Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum

Virksemi.

Kirkjuligt Missiónsblað

"Kirkjuligt Missiónsblað" kemur út 8 ferðir um árið, 16 síður hvørjaferð. Blaðið inniheldur uppbyggjandi og lærandi greinar, umframt tíðindi frá missión úti í heimi. Møguleiki er at síggja útvaldar greinar úr blaðnum í greinasavninum. Eitt árshald kostar kr. 200,- og kann teknast við at senda ein teldupost til kmf@kmf.fo.

Summarstevnan

Hvørt ár í juni-juli skipa vit fyri eini summarstevnu frá hóskvøldi til sunnukvøld. Á summarstevnuni eru møtir, bíbliutímar, ungdómsmøtir, missiónsmøtir og familjumøtir. Vanliga er ein útlendskur gestatalari við. Summarstevnan er annaðhvørt ár í Havn og annaðhvørt ár í Klaksvík.

Ársmøtini

Eitt vikuskifti seint í september eru árligu ársmøti felagsins í Havn. Á skránni eru møti av ymsum slagi, vanliga við luttøku av útlendskum gestatalara.