarta reint, gev mær av nýggjum fastan anda mær í brósti!” Lat okkum eisini biðja um hetta aftur og aftur, so at andin í okkum ikki sløknar.
Skrivað hevur Petra Gregersen