Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Rætta kósin.
4. september 2007
Effie Campbell
Tað hendi undir seinna heimsbardaga, einaferð tá ið fiskimenninir úr Esbjerg vóru úti og fiskaðu. Sjógvurin var kjokkfullur av minum, og teir noyddust at fara til arbeiðis væl vitandi, at lívið hekk í einum klønum tráði.
Tíðliga ein morgun varð sluppin “Duen” rakt av einari minu, meðan manningin, sum taldi tríggjar mans, helt morgunandakt. Sluppin sakk, men tað eydnaðist manningini at bjarga sær upp á rekastykki, og sagt verður, at har hildu teir á við morgunandaktini. Tá ið hin fyrsti teirra sakk og varð havsins fongur, fór Verner, hin yngsti, at syngja:
Ringið, himnaklokkur! Gleði er í dag,
tí ein sál kom heim úr svongd og neyð.
Sí, nú Faðirin fekk veitslu skjótt í lag,
neyðars barninum vælkomnum beyð.
Sangurin var ein vitnisburður frá einum ungum manni, sum tryggur kundi ganga deyðanum ímóti, av tí at hann stutt undan minuspreingingini hevði givið Jesusi hjarta sítt og tí fingið sett kósina móti tí himmalsku strondini.
Tá ið sluppirnar, sum høvdu verið har í nánd, hoyrdu
minuspreingingina, skundaðu tær sær at sigla móti skaðastaðnum fyri um gjørligt at finna onkran á lívi. Teir komu ikki nóg tíðliga fram at hjálpa Verneri, hann sjólætst saman við vinmanni sínum; men hin triði varð bjargaður, og tað er hann, sum hevur sagt frá hesum. Gjøgnum vitnisburð hansara um hesa undurfullu
uppliving vóru tað summi, sum gjørdu av at broyta lív sítt og seta kós móti
himmalsku strondini, og tey kundu syngja við henda sama sangin:
“Við Guds trónu syngja einglar hátt
lov og prís og leika hørpuslátt,
og frá frelstum skara, eins og brim í sjó,
hoyrist samfelt lívsins sigursljóð.”
Hvussu stendur til hjá tær, sum lesur hetta? Hevur tú sett kós móti himmalsku strondini? Eigur tú vissuna, at tú skalt liva, um tú enn doyrt? Ert tú til reiðar at siga hesum heimi farvæl? Deyðin spyr ikki um tíð ella aldur. Verner var blaðungur. Eingin hevur lovað okkum, at vit skulu gerast gomul. Orð Bíbliunnar standa føst eisini í dag: “Búgv teg (t.e. ger teg til reiðar) at møta Gudi tínum!” Ámos 4,12.
Tað er bara ein máti, sum ger teg til reiðar at møta Gudi, tað er at taka ímóti Jesusi sum tínum persónliga Frelsara. Hann er vegurin og sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við honum. Jóh. 14,6.
Tú kanst taka ímóti honum, meðan tú lesur hetta, tí Guds orð sigur: “Sí, nú er tað ein sonn gævustund, sí, nú er tað ein frelsudagur!” 2. Kor. 6,2.
Um málið við lívssigling tíni er ókent, broyt so kós og lat málið verða ta himmalsku strondina. Bið heilt einfalt Jesus koma inn í lív títt og lat hann seta tína kós, so kemur tú sjálvur á mál, og tú kanst vísa øðrum vegin.
E. Campbell umsetti.

Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo