Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Vit eru salt jar­arinnar og ljˇs heimsins
31. juli 2006
Atli Rasmussen
"Sæl eru tey í andanum fátæku, tí at himmiríkið er teirra. Sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst. Sæl eru tey spaklyntu, tí at tey skulu fáa jørðina í arv...
"Sæl eru tey í andanum fátæku, tí at himmiríkið er teirra. Sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst. Sæl eru tey spaklyntu, tí at tey skulu fáa jørðina í arv. Sæl eru tey, ið hungra og tysta eftir rættvísi, tí at tey skulu verða mettað. Sæl eru tey miskunnsomu, tí at tey skulu miskunn fáa. Sæl eru tey hjartareinu, tí at tey skulu síggja Gud. Sæl eru tey friðsomu, tí at tey skulu verða kallað Guds børn. Sæl eru tey, ið verða forfylgd fyri rættvísis sakir, tí at himmiríkið er teirra. Sæl eru tit, tá ið tey spottreka tykkum og forfylgja tykkum og við lygnarorðum tala alt ilt um tykkum fyri mínar sakir. Gleðið tykkum og fegnist, tí at mikil er løn tykkara í himlinum; tí at somuleiðis forfylgdu tey profetunum, ið vóru undan tykkum.
Tit eru salt jarðarinnar; men um saltið dovnar, hvørjum skal tað tá verða saltað við? Tað dugir einki longur uttan at verða blakað út og traðkað undir mannafótum. Tit eru ljós heimsins. Ikki kann tann staður verða fjaldur, ið er uppi á fjøllum. Ikki heldur kveikja tey ljós og seta tað inn undir skeppumálið, men í ljósastakan; tá lýsir tað fyri øllum, ið inni eru í húsinum. Soleiðis lýsi ljós tykkara fyri fólki, at tey mega síggja góðgerðir tykkara og æra faðir tykkara, sum er á himni." Matt. 5,3-16

Hesi ørindini eru byrjanin til tað, sum vanliga verður kallað Jesu fjallatala (kap. 5-7). Hesi gott hundrað ørindini ella tann fyrsti parturin av teimum eru uttan iva tað, sum tey flestu kenna Jesus fyri at hava sagt. Ein perla millum heimsbókmentir siga mong. Mong menniskju siga seg vita, hvat Jesus tosar og lærir um. Men veruleikin er heldur tann, at hetta er nakað av tí mest misskilta av øllum, sum Jesus lærir.

Jesus talar við endurfødd
Tað er týdningarmikið at gera sær greitt, hvønn Jesus tosar við. Hann tosar við tey, sum trúgva á Jesus. Orðini eru til teirra, sum eru fødd av nýggjum.
Fortreytin fyri, at vit kunnu liva, soleiðis sum Jesus her tosar um, er júst, at vit eru fødd av nýggjum. Sjálvur sigur Paulus (Tit. 2,14): “Hann sum gav seg sjálvan fyri okkum, fyri at hann kundi loysa okkkum út úr øllum lógloysi og reinsa sær sjálvum eitt eigindómsfólk, áhugað til góðar gerningar”. Jesus sigur ikki: “Um tú livir soleiðis, sum tað stendur í teimum fyrstu ørindunum í kap. 5, so verður tú ein kristin”! Nei, Jesus sigur: “Av tí at tú ert kristin, livir tú soleiðis”.
Í ørindunum 3-12 verða nøkur grundleggjandi eyðkenni við tí kristna karakterinum og atferðini undirskrikað – í viðurskiftunum við Gud og í viðurskiftunum við næsta okkara. Her verður eisini undirstrikað, hvussu Gud signar tey, sum hava hesi eyðkenni.

Eyðkenni teirra endurføddu
Ørindini 13-16 vísa okkum, hvussu fullkomuliga øðrvísi tey kristnu eru í mun til heimin og hvussu tætt sambandið hjá teimum kristnu er við heimin. Heilt stutt kunnu vit eisini siga, at myndirnar av salti og ljósi vísa á ta góðu ávirkan, sum tey kristnu hava í einum samfelagi, um tey – og bert um tey – varðveita tey grundleggjandi eyðkennini í ørindunum 3-12.
Hesi eyðkenni verða vanliga mett sum ússalig í heimsins eygum. Hvussu kunnu menniskju við hesum eyðkennum hava ávirkan á ein heim, sum er so harður og ráður? Hvat skulu spaklynt og eyðmjúk gera í hesum heimi? Hvat skulu tey miskunnsomu og friðsomu gera? Kunnu fólk við hesum eyðkennum hava nakra ávirkan yvirhøvur? Eru tey ikki ov veik? Og eru tey, sum trúgva á Jesus, ikki eisini ein minniluti í hesum heimi?
MEN: Jesus er ikki svartskygdur viðvíkjandi tí ávirkan, sum hesi menniskju hava! Tú og eg eru kallað til at vera øðrvísi! Vit eru kallað til at vera salt og ljós. Áðrenn vit koma meira inn á, hvat og hvussu vit skulu vera í hesum heimi, mugu vit kanna eftir, hvat Guds orð sigur um henda heim.

Heimurin
Guds orð sigur, at heimurin - latin yvir til sín sjálvs - rotnar og er myrkur. Men menniskju síggja heimin øðrvísi enn Guds orð. Nógv halda, at menniskjuni alsamt mennast og gerast betri og betri før fyri at loysa nógvar trupuleikar, t.d. kríggj og stríð manna millum. Og at hungur og órættur gerast ein minni trupulleiki. Vísa royndirnar ikki eisini tað?
Nei! Síðan hesin hugsanarháttur meira og meira hevur vunnið frama, hava vit havt tveir heimsbardagar og eitt ótal av smákríggjum. Tað hava ongantíð verið so stórir trupulleikar við hungursraktum og líðandi sum júst nú. Hvønn dag síggja vit dømi um, at lívið í hesum heimi ikki mennir seg til nakað betri og at vit ikki verða betri til at loysa grundleggjandi trupulleikar.
Síðan eg fyrstu ferð grundaði yvir henda tekst, er nógv hent. Stutt eftir at Berlinmúrurin rapaði, søgdu mong, at nú fór alt at verða betri. T.d. segði Herbert Pundik, at vit í Europa ikki longur fóru at hava kríggj. Nakrar dagar seinni sá eg hann og hugsaði við mær sjálvum: "Hvussu kann ein so vitugur maður vera so óvísur?" Alt, sum síðani er hent í Europa, talar fyri seg sjálvan.
Guds orð hevur altíð sagt okkum, at heimurin er fallin. Hann vil ikki tað góða. Lyndið í hesum heimi er kríggj og órættur manna millum. Tað er júst sum við tvøsti: Verður tað latið yvir til seg sjálvt, rotnar tað!

Vit eru salt jarðarinnar
Her koma tú og eg, sum trúgva á Jesus, inn í myndina sum salt og ljós. Vit eru kallað til at vera øðrvísi. Vit skulu vera líka øðrvísi enn hesin heimur, sum salt er í mun til rot og ljós í mun til myrkur. Vit, sum hoyra Jesusi til, skulu vera ein mótmentan í hesum heimi, sum ikki vil tað, sum Gud vil.
Vit kenna øll salt, ikki minst í Føroyum har vit brúka rættuliga nógv salt pr. íbúgva. Í húsarhaldinum koyrir mamman salt í alt møguligt og pápin saltar grind og spik og kanska stroyðir í meira lagi á tað, sum hann etur. Onkur hevur sæð pápa sín stroytt salt á trappurnar í hálku.
Hvussu virkar salt? Saltið forðar roti. Á tann hátt virkar saltið negativt, soleiðis at skilja at tað forðar fyri nøkrum, nevniliga at nakað ringt hendir.
Tað er týdningarmikið at gera sær greitt, at tey kristnu og heimurin eru hvør sítt! Hesin munurin er heilt grundleggjandi, tá Jesus brúkar myndirnar við salti og ljósi. Á einari síðu er heimurin og á hini tey, sum eru salt og ljós.
Mong halda, at vit skulu vera salt jarðarinnar sum kirkja og ikki sum einstaklingar. Kirkjan skal koma við yvirlýsingum og áheitanum um ymiskt, sum er skeivt í samfelagnum og heiminum. Eftir mínum tykki er hetta ein misskiljing.
Høvuðsuppgávan hjá kirkjuni er at boða gleðiboðskapin: At vit eru glataðir syndarar, men at Gud hevur tikið stig til at bjarga okkum. At Gud við Jesusi hevur vunnið okkum syndanna fyrigeving, atgongd til Faðirin og ævigt lív. Og at vit við trúgv á Jesus hava lut í hesum.
Um tað ikki í samfelagi okkara eru menniskju, sum í gerandisdegnum liva eitt satt kristnilív, so gagna yvirlýsingar og áheitanir frá talarastólinum einki.
Menniskju, sum liva eitt satt kristnilív, kunnu ávirka samfelagið. Bert fá teirra hava rættuliga stóra ávirkan á tí staði, ið Gud hevur sett tey! Ein nevi av salti, har rot hóttir, hevur rættuliga stóra ávirkan. Men saltið má koma í samband við tað, sum rot hóttir! Saltið má stroyðast útyvir og gníggjast inn í.
Soleiðis skulu vit vera salt sum einstaklingar. Tað er størsta vónin fyri samfelag okkara, at fleiri venda um og liva eitt rættuligt kristnilív.
Saltið virkar eisini í loyndum! Vit síggja ikki, meðan tað arbeiðir, men tað arbeiðir. Tað er ikki so nógv buldur og brak, men virksemið er rættuliga sterkt og sjónligt.
Í Føroyum eru mong dømi um, hvussu alt broyttist, tá tann stóra vekingin kom. Fleiri skiparar høvdu óreiðilig viðurskifti við myndugleikar og manning. Men alt broyttist, tá Jesus kom inn. Fleiri gjørdu upp við myndugleikarnar og viðurskiftini við manningina broyttust. Henda ávirkan og broyting kann fara fram á samfelagsstøði ella lokalt – í tí umhvørvi har Gud hevur sett okkum.

Vit eru ljós heimsins
Vit skulu ikki bert vera salt, men eisini ljós í einum heimi, sum er myrkur. Ja, Guds orð sigur beinleiðis, at einki annað ljós er í hesum heimi enn tey, sum liva eitt rætt kristnilív: “Tí at tit vóru áður myrkur, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljósins” (Ef. 5,8).
Vit vita eisini, hvussu ljós virkar. Ljósini verða tendrað, tá sólin setur. Saltið virkar negativt, meðan ljósið virkar positivt. Tað virkar ikki í loyndum, tað skínur og virkar, so øll síggja.
Jesus er ljós heimsins og gevur okkum ljós. Vit eru her fyri at lýsa fyri fólki, fyri at siga teimum, at tað er ein vegur heim til okkara rætta Faðir. Í grundini er tað ein einfaldur vegur. Tað er at kenna Jesus úr Nasaret. Hann er Guds sonur, sum kom av Himni fyri at bjarga tí, sum er farin burtur.
Tú og eg, sum trúgva á Jesus, liva í einum myrkum heimi, millum menniskju sum ganga í myrkri. Tey hava einki annað ljós enn teg og meg og tann gleðiboðskap, sum vit trúgva og boða. Tey hyggja eftir okkum. Tey lesa ikki í Bíbliuni, men tey lesa okkum. Síggja tey nakað øðrvísi við okkum?
Koma tey til okkara og siga: "Hví ert tú soleiðis?" "Hvør hevur gjørt teg soleiðis?" "Tað er okkurt við tær?" So kunnu vit siga teimum um Jesus, sum gav lív sítt fyri at bjarga okkum.
Ella koma tey og siga: "Tú ert einki øðrvísi enn øll hini!" Einki eigur at særa ein kristnan meira enn at hoyra: "Tú ert júst sum hini!" Hví? Tí vit eru kallað til at vera øðrvísi! "Verið ikki sum hini", sigur Jesus.
Vit kunnu ikki goyma okkum, vit sum trúgva á Jesus. Vit eru sum ein býur, ið er uppi á fjøllum. Hann kann ikki fjalast. Við øðrum orðum: Um vit eru sonn kristin, kunnu vit ikki fjala okkum. Alternativið til at gerast verðslig er ikki at fjala seg, men at vera ljós og salt!
Jesus fer longur: "Ikki kveikja tey ljós og seta tað undir skeppumálið, men í ljósastakan; tá lýsir tað fyri øllum, ið eru inni í húsinum." Ímynda tær, at vit kveikja eitt ljós og hvølva eina spann omanyvir. Tankin er eitt sindur ørur og tað hevði verið tápuligt, um vit gjørdu á sama hátt í veruleikanum. Tað er nevniliga ein freisting fyri ein trúgvandi at liva á henda hátt. Tí sigur Jesus tað, hann sigur.
Jesus hevur gjørt okkum, sum trúgva á hann, til nakað, ið skal virka sum eitt ljós, ið er ein staður uppi á fjøllum, sum ikki kann fjalast. Fjala vit okkum, gera vit okkum nyttuleys! Tað er stak óhugnaligt, at nógv halda, at tað er serliga andligt at fjala seg fyri at verja sín kristindóm. Tað er ein misskiljing. Eitt ljós í einum blikki við loki á er ikki til nakra nyttu. Tað slóknar eisini eftir stuttari tíð. Salt, sum ikki kemur í samband við tað, sum rot hóttir, er nyttuleyst.

Sambandið við Jesus
Skulu vit virka sum salt og ljós, mugu vit fáa lív frá Jesusi, sum er okkara kraft- og ljóskelda. Vit eru bert ljós, um hann, sum sjálvur er ljósið, virkar í og ígjøgnum okkum. Tí mega vit áhaldandi koma til Jesus. Bert tá vit varðveita eyðkennini í Matt. 5, 3-12, kunnu vit virka sum salt og ljós.
Tað, sum ein lampa er fyri eitt hús, er ein Jesu eftirfylgjari fyri heimin. Tað eigur ikki at undirmetast, hvørja ávirkan góðgerðir hjá kristnum hava á onnur. Mong leggja merki til tað. Tað er júst tað, sum Jesus vil!
"Soleiðis lýsi ljós tykkara fyri fólki, at tey mega síggja góðgerðir tykkara og æra faðir tykkara, sum er á Himni."
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo