Droymdi um Jesus
7. aprl 2011
Tíðin rennur sum streymur í á. Eftir at hava verið í landinum í eitt sindur meir enn eina viku fór eg aftur til Danmarkar eftir Julionnu og børnunum umframt Heidi Bech - okkara barnagentu.
Tíðin rennur sum streymur í á. Eftir at hava verið í landinum í eitt sindur meir enn eina viku fór eg aftur til Danmarkar eftir Julionnu og børnunum umframt Heidi Bech - okkara barnagentu. Ferðin aftur til landið gekk væl og vit eru nú komin uppá pláss í einum eldri rekkjuhúsum í útjaðarnum av býnum.
Vit eru byrjað á málskúla. Tað er sjálvandi trupult at læra eitt fremmant mál, so nógv tíð fer í løtuni við at lesa málbøkur, gera málsligar venjingar og tosa saman. Hóast tað krevur nógva tíð at læra eitt mál, sum er rættiliga ørvísi í mun til tey málini vit kenna í Norðanlondum, so hava vit tó góðar vónir um at læra tað. Mállæran er ikki so trupul, og har eru bert fá málslig undantøk frá teimum vanligu reglunum. So nú er bert nógv arbeiðið og nógv venjing eftir.
Vit hava vitja fleiri kirkjur og kristin her í býnum í seinastuni. Millum annað vitjaðu vit ein mann, ið er fyrrverðandi muslim. Sum tað er álagt muslimum, so fór eisini hann á pílagrímsferð til Mekka. Meðan hann var har, sá hann Jesus í einum dreymi. Hetta broytti hansara lív. Hann fór at leita eftir Jesusi. Hann kendi ongin kristin fólk og visti ikki um nakra kirkju. Men eftir eina tíð hoyrdi hann eina kristna útvarpssending. Hann setti seg í samband við útvarpsstøðina og fekk eina bíbliu sendandi. Við at lesa í bíbliuni kom hann til trúgv á Jesus og síðan tá, hevur hann brúkt sítt lív uppá at boða gleðiboðskapin her í landinum. Nú er hann prestur í einum av teimum størstu samkomunum her í býnum.

Silas