"... og geva hvør øðrum gávur"
13. desember 2006

Jóhann Henriksen
"Tessvegna halda júdearnir, sum búgva í torpum og bygdum, hin fjúrtanda dagin í ádar mánaði sum gleðidag við veitsluhaldi og høgtíð og senda tá hvør øðrum gávur." Est. 9.19
Fyrru kongaligu boðini
Hetta brotið er tikið úr Esterarbók. Esterarbók er serlig bók í Gamla Testamenti. Gud er ikki nevndur í henni. Men hann er har.
Í stuttum snýr bókin seg um eina søguliga hending. Persarakongurin skal finna sær eina nýggja drotning, og valið fellur á jødisku gentuna Hádassu, ella Ester á persiskum máli.
Men millum ráðharrarnar í Persararíkinum er Háman. Hann fær við snildum lagað tað soleiðis, at hann við kongsins undirskift kann senda boð um alt ríkið um "... at týna, drepa og avoyða allar júdear, bæði ungt og gamalt, børn og konur á einum degi, trettanda degi hins tólvta mánaðar – tað er ádar mánaður." Est. 3, 13. Hví hann ber seg soleiðis at, kanst tú lesa í Esterarbók og í Apokrýfisku bókunum.
Tá ið boðini koma út, loypa tey ræðslu millum júdearnar (Est. 3,15).
Seinnu kongaligu boðini
Júdearnir síggja sær bert ein møguleika fyri at bjarga lívinum. Tann møguleikin er Ester. Um hon sum fólksins umboðsmaður vil ganga inn fyri kong í forbøn fyri júdeunum. Tað vil hon, men hon vágar lívið!
Kongur tekur væl ímóti henni. Tá ið hann skilir, at Háman hevur snýtt hann, fær Háman dóm sín. Men tað er ikki nóg mikið fyri Ester. Hon spyr, um kongur ikki kann ógilda ella afturkalla boðini, sum Háman hevur sent út í kongsins navni. Men tað ber ikki til. "Tí hvørt bræv, ið skrivað er í navni kongs og innsiglað við innsiglisringi kongs, tekst ikki aftur." Est. 8,8.
Men kongur veit ráð: Skrivið nýggj brøv í navni kongs og sendið tey út um alt ríkið! "Í teimum stóð, at kongur loyvdi júdeum í hvørji borg at savnast saman og verja lív sítt, og í hvørji tjóð og í hvørjum landi at oyða, deyða og týna hvørt ránsmannalið, sum ráddist á teir, og somuleiðis børn og konur teirra og ræna ognir teirra, alt á einum degi í øllum skattlondum Áhasverusar kongs, á trettanda degi hins tólvta mánaðar – tað er mánaðurin ádar". Est. 8,11.
Úrslitið
Hesin boðskapurin førdi til ljóma og gleði, fagnað og heiður millum júdearnar (Est. 8,16).
13. ádar upprann, og tað gjørdist ein sigursdagur fyri júdearnar. Tí halda jødar enn hátíð til minnis um "teir dagar, tá ið júdearnir fingu frið fyri fíggindum sínum, tann mánað, tá ið sorg teirra broyttist í gleði og trongd teirra í fagnað, so at hesir dagar vórðu veitslu- og fagnaðardagar, tá menn geva hvør øðrum gávur, og fátæk fáa olmussu." Est. 9,22.
Fyrru kongaligu boðini
Okkara fyrstu foreldur fingu kongalig boð: "Av øllum trøum er tær loyvt at eta eftir vild; men av træi kunnleikans um gott og ilt skalt tú ikki eta; tí at so skjótt, sum tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja!" 1. Mós. 2, 16–17.
Tey gjørdu ímóti Guds boðum og deyðin kom inn. Tann andligi deyðin - tey fjaldu seg fyri Gudi, likamligi deyðin og ævigi deyðin - glatanin. At Ádam gjørdi ímóti Guds boðum, fekk ikki bert fylgjur fyri hann, men fyri alla mannaættina. "Tess vegna, líkasum syndin kom inn í heimin við einum menniskja og deyðin við syndini, og deyðin soleiðis trongdi seg ígjøgnum til øll menniskju, av tí at tey syndaðu øll." Róm. 5,12.
Fær Gud Heilagi Andi opinberað henda sannleika fyri okkum, síggja vit, at tað er úti við okkum. Vit glatast.
Seinnu kongaligu boðini
Men hava vit nakran møguleika? Júdearnir høvdu Ester. Hava vit nakrar, sum kann tala okkara sak?
Jú, Jesus! Hann setti sítt lívið í veð, ja, meira enn tað, hann gav sítt lív fyri at bjarga okkum. Við honum fingu vit eini nýggj kongalig boð: "Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív". Men fyrru kongaligu boðini eru enn í gildi; tí er seinni parturin av ørindinum galdandi: "men tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guds verður verandi yvir honum." Jóh. 3,36.
Úrslitið
Við Jesusi ævigt lív. Uttan Jesus ævig glatan. Tí er Jesu føðing ein gleðihátíð.
Fær Gud Heilagi Andi opinberað sannleikan um Jesus fyri okkum, so er orsøk til gleðidagar við veitsluhaldi og høgtíð og at senda hvør øðrum gávur.
Gleðilig jól!