Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Jesus gav okkum seg sjßlvan
23. desember 2005
Einaferð var tað ein vísur og góður kongur í Persia, sum elskaði sítt fólk! Hann vildi fegin vita, hvussu fólkið livdi og hvørjar byrður tey høvdu at bera í gerandisdegnum...
Einaferð var tað ein vísur og góður kongur í Persia, sum elskaði sítt fólk! Hann vildi fegin vita, hvussu fólkið livdi og hvørjar byrður tey høvdu at bera í gerandisdegnum. Tí lat hann seg ofta í sum ein arbeiðsmaður ella sum ein biddari og fór so at vitja tey fátæku. Eingin kendi hann aftur.

Einaferð vitjaði hann ein ógvuliga fátækan mann, ið búði í einum kjallara. Kongurin át sama vánaliga mat sum fátæki maðurin. Og talaði blíð og vinarlig orð til hansara. So fór hann avstað aftur.

Seinni vitjaði hann fátæka mannin aftur og avdúkaði, hvør hann var. Kongurin ivaðist ikki í, at fátæki maðurin fór at biðja um onkra gávu ella tænastu. Men tað gjørdi hann ikki!

Ístaðin segði hann: "Tú fórt úr tínum slotti og frá skarti og skreyti - fyri at vitja meg á hesum myrka og troystarleysa staði. Tú át tann vánaliga matin, sum eg át. Tú bar hjarta mínum gleði. Øðrum hevur tú givið tínum dýru gávur - mær hevur tú givið teg sjálvan!"

Guds sonur var í dýrd hjá faðir sínum frá ævigum tíðum! Men hann setti seg sjálvan lágt og lat seg føða inn í henda heim. Hann, ið er Gud sjálvur, búsettist okkara millum – millum okkum skitnu og fátæku syndarar. Hann át saman við menniskjum, nam við menniskju og talaði við menniskju.

Um tað bert var kunning um Gud, vit høvdu brúk fyri, kundi hann bara sent nøkur sendiboð! Gud hevur milliónir av einglum til at taka, um so skal vera.

Men Gud sendi ikki ein annan, nei, hann kom sjálvur! Tí tað, sum hann vildi hava framt, kundi ikki gerast á annan hátt. Tað var frelsu, vit høvdu brúk fyri. Tí kom Guds sonur sjálvur at liva saman við okkum og síðani at doyggja fyri okkum!

Himmalsins kongasonur - dýrdarinnar kongur, Harrin Jesus Kristus – kom sjálvur og gav mær og tær seg sjálvan! Vraka ikki ta allarstørstu jólagávuna!
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo