Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum
04. des. 2017

Hava tit hoyrt tað?.

Andrew Jackson Whittaker Junior, vann 314,9 milliónir dollarar í lotto í West Virginia!

Andrew Jackson Whittaker Junior, vann 314,9 milliónir dollarar í lotto í West Virginia! Ella hava tit kanska als ikki hoyrt um tað? Flestu góðu tíðindi vit hoyra, eru ikki fyri øll. Fyri meg ger tað ikki nakran ávísan mun, um Andrew Jackson Whittaker vann hasar 314,9 milliónirnar. Eg fái ikki ágóða av tí. Tí eru tað sum so ikki góð tíðindi fyri meg. Á henda hátt eru flestu góðu tíðindi bert fyri nøkur fá. Kortini má eg siga, at vit sjálvandi kunnu samgleðast við øðrum um tað, sum eru góð tíðindi fyri tey, og hetta er ein stór gleði í sær sjálvum.

Tó eru eini tíðindi, ið er góð tíðindi fyri øll. Í jólaevangelinum eftir Lukas hoyra vit, at ein eingil sigur við hirðarnar, at hann kunnger eini gleðiboð, sum eru fyri alt fólkið. Jólaevangeliið er góð tíðindi fyri øll fólk, til eina og hvørja tíð. Tað eru sostatt eisini góð tíðindi til júst tín. Hesi tíðindi eru, at okkum er ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! Í Betlehem er ein frelsari føddur. Hetta fáa vit útgreinað í Jóh. 1,4-5: Hann sigur um Orðið, og harvið um Jesus:

Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar. Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí.

Evangeliið gevur okkum ævigt lív, og er okkara ljós. Hetta er eitt ljós, sum skínur í okkara andaliga myrkri. Og tað skal ongantíð sløkna. Vit hava fingið ein frelsara.

Longu 700 ár áðrenn Jesus var føddur í Betlehem, varð hetta profeterað av profetinum Mika, sum skrivar: "Men tú, Betlehem Efrata, eina minst av Júda túsundum, frá tær skal tó koma hann, sum høvdingi skal vera yvir Ísrael; frá forðum er upphav hans, frá ævinleikans døgum." Jesus, sum var hjá Gudi í fyrstani, bleiv føddur í Betlehem, so sum tað var profeterað. Víðari verður Jesus kallaður frelsarin. Hetta er ein, sum ger trælir fríar - hann hálsfríar, tvs. loysir jarnringin, sum trælir høvdu um hálsin.

Um hetta sigur Jesaja, sum virkaði um somu tíð sum Mika: "Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót." Hetta er tað týdningarmiklasta at minnast, nú vit halda jól. Vit skilja ikki barnið í krubbuni, um vit ikki síggja hann í ljósinum frá krossinum á Golgata. Sært tú ta lítlu barnahondina í krubbuni, so skalt tú hugsa um, at hendan hondin varð negld til krossin fyri tína skuld!

Jesus kom at loysa okkara størsta trupulleika. Um okkara størsti trupulleiki var fíggjarstøðan, so hevði Gud helst sent ein búskaparfrøðing. Var tað veðurlagsbroytingar, hevði hann sent ein veðurfrøðing, sum kundi vegleitt okkum. Men okkara størsti trupulleiki er syndin, sum bindur okkum og skilir okkum frá Gudi. Synd er í roynd og veru, at vit beina Gud av trónuni og seta okkum sjálvi, ella okkurt annað, ístaðin. Hetta gera vit hvørja ferð vit gera móti hansara orðið - um tað so bert er ein óndur tanki. Ja, vit megna ikki at æra og elska Gud, so sum vit áttu, tí vit hava syndina í okkum. Í Matt. 15,19 lesa vit: Tí at úr hjartanum koma út illar hugsanir, manndráp, hordómur, siðloysi, stuldur, rangir vitnisburðir, spottan.

Hjartað er okkara trupulleiki. Tað, sum vit eru, er okkara trupulleiki. Líka sum tað ikki ber til at byggja eini hús úr pappíri, tí tilfarið er ov vánaligt, so megna vit ikki at liva uttan at synda - tí hjarta okkara er vánaligt.

Og tí sendi Gud ein frelsara. Hetta eru góð tíðindi - fyri øll, sum eingilin ber okkum, tí vit øll hava syndað. Vit hava øll tørv á syndanna fyrigeving. Vit eru fødd sum syndarar, sum Dávid sigur í sálmi 51.

Líkamikið hvussu vit hava livað okkara lív til og við í dag, so hava vit øll tørv á einum frelsara, sum tekur á seg sjálvan okkara skuld, og er bót fyri okkara syndir. Jesus tók revsingina fyri okkara synd, tá hann hekk á krossinum. Tá bleiv hann raktur av Guds vreiði, so vit við trúgv á hann og hansara fullkomna verk kunnu verða frelst og frí um ævir.

Jólagleði er gleði yvir, at Gud bleiv menniskja, læt seg í tænaramynd og gav seg sjálvan sum bót fyri okkara syndir. Hetta er ein gleði, sum heldur um ævir. Hetta er tann størsta gávan, ið gevast kann. Og gleðiboðini til ein og hvønn eru, at gávan er givin!

Silas Olofson