Alt Ū Kristi!
14. september 2006
JŠkup Olsen
"Eisini tykkum, sum vóru deyðir í misgerðum og syndum tykkara, ið tit áður livdu í samsvarandi tíðarháttinum í hesum heimi..."
"Eisini tykkum, sum vóru deyðir í misgerðum og syndum tykkara, ið tit áður livdu í samsvarandi tíðarháttinum í hesum heimi, eftir hansara lagi, sum valdar herliðinum í luftini, tí anda, sum nú er virksamur í børnum ólýdnisins, sum eisini vit øll áður livdu ímillum í holds girndum okkara, tá ið vit gjørdu tað, sum holdið og hugsanirnar vildu, og vóru av náttúru vreiðinnar børn eins og eisini hinir; – men Gud, sum er ríkur í miskunn, hevur av sínum mikla kærleika, sum hann elskaði okkum við, eisini tá ið vit vóru deyðir í misgerðum okkara, gjørt okkum livandi saman við Kristi, – av náði eru tit frelstir! – og reist okkum upp saman við honum og givið okkum sæti saman við honum á himnagrundum í Kristi Jesusi, fyri at hann í komandi tíðum kundi sýna hin ómetaliga ríkdóm av náði síni við góðsku móti okkum í Kristi Jesusi. Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guds gáva; ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær. Tí at vit eru verk hansara, skapaðir í Kristi Jesusi til góðar gerningar, sum Gud frammanundan hevur skipað fyri, at vit skuldu leggja okkum eina við teimum." Ef. 2,1-10

Efesusbrævið er skrivað til tey heilagu í Efesus. Býurin var í Lítluasiu, núverandi Turkalandi, hann lá við Miðjarðarhavið. Ár 133 f.Kr. kom býurin undir rómverjar, hann vaks og fólkatalið var stundum uppi á 200.000. Vælferðin var stór, men moralurin var ringur og tað fór at ganga aftur á hond. Ár 1300 var lítið eftir av býnum og í dag síggjast bert leivdir.
Seinast á aðru missiónsferð síni vitjaði Paulus Efesus fyri fyrstu ferð. Hann gjørdi skjótt av og lovaði at koma aftur.
Á triðju missiónsferðini kemur hann aftur til Efesus og nú steðgar hann eina tíð. Arbeiði hansara ber ávøkst, gleðiboðskapurin festir røtur og haðani fer boðskapurin út til aðrar staðir í Lítluasiu. Seinni búði Paulus í 2 ár í Efesus.
Tað finst eisini eitt annað Efesusbræv í Bíbliuni, tað er skrivað seinni av Jóhannesi og stendur í 2. kapitli í Opinberingini. Har kunnu vit m.a. lesa, at tað er hent eitt fráfall í kirkjuliðnum: "Men tað havi eg móti tær, at tú hevur givið upp tín fyrra kærleika. Minst tí til, hvaðan tú ert fallin, og vend um."
Tann fyrri kærleikin hjá meinigheitini var kærleikin til Jesus. Henda kærleika høvdu tey givið upp. Um tey vendu um, vita vit ikki, men í dag eru fólk har á leiðini muslimar, tó finnast eisini smáar kristnar meinigheitir í Turkalandi.

Deyðir, men nú livandi
Paulus byrjar Efesusbrævið við at siga, hvør hann er: "Paulus, ápostul Krists Jesu við Guds vilja, til teirra heilagu, sum eru í Efesus, og sum eru trúgvandi í Kristi Jesusi."
Paulus hevur ikki funnið uppá hesa tænastuna sjálvur, men hann er ápostul Krists Jesu við Guds vilja. Og tí talar hann eisini við myndugleika.
Brævið er skrivað til tey heilagu, sum eru trúgvandi í Kristi Jesusi. At vera í Kristi Jesusi er nakað heilt serligt, nakað ógvuliga stórt. Tá eg eri í Jesusi, eri eg eisini umgyrdur av honum, eg eri væl vardur og eingin kann taka trúnna frá mær. Og tí er tað so umráðandi at vera í Jesusi. Eg eigi alt í honum, eg eri fullkomin í honum og verði ikki dømdur.
Paulus byrjar 2. kapitul til tey trúgvandi í Efesus við tí veldigu broyting, sum er hend við teimum: "Tit sum vóru deyðir í misgerðum og syndum tykkara... Men Gud, sum er ríkur í miskunn, hevur av sínum mikla kærleika, sum hann elskaði okkum við, eisini tá ið vit vóru deyðir í misgerðum okkara, gjørt okkum livandi saman við Kristi, – av náði eru tit frelstir!"
Paulus talar um eitt fyrr og eitt nú, um eina umvending. Tey livdu í synd og misgerð og vóru tí deyð, men nú hevur Gud gjørt tey livandi saman við Kristi og hetta er av náði!
Hetta er av sonnum gleðiboðskapur. Og tað vælsignaða er, at hetta ikki bert er galdandi fyri samkomuna í Efesus, men fyri øll trúgvandi menniskju, eisini okkum sum lesa Guds orð í dag. Gud hevur eisini gjørt okkum livandi saman við Kristi. Um vit tóku ímóti frelsuni í dópinum og síðan hava livað í dópsnáðini, ella vit fóru burtur frá Jesusi og síðan vendu um til hansara seinni, er ikki altavgerandi. Spurningurin er: Livi eg í dag undir Guds náði og í hansara fyrigeving? Takki eg Gudi fyri, at hann í sínum kærleika hevur elskað meg so, at hann offraði son sín fyri meg? Takki eg Gudi fyri, at hann er hjá mær allar dagar og at hann førir meg heilt fram á málið, sum er himmalin?
Vit síggja her, at tað er ein veldigur munur á menniskjum. Tá tað snýr seg um tað andliga, er tó bert talan um tveir bólkar: Tey sum eru deyð í synd og misgerð og tey sum eru gjørd livandi í Kristi.

Frelsan er Guds verk
Paulus heldur fram við at siga frá, hvat vit eiga í Kristi: "Gud hevur reist okkum upp saman við honum og givið okkum sæti saman við honum á himnagrundum, fyri at hann í komandi tíðum kundi sýna hin ómetaliga ríkdóm av náði síni við góðsku móti okkum í Kristi Jesusi." Legg til merkis, at alt hetta eiga vit - í Kristi!
Er tað ikki so, at vit skulu rísa upp á evsta degi, sum Marta segði, tá ið Lázarus var deyður? Jú, men Jesus sigur um seg sjálvan: "Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr!" Tað merkir, at tey, sum eiga Jesus í sínum hjarta, hava longu nú fingið lut í bæði uppreisnini og himmalsferðini. Tey hava longu fingið ferðaseðilin heim og atgongumerkið til himmalin.
Er hetta ikki alt ov mikið? Nei, soleiðis vildi Gud, at tað skuldi vera. Tí at borgaraskapur okkara er á himnum (Fil. 3,20).
Frelsan er ikki okkara verk, men Guds. Hon er av náði við trúgv: "Tað er ikki tykkum at takka, tað er Guds gáva; ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær."
Eingin hevur nakra orsøk til at rósa sær sjálvum fyri frelsuna. Frelsan er ein gáva, sum Gud í síni náði gevur til teirra, sum trúgva á Jesus. Orsøkin til, at vit fáa lut í hesi stóru frelsu, er Guds góðska og kærleiki til okkara. Vit hava ikki uppiborið hetta, tvørturímóti.
"Av náði eru tit frelstir". Náðin er keldan, meðan tað er trúgvin, sum grípur um frelsuna. At náðin er Guds gáva, ivast vit ikki í. Eitt annað er, at trúgvin eisini er ein gáva frá Gudi.

Trúgv og gerðir
Tess fleiri og størri okkara gerðir verða, tess natúrligari tykist tað at vera, at tær hava týdning fyri frelsuna. Men hvørki frelsan ella trúgvin, sum setur okkum í samband við frelsuna, eru úrslit av manna verkum. Her hevur eingin nakað at rósa sær av ella at taka æruna av.
Paulus nevnir hetta fleiri staðir, m.a. í Róm. 3,23: "Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guds heiður, og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi."
"Tí at vit eru verk hansara", Ef. 2,10. Tað undirstrikar eisini, at frelsan er Jesu verk. Tað er Guds verk, at vit, sum vóru deyð í synd og misgerð, nú eru gjørd livandi saman við Kristi.
"Tí at vit eru verk hansara, skapaðir í Kristi Jesusi til góðar gerningar." Støðan hjá okkum frelstu syndarum er tann, at sjálvt okkara góðu gerðir mugu gerast í Kristi Jesusi, tí eisini tær eru syndadálkaðar og mugu fjalast í Jesusi.
Vit eru skapað til góðar gerðir, sum Gud frammanundan hevur skipað fyri, at vit skulu leggja okkum eina við teimum. Góðar gerðir eru tann ávøkstur, sum Guds børn bera, ávøksturin sum eitt lív saman við Jesusi ber.
Eg las í eini bók um ein mann, sum sigur við konuna: "Gud krevir ikki annað av okkum, enn at vit skulu trúgva." Hetta ljóðar rætt, men spurningurin er, hvat ein hugsar, tá ið ein sigur so. Meinar ein, at tað at trúgva er ein lítil, løtt gerð, sum ein skal gera, so fer ein skeivur. Vit lósu, at frelsan er Guds gáva - og tað er tann trúgvin eisini, sum grípir tað óuppibornu náðina í Kristusi.
Trúgv er álit. Um eg havi álit á einum persóni, so havi eg einki gjørt sjálvur fyri at fáa hetta álitið. Tað er persónurin við síni atferð, sínum gerðum og orðum, sum hevur skapað eitt álit í mær á seg. Soleiðis skapar orðið um frelsuna trúgv á Jesus í okkara hjørtum. Og tí er trúgvin ikki okkara verk, men Guds verk.
Tann einasti rætti hugburður hjá einum trúgvandi er at liva í takksemi til Guds, tí alt hava vit fingið óuppiborið, vit kunnu bert taka ímóti øllum tí, sum Jesus rættir okkum og siga takk og aftur takk. So eiga vit lut í frelsuni her og nú, hava frið vegna tað, sum Jesus gjørdi fyri okkum, liva okkara dagliga lív saman við Jesusi og skulu savnast heima í himli ein dag saman við øllum Guds børnum.
Vit vita, at til tey menniskju, sum eru gjørd livandi saman við Kristi – til teirra sum eru frelst av náði – ljóða boðini frá Jesusi: "Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar!" Eg haldi, at her liggja nógvar av teimum gerðum, sum eru ætlaðar okkum og sum Gud frammanundan hevur skipað fyri til mín og tín. Spurningurin til Guds fólk er tí: Vilja vit vera lýðin og ganga inn í hesar gerðir?
Tað stendur eisini, at vit skulu leggja okkum eina við teimum. Tað merkir, at tær gerðir, sum Gud hevur skipað fyri til okkara, ikki mugu verða viðfáningur, nakað sum vit taka okkum til, tá ið vit einki annað hava at gera. Nei, vit skulu leggja okkum eina við teimum.
Eitt annað, sum vit eiga at vera greið um, er, at okkara gerðir vitna um, hvørji vit eru. Við okkara gerðum vitna vit um, hvar vit hoyra heima. Um vit fylgjast við Jesusi og liva í syndanna fyrigeving ella vit trívast best ímillum børn ólýdnisins. Tá vit hava tikið ímóti Jesusi sum okkara frelsara, hava vit ongan annan møguleika at vísa heiminum, hvar vit standa, uttan við góðum gerðum.
Tá ið vit nú hava viðgjørt gerðirnar og týdning teirra, mugu vit ansa eftir, at vit ikki taka rættvísgering av gerðum inn aftur ígjøgnum bakdyrnar. Hesin vandin liggur altíð og lúrir, tí tankin er okkum í holdi borin og hin óndi nýtir hetta at villeiða okkum við.
Tað var ein maður, sum segði: "Eg havi verið kristin, men nú eri eg tað ikki longur, eg megnaði ikki at liva upp til at vera kristin." Hetta er júst trupuleikin, eingin av okkum megnar tað. Men bjarging okkara er gleðiboðskapurin, at Jesus megnaði tað fyri okkum, og tí eru vit tað, sum vit eru - í Kristi - og ikki í okkum sjálvum.
Tað er satt, tá ið Paulus sigur: "Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guds gáva; ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær."
Tað er eisini satt, sum Jákup sigur: "Tí at eins og likami er deytt uttan anda, soleiðis er eisini trúgvin deyð uttan gerningar."
Vit verða frelst av náði, við trúgv, meðan ávøksturin er góðar gerðir. Eitt gott træ ber góðar fruktir.

Tak ímóti frelsuni!
Vit sleppa at vera Guds elskaðu børn fyri Jesu skuld. Vit kenna frásøgnina um hin burturfarna sonin, sum vendi um frá einum lívi í synd og fór til gongu heim til faðirin. Hann varð móttikin við opnum ørmum, ongar ábreiðslur frá faðirinum um tað óryggiliga lívið, hann hevði livað.
Hvussu hevði verið um frelsan var av gerningum? So var eingin møguleiki.
Sonurin hevði fyrireikað eina bøn til faðirin, um at sleppa at vera sum ein av bønamonnum hansara. Men tað varð ikki talan um, tí hin burturfarni sonurin skuldi ikki verða bønamaður, men barn hjá faðirinum við øllum tí, sum ein barnarættur førir við sær.
Vit eru dýrt keypt, tí gleðist faðirin um hvønn syndara, sum vendir sær til hansara.