23. oktober 2017
Nógv hava ivaleyst roynt tað. Les meira
Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








BÝblian
4. september 2007
Bíblian er balsam fyri sálina


Dúa uppá Bíbliuna. Slít hana upp. Ger dagligan bíbiliulestur til ein vana.
Tað skrivar Hakon Christiansen, sum er fyrisitingar- starvsfólkaleiðari í Luthersk Missionsforening. Han mælir eisini til at ein skipar sín bíbliulestur - til dømis nýtir eina bíbliulesiætlan sum Bibelnøglen .
Hakon Christiansen heldur áfram: Tað er eingin, ið verður frelstur av at lesa í Bibliuni. Men tað eru nógv ið glatast, tí tey lata vera við at lesa.
Nei, tað tænir ongum endamáli at ræða nakran at lesa dagliga í Bíbliuni. Men tað má kortini sigast at fráfallið byrjar við at vit vanrøkja Guðs orð. Fyrst missir orðið sín mynduleika, og beinanvegin missa vit sannleikan og týdningin av orðinum.
Nei, dagligur bíbliulestur er eingin trygging móti fráfalli. Men tað skaðar ikki. Í roynd og veru er Bíblian júst Tær heilagu skriftirnar, sum kunnu geva beint tað mótsætta: vísdóm til frelsu við trúnni á Krist Jesus ( 2 Tim 3,15 ).

Stressa av við Bíbliuni
Og so ein hálvur sannleiki afturat. Tað hjálpir ímóti stressi.
Aftur í dag lá ein "Skeið- skrá" á skriviborði mínum. "Stressa av í dag" eitur skeiðið. Tak tær av løttum, tað er nokk av stressi til øll. Hesi skeið verða hildin allastaðni fyri tíðina. Bløð og tíðarrit við virðing fyri sær sjálvum skriva við jøvnum millumbilum temasíður um stress.
Eitt av teimun ráðum eg ofta havið sæð, eru fleiri sløg av meditatión. Eg yvirseti beinanvegin hettar til lív mítt, til dagliga bíbliulesing, at lata verðina úti fyri eina stutta løtu ella longri at vera hugsavnaður við mín faðir í Himlinum í bøn og bíbliulesing..... tað er balsam fyri sálina.

Kelda : Tro og Mission
Skriva: Kaja Laut erbach ( kl@dlm.dk )
Týtt: Kristian Thorleifsson

Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo