Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








┴ fer­ini heim
14. september 2006
Hj°rleif Poulsen
Tað er eingin sjálvfylgja at náa tryggur heim í Guds ríki. Mangir vandar lúra. Men Gud situr enn á trónuni. Og Jesus Kristus bjóðar okkum enn av náði at koma til sín og at leiða okkum heim.
M.a. hetta er boðskapurin í hesi greinini hjá Hjørleif Poulsen.
Syndamyrkur
Tað er ein sannroynd, at syndin hevur sett síni sjónsku spor ígjøgnum allar tíðir. Hon hevur drigið mannaættina ígjøgnum hetta runudýki nú í øldir, har sjúka, deyði, hatur, siðloysi, kríggj, gudsspottan og mangt annað hevur lagt sín myrka skugga um heimin allan, so at mannasálin í allar hesar øldir í sínum hjálparloysi og tómleika hevur skríggjað eftir einum betri heimi at liva í.
Men frá tí myndugleika, har hon alt ov ofta hevur søkt sær hjálp og ráð, hevur eingin bati verið at fingið. Heldur er støðan bert versnað, tí tann, sum á tí trónuni situr, er argasti mótstøðumaður Guds og gleðist um óndskapin í heiminum. Á síni trónu situr hann mangan skaðafróur í skellilátri um alt tað ónda, ið hendir, tá hann við sínum sendiboðum kastar síni gørn eftir menniskjum, sum í síni blindi lata seg fanga. Og góðtrúgvin, sum tey eru, lata tey seg sannføra um, at hetta er tað einasta rætta lívið.

Myrkursins ósigur
Men innast inni í síni myrku sál veit hesin sálarfíggindin, at hann hevur avmarkaða tíð at virka í. Tí einaferð langt síðani avklæddi hin Heilagi seg sína guddómsmynd og tók á seg tænaramynd og gjørdist monnum líkur. Og tá hann í størsta veikleika útpíndur og allar veikastur rópti sigursrópið frá krossinum á Golgata, tá visti djevulin til sína stóru ræðslu, at sigurin, sum hann hevði roknað við, skuldi koma í hús, var gloppin av hondum med alla. So nú var bert eitt eftir at gera: At gera so nógvan skaða sum gjørligt og at taka so mong menniskju við sær sum gjørligt í tí endaliga fallinum.

Eitt í at velja
Menniskjað er veikt og hevur ilt við at halda sær frá at lurta eftir myrkursins røddum, sum javnt og samt teska síni ráð og lyftir úr øllum herðashornum. Líka síðani Eva á sinni í Edens urtagarði toygdi seg framyvir fyri betur at hoyra svikaráðini og lyftini og fylgdi teimum, líka síðani tá hevur menniskjað bert havt eitt í at velja fyri ikki at fara í æviga glatan – og tað valið er at lurta eftir Guds rødd og gera eftir henni. Sagt verður um syndina, at hon er sum kettan, sum liggur á trappusteininum og dúrar. Verður hurðin gloppað, raknar hon av sonnum við og smoyggir sær innum.

Ljós heimsins
Tá Gud fór undir at skapa henda heimin, so var tað ljósið fyrst av øllum, hann skapti. Og hann sá, at ljósið var gott, og í hesum ljósi skapti Gud alt hitt, til liðugt var og skipað viðurskifti vóru í heiminum. Síðan kundi Gud hvíla hin sjeynda dagin.
Tá ið Gud setti sær fyri at fáa skipað viðurskifti millum seg og sín skapning aftur og millum skapningin allan sínámillum, sendi hann Son sín, ljós heimsins í heimin, fyri at hetta ljósið skuldi upplýsa mannahjørtuni um synd, um rættvísi, um dóm og beina tey aftur á rætta leið.
Í veikleikans løtu Guds Sonar á Golgata, tá hann steig niður í tað myrka og kalda vónloysið, fóru heilagar almáttugar kreftir ígongd, so at beinur vegur varð opnaður av Golgata inn í tað allarheilagasta, har hin almáttugi Gud situr á síni trónu. So at tann syndatyngdi syndarin, sum boyggir seg við krossin á Golgata og biður um fyrigeving, hann boyggir seg eisini inn fyri Guds heilagu trónu inni í tí allar heilagasta og fær at hoyra tey lívssælu orð: "Syndir tínar eru tær fyrigivnar. Guds Sonar blóð reinsar frá allari synd."

Gud á trónuni
Gud situr á síni heilagu trónu, og har verður hann sitandi um ævir og Guds Sonur, Jesus Kristus, við hansara høgru lið, hann sum einaferð skal koma aftur á himmalsins skýggjum at døma livandi og deyð. Tí verður tann álvarsami spurningurin settur tær og mær og øllum menniskjum: Hvør situr á trónuni inni í okkara hjarta? Tí í syndafallinum fekk djevulin tað so snildisliga í lag, at hann fekk troka Gud burtur haðani og fekk menniskjað sett har ístaðin. Og tað vita vit, at har, sum menniskjað skal stýra og ráða einsamalt, har hevur djevulin sera góðar møguleikar sjálvur at leiða menniskjað longur og longur burtur frá Gudi. Og hann sparir ongan.
Dávid kongur, ein av Guds útvaldu, fekk at kenna sviðan av, at Gud varð settur av trónuni í hansara hjarta. Girndin menti seg so nógv, at hon tók ræðið á hansara gudsbarnalívi.

Halt fast
Men tað er okkara stóra troyst og hjálp, at Gud rekur ongan frá sær, sum kemur til hansara í angri og bøn um fyrigeving. Tí trúareygað skoðar úr myrkrinum móti ljósinum, sum bert hann er, ið hevur skapt henda heimin og heldur honum uppi til endatíðina, og sum hevur tikið allar syndir og misgerðir manna og kasta tær í gloymskunnar hav. Og tað má vera eitt stórt og djúpt hav, tí syndirnar eru nógvar og fjølbroyttar.
Men einasti háttur at røkka tí høga máli, sum er hitt æviga lívið heima hjá Gudi, er at drekka av lívsins keldu hvønn dag og halda fast við tað heilaga orð, sum hann í sínum vísdómi hevur givið menniskjum til sálarbótar í tí dagliga andliga stríðnum, har vit, sum halda fast við hansara navn, javnt og samt verða álopin av myrkursins maktum.
Eins og ísraelsfólk skuldu ganga eina ferð um dagin í seks dagar og sjey ferðir hin sjeynda dagin kring Jeriko múrar, áðrenn teir rapaðu, so heitir Gud eisini á síni trúgvandi um at halda út í stríðnum og ikki falla frá, tí tá er deyðin í durinum. "Halt tí fast, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína." (Opb. 3,11)
Undan gekk hann, sum á krossinum hekk. Og hann er eisini við á ferðini hjá einum og hvørjum pílagrími, sum við lovsongi í hjartanum stríðir seg fram eftir tí smala vegnum móti tí æviga staðnum, sum er í eygsjón handan deyða og grøv.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo