Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Hin hægsti setti seg sjálvan lágt!
5. desember 2006
Meðan Augustus keisari enn livdi, lat hann reisa ein veldigan gravstein eftir seg. Hesin minnisvarðin var 87 metrar til ummáls, 44 metrar høgur og klæddur við marmori og gulli. Ovast uppi stóð ein gylt standmynd av keisaranum.
Eingin skuldi vera í iva um, at her var ein av heimsins máttmiklastu monnum jarðaður.

Í dag eru bara toftir at síggja. Rómverjar siga, at tær mest av øllum líkjast eini brendari tonn. Soleiðis gekst tí manni, ið gav boð um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal.

At onnur enn søguáhugað í dag yvirhøvur kennast við navnið Augustus skyldast nakað heilt annað. Tað skyldast eitt lítið barn, ið varð føtt í einum lítlum króki av hansara veldiga ríki.

Her verða allar okkara hugsanir um stórt og smátt av sonnum vendar á høvdið. Henda føðingin - ikki ólík øllum øðrum føðingum – hevur býtt tíðina sundur í fyri Krist og eftir Krist.

Heimsins mætasti maður, sum ein heilur heimur skalv fyri, er nú bert ein fótnota í eini føðifrásøgn. Meðan boðskapurin um hetta lítla barnið enn verður boðaður um allan heim – ja, ongantíð so nógv sum í dag! Hvønn einasta dag venda fleiri tíggju-túsund fólk um til Kristus!

Jú, hann var bert eitt lítið barn, eins og eg og tú. Og kortini var hann sjálvur Guds sonur, ið var hjá faðirinum, áðrenn nakar heimur var til. Paulus sigur um hann í øðrum kapitli í Filippi: "Hann, sum, tá ið hann var í Guðs mynd, ikki helt tað fyri rán at vera Guði líkur."

Men tað stóra undrið er, at hann, sum Paulus orðar seg, "avklæddi seg" Guds mynd, "í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur!"

Hann, hin hægsti av øllum, setti seg sjálvan lágt! Ja, lægri enn nakað menniskja! Sum Paulus heldur fram: "Hann varð lýðin til deyða, ja, til deyða á krossi."

Alt hetta gjørdi hann fyri teg og meg, ja, fyri alla mannaættina! Hann kom – ikki fyri at verða tænaður, soleiðis sum Augustus kravdi av sínum undirsáttum – og soleiðis sum vit mangan - so ella so - ynskja av medmenniskjum okkara.

Nei, hann kom fyri sjálvur at tæna og geva sítt egna lív sum loysigjald fyri okkum! Hann kom at keypa okkum syndarar leysar frá trældóminum undir syndini. Hann kom at bjarga okkum úr tí óføri, sum vit sjálvi hava komið okkum út í. Hann keypti okkum leys – við sínum egna blóði!

Nei, tað var ikki tann stóra kongatignin yvir honum. Sjálv móttøkan var, sum Brorson yrkir: "Hvar heimur tær ei annað beyð enn fjós og krubbu, kross og deyð'!" Tí ríki hansara var ikki og er ikki av hesum heimi.

Nei, Gud er ikki sum vit og hugsar ikki sum vit! Hann sær ikki tað stóra í tí, sum vit mangan seta høgt: Æru, ognir og status. Nei, tað, sum hann sær stórt í, tað er hitt einstaka menniskjað, tí hann hevur sjálvur skapað tað! Tann einstaki/a hevur óendaligt og óbroytandi virði í hansara eygum!

Tí kom hann sjálvur – hann sum er yvir øllum! Tí hann setti okkum framum alt! Framum síni egnu rættindi og kor hjá faðir sínum í himli.

Hann frásegði sær alt sítt egna. Fyri at vit kundu fáa lut í hansara barnakorum. Hann gjørdist fátækur, fyri at gera okkum rík!

Jesus kom. Tí halda vit jól. Koyr hann ikki út í fjósið, men lat hann fáa heiðurspláss í tínum lívi, eisini hesi jól!

Gleðilig jól – saman við Jesusi!
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo