Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








TÝ­ saman vi­ Jesusi
7. november 2006
Petur Martin Glerfoss
Óivað er gerandisdagurin hjá teimum flestu vorðin alt meira strongdur. Eg sjálvur og helst fleiri við mær mugu ásanna, at vit ikki fáa stundir til alt, ið vit ætla okkum.
Við øllum teimum hjálpitólum, vit hava í dag, gongur alt skjótari fyri seg. Hetta átti at merkt, at vit fingu tíð at gera ymiskt, vit annars ikki hava stundir til.
Við fartelefonini fáa vit fatur í arbeiðs-felagum og vinum, við bilinum koma vit skjótari fram, teldan kann avgreiða alt frá bankaviðurskiftum til brøv og keyp av ymiskum. Men er gerandisdagurin vorðin lættari? Náa vit veruliga meira enn áður? Og hvussu ávirkar hetta okkara andliga lív?
Mangan mugu vit ásanna, at okkara lív ikki er, sum vit ætlaðu. Vit hoyra javnan frá øðrum, at tað er minni munur á okkara lívi og teirra, sum ikki kalla seg trúgvandi.
Tað eyðkennir mong trúgvandi fólk, serliga í Vesturheiminum, at tey alt ov ofta hokna undir tungum byrðum ella ringari samvitsku. Og tey vita ikki, hvagar tey skulu fara við hesum. Tey vita alt um Jesus, men kenna ikki, at tey veruliga sleppa av við byrðuna.

Eingin søkir Gud av sær sjálvum
Tíðin talar ikki fyri, at fólk skulu seta seg inn í teirra trúarlæru. Sagt verður, at skilnaðurin millum teir ymisku kristnu trúarbólkarnar má fáast burtur, tí tað er ikki kristiligt at vera ósamd. Trupulleikin er bert tann, at okkara kristnitrúgv hevur nakrar lívsneyðugar sannleikar, ið ofta muga tigast burtur, um øll skulu verða samd.
Fólk vita tí ikki, hvønn tey hava sett sína trúgv á! Hvørjum tey veruliga eru frelst frá og hvussu ótrúligt tað er at verða Guds barn.
Bíblian lærir, at øll hava syndað, og teimum vantar (manglar) Guds heiður (Róm. 3,23). Eisini sigur Dávid, at hann varð føddur í misgerð og gitin í synd (Sl. 51,7).
Tá Gud skapti heimin, livdi menniskjað uttan synd og var saman við Gudi. Tey høvdu møguleikan at velja Gud ella at vraka hann.
Eftir syndafallið var ikki møguligt hjá nøkrum menniskja sjálvt at søkja Gud (Róm. 3,10-12). Øll menniskju eru syndarar, eisini tað nýfødda barnið.
Trupulleikin er, at Gud ikki kann góðtaka synd og tí er noyddur at koyra syndina burtur frá sær. Einki menniskja kann tí koma til Guds í sær sjálvum.

Veitst tú, hvønn tú trýrt á?
Okkara einasti møguleiki at koma til Guds er ígjøgnum Jesus. Hann er vegurin, eingin kemur til faðirin uttan við honum (Jóh. 14,6).
Gud hevur gjørt ein náðisáttmála við Jesus. Ein sáttmála ið ongantíð kann vikast, ein sáttmála ið varð gjørdur fyri uml. 2000 árum síðani og sum eingin kann nerta. Í hesum náðisáttmála ljóðar, at tað er eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi (Róm. 8,1).
Tað fer altíð at henda fyri okkum, at vit ivast um frelsuna, um Gud nú aftur kann fyrigeva okkum. Tað fellur okkum lætt at hugsa, at einaferð má náðin verða uppi.
Her kemur hin sami gamli boðskapurin um, at vit sjálvi ikki kunnu gera nakað við frelsu-sáttmálan. Okkara føll og vánaliga trúarlív hava ikki ávirkan á, um náðisáttmálin heldur ella ikki. Tað er ein sáttmáli gjørdur millum Gud og Jesus. Tað einasta, vit kunnu gera, er at trúgva á Jesus og hansara verk, tá er eingin fordøming fyri okkum.
Hetta merkir so, at einasti munur á frelstum og ikki-frelstum er trúgvin á Jesus og ikki okkara skroypiliga trúarlív. Sjálvandi skal eitt lív í Guds náði føra til eitt lív í Jesu fótasporum. Eitt lív við ynski um at líkjast Jesusi meir og meir.

Vit mugu stíga út á lyftini
Fleiri liva eitt ógvuliga grunt kristnilív. Tey trúgva á Jesus og royna at lata hann ávirka teirra lív, men tey vilja eisini hava av hesum heimi og lata hann ávirka tey.
Men við ikki at stíga út á lyftini og ikki av heilum hjarta at geva lív sítt til Jesus missa tey nakað, ið hevði verið til stóra signing fyri tey.
Við øllum hjálpitólum vóna vit at kunna náa meira, so vit kunnu nýta meira tíð saman við familju og Jesusi sjálvandi.
Men eg trúgvi, at tey flestu mugu ásanna, at so er ikki. Veruleikin er ofta, at okkara gerandisdagur er líka strongdur sum fyrr.
Tey flestu okkara hava eitt inniligt ynski um at liva Jesus, men vit eru so bundin av heiminum, at vit ikki hava frímóð til at liva hetta fult út.
Hvat gera so tey, ið hava so stórt frímóð, at tey vilja tæna Gudi, uttan mun til hvat tað kostar? Hvat hava tey, sum vit ikki hava?
Vit kunnu hyggja eftir teimum, ið eru farin út í heimin, hvussu hetta hevur ávirkað lív teirra. Tey fáa ofta eitt nógv størri álit á Gud og gerast meira tengd at honum.
Steffan varð steinaður til deyða. Hann gavst ikki at boða Jesus, hóast hetta kostaði honum lívið.
Pætur og Johannes søgdu, at teir ikki kundu annað enn tala um tað, teir høvdu sæð og hoyrt, hóast teir fullvæl vistu, at hetta kundi kosta teimum lívið.

Liva saman við Jesusi
Loyndardómurin er uttan iva, at hesi nýttu nógva tíð saman við Jesusi. Av tí at Pætur og Johannes ikki kundu tiga um Jesus, undraðist ráðið á, at teir bert vóru vanligir menn, og teir komust við, at teir høvdu verið saman við Jesusi. Teir høvdu livað saman við Jesusi dag og nátt í trý ár, Jesus var teirra lív.
Tá Paulus fyri seinastu ferð var á veg til Jerúsalem, har hann visti, at hann varð tikin til fanga og seinni skuldi lata lív fyri Jesu skuld, tá metti hann lív sítt einkis vert, um hann bara fullførdi skeiðið og slapp at boða gleðiboðskapin um Guds náði (Áps. 20,24).
Hvussu kunnu vit fáa størri frímóð, tá vit brúka minni tíð saman við Jesusi í bøn og bíbliulesnaði? Tað er haðani, vit fáa styrkina, har fáa vit at vita, at vit hava stórt virði og sleppa at hvíla, har fáa vit at vita, at alt er okkum fyrigivið, og vit kunnu byrja av nýggjum uttan skuldar-kenslur og uttan krøv.
Vit mugu nýta nógv meira tíð saman við Jesusi, lata hann siga alt við okkum og vit alt við hann. So vit kunnu lyfta høvdið høgt, eisini tá okkara lív ikki er júst so, sum vit ætlaðu. Hann má vaksa, eg má minka.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo