Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum
18. jan. 2018

Andakt.

"Tín hond ei slepti mær, eg veit tað væl, hon leiðir meg."
Eftir at hava hoyrt fløguna 'barnasangir' við Hermann og Svenn, rennur mær mangt í hug um pápa mín – saknur og ymiskar kenslur berast í barmi.
Eg og sonruin Ari vóru úti við grøvina hjá pápa og abba. Har tendraðu vit ljós. Hugnaligt við livandi ljósi í kirkjugarði! Nú eru foreldrini farin – mamma fór í 2002 og pápi í 2006. Tað er ein torfør tíð. Hann hevði havt krabba eina tíð áðrenn. Hann viknaði so við og við; tó so, vann sjúkan ongantíð rættiliga á honum – her hugsi eg um dirvi, mót og tann verumátt, hann hevði, meðan hann var sjúkur – hann gleddist yvir so nógv.
Um 8. apríl varð hann innlagdur – fekk tosað við hann og lisið nakað fyri honum, m.a. stuttsøgur eftir H.A. Djurhuus – so sum høsnatos og jólafriður. Serliga gleddist hann yvir 'jólafriður', at hoyra hesa vøkru søgu, sum er um tann djúpa friðin og vónríku gleðina, sum jólahøgtíðin ber í sær.
Nøkur vinfólk løgdu eina bøn til várharra um, at eg kundi vera til staðar, nú hann skuldi tað seinastu ferðina. Eg var til staðar – eins og fastir mín og kona pápa mín. Tað gjørdist torførari og torførari at anda hjá honum. Eg teskaði til hansara, um at gevast við at kempa ímóti og seta sítt álit á Jesus. Pápi var trúgvandi maður – hann hoyrdi meg nokk ikki, ella teskaði eg so spakuligt, at eg ikki vildi lata hann fara – ein tvístøða at koma í.
Eina løtu seinni kendi eg á mær, at eg mátti endurtaka tað, eg hevði sagt. Eg so gjørdi. Hann hugdi uppá meg við stórum eygum – og uppgav andan.
Eg takkaði Gudi fyri, at hann tók pápa til sín, og brast í grát. Løgin kensla at sleppa pápa mínum úr mínum skirvisligu hondum, fyri at hann kann liggja trygt og fjálgt í hondum Jesusar. Samstundis tað ongantíð aftur, at kunna siga nakað við hann her á jørð.
Tað man vera gott at fáa 'loyvið' at fara av hesi fold! At sleppa at siga farvæl – tað er ikki okkum øllum ein lutur. Og hjá mær eftirstandandi at senda eitt annað menniskjað yvirum – til Jesusa tryggu og fjálgu hendur.

Eilif Brimheim