Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








═ parti vi­ tÝ sterkasta
9. november 2005
"Hvør tann, sum trýr, at Jesus er Kristus, er føddur av Gudi... Alt, sum er føtt av Gudi, vinnur sigur á heiminum." 1. Jóh. 5,1.4.
- Pápi mín er nógv sterkari enn pápi tín! - Nei, pápi mín er nógv sterkari enn pápi tín! Soleiðis hava vit kanska hoyrt smádreingir keglast ella kanska hava vit gjørt tað sjálvi sum smá. Tað snýr seg um at vera í parti við tí sterkasta og kunna krógva seg aftanfyri hann.

Ger Jóhannes ov nógv av?
Jóhannes ápostul talar um at sigra á heiminum. Hetta munnu mong okkara hoyra sum vøkur orð, ið tó liggja langt frá okkara dagliga veruleika. Tí er ikki ógvuliga sørt við sigrum í okkara kristnilívi? Er gerandisdagurin ikki merktur av veikleika og føllum?
Soleiðis man tað eisini kennast, tá vit hugsa um Guds børn sum heild í einum verðsligum samfelagi. At síggja til eru tey, ið trúgva á Jesus Kristus, ein veikur og vanvirdur minniluti. Við tí rúkandi ferð, sum eisini okkara lítla samfelag ferðast burtur frá kristnum virðum og skipanum, kunnu vit kenna okkum lítil og mótfallin.
Hvussu skulu vit skilja Jóhannesar orð inn í henda veruleika? Fer hann ikki skeivur, tá hann nýtir so stór orð um okkum, sum trúgva á Jesus?

Jesus Kristus er sigur okkara
Nei, Guds orð er ikki veruleikafjart, heldur ikki her. Tvørturímóti opinberar tað ein bíbilskan sannleika fyri okkum, sum annars er fjaldur fyri okkum.
Sum einstaklingar og sum minniluti eru vit veik. Men tað eru vit bert í okkum sjálvum. Tí í trúnni á Jesus Kristus sigra vit veruliga á heiminum. Heimurin er her sum aðrastaðni í Guds orði mannaættin, sum hevur vent Gudi bakið og einki vil hava við hann at gera.
Tað snýr seg nevniliga um at vera í parti við tí sterkasta. Og her eiga vit, ið trúgva á Jesus Kristus, nakað, sum eingin annar eigur. Vit eiga alt tað, sum Jesus Kristus vann okkum, tá hann doyði ein ræðuligan deyða í okkara stað, men síðan reis upp aftur frá deyðum. Við deyða og uppreisn síni vann hann okkum frelsu frá ævigari glatan, hann vann okkum ævigt lív í gleði og gleimi.
Og hetta er sigur okkara. Ja, Jesus Kristus er sigur okkara (Róm. 7,14-25; 8,29-39; 1. Kor. 15,54-57). Í trúnni á hann eru vit alt tað, hann er, og eiga vit alt tað, sum hann vann okkum.
Hyggja vit at okkara gerandisdegi sum Guds børn í hesum ljósi, er støðan ein heilt onnur. Tí Jesus hevur longu sigrað á djevlinum og hansara partamonnum, sum eru hold okkara og heimurin. Og tann, sum heldur seg til Kristus, eigur lut í hesum sigri. Tí trúgvin er vend móti honum, sum einaferð fyri allar hevur sigrað á tí ónda, yvirvunnið deyðans makt.
Vit kenna okkum veik og eru dagliga fyri mongum ósigrum, ja. Men tað er júst í menniskjaligum máttloysi, at Gud fær víst sína styrki. Júst har, sum vit melda pass, sleppur Gud framat við síni náði.
Tað snýr seg altso ikki um okkara "succés" sum kristin – um okkara kristnilív er væleydnað ella ikki. Jóhannes skrivar, at "alt (ikki "ein og hvør"), sum er føtt av Gudi, vinnur sigur á heiminum". Tað er av tí, at hesi menniskju eru fødd av Gudi, at tey sigra. Sigurin skyldast altso ikki tey sjálvi, men endurføðingina í Kristi.
Samstundis er tað bert tann, sum trýr á Kristus, sum sigrar á heiminum. Tað snýr seg altso um at halda seg til hansara í øllum viðurskiftum.

Jesus er tann sterki
Tá kommunistarnir ráddu í Etiopia, høvdu tey kristnu trong kor. Ein maður, sum varð handtikin fyri sína trúgv, greiddi einum lestrarfelaga hjá mær soleiðis frá:
"Teir royndu at noyða meg at avnokta Jesus, meðan fleiri mans peikaðu eftir mær við maskinbyrsum. Men eg vildi ikki avnokta Jesus. Eg segði við avhoyringarleiðaran: - Um Jesus vil, at eg skal doyggja í dag, so doyggi eg í dag!
Leiðarin skilti einki: - Vit kunnu skjóta, nær tað skal vera. Og so sigur tú, at um Jesus vil, at tú skalt doyggja, so doyrt tú? Sært tú ikki, at tað eru vit, sum eru teir sterku, og at tú ert tann veiki - og Jesus?
Men eg svaraði: - Um Jesus vil, at eg skal doyggja, so doyggi eg. Um Jesus ikki vil, at eg skal doyggja í dag, so kunnu tykkara byrsur heldur ikki skaða meg!
Í øði gav leiðarin monnum sínum boð um at skjóta meg. Allir sum ein trýstu á byrsurnar, men einki skot kom úr nakrari byrsu. Teir royndu av øllum alvi eina løtu, men einki hendi. So byrjaðu menninir – ein fyri og annar eftir – at gráta.
So segði eg við teir: - Tit hava maskinbyrsur, eg havi Jesus. Tit eru teir veiku, eg eri tann sterki!"
Hesin kristni etiopin endar frásøgn sína við, at fleiri av hermonnunum vendu um til Jesus.
Tey fægstu av okkum kunnu siga frá so fantastiskum hendingum. Og kortini er tað satt um hvønn einstakan okkara, sum trýr á Jesus, at hann ella hon vinnur sigur á heiminum. Ikki tí hann/hon hevur nakra gandakenda styrki sum í ævintýrum. Men tí hann/hon er í parti við tí sterkasta av øllum.

Dagliga stríðið
Sigur okkara er altso ikki okkara væleydnaða kristnilív, men Jesus Kristus. Hetta skal ikki misnýtast til leti ella líkasælu við synd og freistingum. Tí vit eru veruliga kallað til eitt stríð í hansara fótasporum. Legg merki til, at Jóhannes nýtir henda bíbilska sannleika til at eggja Guds børnum til at halda Guds boð, tí tey eru ikki tung! (ø. 3-4)
Bíbilsku frelsusannleikarnir hava ongantíð til endamáls, at vit skulu leggja okkum afturá. Nei, vit eru kallað til eitt andaligt stríð í Guds heri. Vit skulu bara ikki stríða í egnari megi. Vit skulu ikki stríða við holdsligum vápnum, men lata okkum í øll Guds andaligu herklæði (2. Kor. 6,6-7; 10,3-5; Ef. 6,10-20).

Endi
Tú, sum trýrt á Jesus, hevur einki at óttast – óansæð hvussu veikan ella einsamallan tú kennir teg. Tú ert í parti við tí sterkasta av øllum – honum sum sjálvur hevur gjørt himmalin og jørðina. Alt frá tí ómátandi djúpa himmalhválvinum við teimum óteljandi gongustjørnunum til tað óendaligu lítlu kyknuna í kroppi tínum. So satt tú trýrt á Jesus Kristus, hoyrir tú honum til!
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo