Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Hv°r fŠr mest burtur ˙r jˇlunum?
16. desember 2005
Hvør fær mest burtur úr jólunum - kristnilívið, familjulívið ella handilslívið? Soleiðis varð spurt í eini meiningakanning á internetinum fyri nøkrum árum síðani – eg haldi, at tað var Sosialurin, sum spurdi.
Ikki óvæntað svaraði meginparturin av teimum spurdu, at handilslívið fær mest burtur úr jólunum! Hetta kemur neyvan dátt á nakran, tí jólamánaðurin er meira og meira vorðin inntøkugrundarlagið hjá nógvum handlandi seinnu árini! Men tað hevði ikki verið møguligt, um "vit onnur" ikki vóru sinnað at nýta rættiliga nógvan pening ársins síðsta mánað. Tað er nevniliga ikki ókeypis at skapa eitt umhvørvi, sum er merkt av yvirflóð, í nakrar vikur!

Eg sigi ikki, at øll liva í hógvleysum marglæti hesa ársins tíð, men tað er í veruleikan løgið, at so mong av okkum meira ella minni eru við í spælinum hvørt ár! Tí hvat hevur tað í grundini við jólaboðskapin at gera? Norski skemtarin Rolv Wesenlund – betri kendur sum Marve Fleksnes – setti einaferð orð á hetta ósamsvar nøkunlunda soleiðis: "Norrmenn eta so nógva fleskasteik á jólum, at man skuldi trúð, at tað var ein grísur, sum varð føddur jólanátt!" Tað er kanska ikki heilt burturvið at spyrja, um tað í veruleikanum er okkara egnu materiellu yvirflóð, vit hátíðarhalda!

Men hvat gera vit so við henda veruleika, at nissur og jólamenn, gávur, dunnur og góðgæti alsamt meira troka kristna jólaboðskapin av rókini? Jú, vit kunnu geva hvørjum øðrum og okkum sjálvum ta árligu moralprædikuna um, hvussu "vit áttu" at hildið jól! Tað eru kortini ikki míni ørindi í hesi grein - tað tykist longu frammanundan vera boðskapurin í aðru hvørjari jólatalu. Eg vil heldur spyrja ein annan spurning. "Jul er børnenes fest", siga danir. Men eru jólini eisini nakað fyri Guðs børn? Er grund til at gera nakað burturúr?

Ja, um nakar skal halda jól, so eru tað vit, ið trúgva á Jesus Kristus! Í enskt-talandi heiminum verða jólini kallað "Kristmessa". Tað sigur eitt sindur um, hvørji tað eru, ið hava nakað at hátíðarhalda! Og eisini hvat – ella rættari sagt, hvønn vit hava at hátíðarhalda! Hetta kunnu vit minna hvønn annan á í eini tíð, tá mong hava ilt við at síggja meiningina í at halda jól. Sum ein segði: "Tað eru jól í heilum!"

Tí orsøk er veruliga at undrast og fegnast stórliga um, at Guds egni sonur - ið annars hevði tað fínt í faðirsins dýrd - lat seg føða inn í henda heim sum menniskja - fyri okkara skuld. Hann kom fyri at bjarga okkum syndarum frá avleiðingunum av okkara egnu synd. Hann kom sjálvur - tí at tað, hann skuldi gera, ikki kundi gerast øðrvísi. Hann lat seg sjálvboðin drepa, fyri at vit ikki skulu doyggja vegna okkara synd.

Tað er ein frásøgn um ein kong og ein ráðharra hjá kongi. Ráðharrin gjørdist kristin og segði kongi, at hann trúði á ein frelsara, sum var komin í heimin at frelsa syndarar. Kongurin ætlaði at koyra ráðharran frá vegna hansara trúgv, men lat hann tó vera sitandi, um hann kundi svara einum spurningi: "Tá eg vil hava okkurt gjørt, sigi eg tað bara við ein av tænarum mínum, so ger hann tað. Hví skuldi konganna kongur so sjálvur koma her niður á jørðina?"

Ráðharrin bað um eitt døgn at hugsa seg um. So lat hann gera eina dukku og lat hana í, so hon líktist tvey ára gamla barninum hjá kongi. Meðan kongur var ein rógvitúr, varð dukkan tveitt í vatnið, tá ráðharrin gav tekin um tað. Kongurin, sum trúði, at dukkan var hansara egna barn, leyp beinanvegin fyri borð.

Aftaná spurdi ráðharrin, hví kongur sjálvur var lopin fyri borð, hann kundi jú bara latið ein av tænarum sínum gera tað. ”Mítt faðirhjarta noyddi meg til tað", svaraði kongur. Tá skilti hann eisini, hví konganna kongur sjálvur mátti koma til jarðar at frelsa menniskjuni.

Tí soleiðis er Jesu hjarta. Kærleiki hansara dreiv hann til at frásiga sær síni himmalsku rættindi og koma higar at bjarga okkum. Hann kom fyri at ofra seg sjálvan fyri okkara skuld, tí mín og tín æviga lagna stóð uppá spæl. Og Jesus er hin sami enn í dag.

Paulus sigur tað soleiðis í 1. Tim. 1,15: "Tað orðið er satt og til fulnar tess vert, at tikið verður við tí, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og teirra millum eri eg fremstur." Og í Fil. 2,5-11 boðar hann Kristus við hesum orðum: "Hann, sum, tá ið hann var í Guðs mynd, ikki helt tað fyri rán at vera Guði líkur, men avklæddi seg hana, í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur; og tá ið hann í framkomu var sum maður, setti hann seg sjálvan lágt, og varð lýðin til deyða, ja, til deyða á krossi. Fyri tað hevur eisini Guð hátt upphevjað hann og givið honum navnið, sum er yvir hvørjum einum navni, fyri at í Jesu navni skal hvørt knæ boyggja seg, teirra, sum eru á himni, og teirra, sum eru á jørð, og teirra, sum eru undir jørðini, og hvør tunga skal ásanna, at Jesus Kristus er harri, til dýrdar Guðs faðirs."

Jú, vit hava veruliga nakað ítøkiligt at hátíðarhalda! Vit hátíðarhalda og fagna Jesusi Kristi, Guds egna syni, frelsara heimsins og - ikki minst - okkara frelsara!

Er tað Jesus Kristus, vit hátíðarhalda – lata vit alt tað ytra peika á hann, heldur enn at skugga fyri honum - ja, so fær kristnilív okkara eisini nógvan ríkdóm burtur úr jólunum!

Mítt hjarta tilhald hevur,
har Jesus føddur var.
Mín hugur hagar dregur,
sítt mið hann hevur har.
Har býr mín longsul inni,
har fær mín trúgv alt gott.
Tú fert mær ei úr minni,
tú fagra jólanátt.

Men sum tað ljóðar løgið
og ilt at hugsa sær,
at heimsins kongur høgi
í fjósi borin var.
At himins dýrd og heiður,
Guðs orðið, ið varð hold,
so lítla virðing eigur
á hesi neyðar fold.

Væl leitað verður eftir
tí perlu, burt er mist;
gimsteinur verður settur
í gyltu krúnu vist.
Ta búnu frukt teir grýta
ei út sum burturkast,
skal eg at Guði líta,
har bara armóð sæst?

Nei, hjarta, sál og sinni
skal nú upp latast tær.
Her skalt tú búgva inni,
kom, Jesus, gist hjá mær.
Tað er ei fremmant býli,
so dýrt tað keypti tú.
Nú tryggur her tú hvíli
í kærleika og trú.

Brorson 1732.
Axel Tórgarð 1960.

Gleðilig jól, øll somul!
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo