Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Gud flutti inn hjß okkum
16. desember 2005
Jßkup Olsen
"Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika." Jóh 1,14.
Tað sigst, at enski heimspekingurin Bertrand Russell, sum ikki trúði á Gud, einaferð varð spurdur av tíðindafólki, hvat hann hevði sagt við Gud, um hann einaferð skuldi møtt honum handan deyða og grøv. Russell svaraði nakað soleiðis: ”Eg hevði spurt hann, hví hann ikki hevði gjørt seg meira sjónligan á jørðini.”
Í tekstinum omanfyri lesa vit: Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum. Við hesum mugu vit sanna, at Gud hevur gjørt seg rættiliga sjónligan á jørð. Gud gjørdist menniskja, føddur av eini kvinnu. Jesus var sannur Gud og satt menniskja. Soleiðis er Gud í syni sínum komin inn í okkara ætt. Jesus er Guds sonur, men hann er eisini ein av Ádams ætt og tí av sama blóði sum vit. Jesus er ein av okkara, men tó so ólíkur okkum; hann var uttan synd. Jesus sigur: ”Eg og faðirin eru eitt.”
Tá vit lesa hetta, verða vit skjótt greið yvir, at okkara vit og skil røkkur als ikki til. Men her hava vit eisini við hin almáttuga Gud at gera, hann sum hevur skapt himmal og jørð, menniskjuni og alt, sum rørist á foldum; hjá honum er einki ógjørligt. Tó er tað so vælsignað, at um vit lítið skilja av hesum, so skapar Guds orð - tá tað verður boðað í anda og sannleika - trúgv í hjørtum okkara, so vit kunnu líta á, at hetta er sannleikin, Guds æviga orð.

Stór ávirkan
Vit kunnu so spyrja, hvørja ávirkan tað hevur havt á heimin, at Jesus kom. Hesin spurningur er sera torførur, tí ávirkanin á heimin er so stór og umfatandi, at eingin er førur fyri at greiða frá tí. Tó er týdningarmiklasta ávirkanin, at síðan Jesus gekk á foldum og til dagin í dag, hava menniskju í milliónatali vitnað um, at við trúnni á Jesus fingu tey frið við Gud. Hetta var eisini Jesu missión at skapa frið millum tann heilaga Gud og ta falnu mannaættina. Tað skuldi eitt offur til, blóð mátti renna, fyri at vinna okkum eina fullgjørda frelsu.
Jú, sanniliga er Guds ávirkan sjónlig á jørðini. Kirkjur og onnur gudshús verða bygd, børn og vaksin savnast at hoyra og syngja um frelsuna í Jesusi Kristi. Bøkur og bløð, sum viðgera Guds ríki og tað, sum har til hoyrir, koma út í hópatali og í útvarpi og sjónvarpi hoyra við gleðiboðskapin boðaðan í sangi og talu. Og vit kunnu av sonnum siga, at Guds orð skapar gleði og frið millum Gud og menniskju, og lívið hjá óteljandi menniskjum broyttist fullkomiliga, tá ið Jesus slapp framat og gjørdist Harri og frelsari teirra.

Stríð
Líka so satt er tað, at Guds orð skapar stríð millum Gud og menniskju og manna millum. Hetta kemst av, at heimurin liggur í tí ónda og fer ongatíð at góðtaka Gud og hansara orð.
Tað verður so vakurt greitt frá um vísmennirnar, sum komu og funnu barnið í Betlehem, at teir løgdust á knæ og tilbóðu tað; og teir lótu upp goymslur sínar og bóru tí gávur: gull og roykilsi og myrru. Eyðmjúkir vóru hesir menn, sum tilbóðu barnið.
Tó, júst tá henda vakra hending hevði verið, stingur tað ónda hógvarnar fram. Eingil Harrans sýndi seg fyri Jósefi og segði: ”Statt upp, tak við tær barnið og móðir tess og flýggja til Egyptalands og ver har til eg sigi tær til; tí at Heródes ætlar at leita eftir barninum til tess at drepa tað.” So skjótt vóru hin óndi og hansara fylgisveinar úti, og ferð eftir ferð varð roynt at taka Jesus av lívi, til tað at enda eydnaðist við háð og spott at negla hann fastan á ein kross. Tó skulu vit leggja til merkis, at tað var ikki, tí at tað ónda var við yvirlutan í stríðnum, men tað var Jesus, sum gav seg sjálvan. Paulus sigur í Ef. 5,2-1: ”Verðið tí eftirfylgjarar Guds eins og elskað børn, og livið í kærleika, líkasum eisini Kristus elskaði okkum og gav seg sjálvan fyri okkum til eina gávu og eitt offur, Guði til yndis anga.”
Var stríðið so liðugt, tá ið Jesus var krossfestur, upprisin og farin til himmals? Nei, stríðið helt fram. Vit vita, at teir flestu av teimum 12 lærusveinumum liðu pínslaváttardeyðan, og stríðið móti Gudi og hansara frelsuætlan hevur hildið á til okkara dagar, og er kanska ongantíð so umfatandi sum júst nú. Tað sær ikki mætari út, enn at hin óndi er við at fáa fríar hendir í mongum kirkjum, nú prestar eru farnir at vælsigna menniskju, sum hava valt at liva í synd, ímóti náttúruni og ímóti Guds orði.

Orðið varð hold og tók búgv okkara millum
Tað stóra undrið, sum hendi jólanátt snýr seg um, at Gud flutti av himli til jarðar. Gud gjørdist ein av okkara; tað, sum var ósjónligt, gjørdist sjónligt, og tó vóru tað so mong í hansara samtíð, sum ikki sóu, at hann var heimsins frelsari.
Eisini í dag er jólaundrið loynt fyri okkara viti og skili, men trúareygað sær undrið og prísar Gudi, eins og hirðarnir gjørdu á Betlehems fløtum á sinni.
Jólagleðin snýr seg um at síggja, hvør tað veruliga var, sum føddist jólanátt. Tað var ikki bert ein stór fyrimynd, nei, tað var hin ævigi Gud, arkitekturin og byggimeistarin aftanfyri alt skaparverkið, frá tí minstu blómuni til ta størstu stjørnuna. Hann sum heldur øllum uppi og heldur lív og deyða í síni hond. Tað var hann, sum gjørdist hold, tá ið hann steig av trónuni á himli og varð lagdur í eina krubbu á jørð.
At siga frá sær trónuna á himli fyri at gerast menniskja eins og vit, tað ger bert tann, sum elskar. Tað ger Gud. Hann elskar okkum við einum ævigum kærleika, sum ikki er treytaður av, at vit liva eitt vakurt og eydnusamt lív, nei, hann elskar okkum fyri sína egnu skuld.
Hví so í vantrúgv og vanvirðing halda okkum burtur, tá vit vita, at hann flutti inn hjá okkum hina fyrstu jólanátt? Latum okkum hesi jól taka ímóti frelsaranum við tøkk. So fáa vit eini gleðilig jól.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo