Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Gerandisbúni og høgtíðarbúni
15. september 2005
Hans Erik Nissen
Nógv andligt fátækdømi kemst av, at ein kristin ikki ger sær greitt, at í lívinum sum Guds barn eru tveir búnar: Ein gerandisbúni og ein høgtíðarbúni.
Nógv andligt fátækdømi kemst av, at ein kristin ikki ger sær greitt, at í lívinum sum Guds barn eru tveir búnar: Ein gerandisbúni og ein høgtíðarbúni. Mong kristin halda, at tey bert hava ein búna - gerandisbúnan.

Gerandisbúnin
Trúgvin er ongantíð uttan góðar gerðir. Eingin kemur inn í eitt satt lívssamband við Jesus uttan samstundis at byrja eina nýggja ferð. Syndir verða lagdar av. Eitt stríð á innara vígvøllinum er byrjað. Holdið girnast móti andanum og andin móti holdinum.
Samstundis kallar Harrin inn í tænastu í Guds ríki. Ein partur av hesi er eyðsýndur, men tað mesta er fjalt. Uppgávurnar eru ymiskar. Mong í Guds meinigheit hava tørv á vitjan og upplívan. Kallið at vera við í tænastu fyri ung og eldri er sterkt. Missiónin er heldur ikki ein sak fyri serliga áhugað. Tað skulu nógvar hendur til at bera hana fram fyri Gud og geva trúboðarum og innføddum hjálparfólki breyð á borðið hvønn dag.
Og so tann fjalda síðan av gerandisbúnanum: Ein týdningarmikil partur av tænastu tíni er bert kendur av Gudi. Hann hevur ein týdning, vit ikki fata. Eins og vit likamliga fóru um koll, um vit ikki vórðu hildin uppi innanífrá, soleiðis føra heilagir menn og heilagar kvinnur signingina niður yvir Guds børn gjøgnum ta tænastu, sum tey fremja fjalt fyri øllum heiminum.
Tín gerandisbúni liggur klárur í somu løtu, tú verður Guds barn. Navn títt stendur á honum. Tað er ikki ein sjálvboðin sak, um tú vilt lata teg í hann. Tað skalt tú gera, í og við at tú ert kristin. Kortini er tað ikki so, at Harrin noyðir teg. Hann gleðist um, at tú gongur í Jesu sporum av fríum vilja og kærleika.

Uttan gerandisbúna
Tað eru kristin, sum ikki vilja bera gerandisbúnan. Tey falla frá trúnni. Tað er ikki møguligt at varðveita lívið í Gudi, um tú ikki vilt liva tað kristna lívið. Tín kristindómur verður uttan jarðarsamband. Tú verður ein kristin bert av skili og í tí er eingin frelsa. Tað er við hjartanum, tað verður trúð til rættvísi.

Bert gerandisbúni
Sum tað er torført at verða verandi mitt á vegnum. Soleiðis er í mongum spurningum. Tað eru nevniliga eisini kristin, sum ikki vilja vera í øðrum enn gerandisbúnanum. Tað er honum, tey støðugt eru upptikin av. Næstan allar hugsanir teirra snúgva seg um, hvussu tey skulu vera og hvat tey skulu gera.
Uttan at tey sjálvi gera sær tað rættiliga greitt, eru mong endað í lógartrældómi. Gleðin rennur úr kristnilívinum. Tey slíta seg upp av øllum tí, tey sjálvi skulu virka. Tey verða bæði vónbrotin av og beisk ímóti samkristnum, sum lata tey vera einsamøll um arbeiðið.
Tað er eitt djúpt samband millum hetta og ta sannroynd, at gerandisbúnin altíð hevur bæði hol og blettir. Ongantíð verður tænasta mín fyri Gud, soleiðis sum hon skuldi. Altíð ákærir hon. Tað er so nógv, sum miseydnast. Her í hesum heimi er syndin við í øllum og gevur øllum tí vakra eitt fremmant, rangt skap. Soleiðis syngur Lina Sandell og hon hevur rætt.
Tí verður tú fyltur av mótfalni, tá tú í einsomum tímum lítur at gerandisbúna tínum. Hvat varð tað til? Hvat fekk eg av skafti gjøgnum tey mongu árini? Hví vórðu mínir dreymar og mín djúpi longsul ikki til veruleika?

Høgtíðarbúnin
Ein kristin skal ikki fram fyri Gud í gerandisbúnanum. Tað gloymir tú ofta, tá tú heldur dómadag yvir teg sjálvan. Gud hevur givið tær ein annan búna. Tað eru brúdleypsklæðini. Tað eru teimum, tú ert í, tá tú skalt fram fyri Harran. Tá er eingin dugur í tínum kloddum og spjarrum.
Eg eri sannførdur um, at nógv neyð og fátækradømi millum Guds børn kemst av, at mong kristin sjáldan síggja seg sjálvi í hesum búna. Tey tora ikki at síggja seg sjálvi fullkomin í tí, sum ein annar hevur gjørt fyri tey.
Men eg heiti á teg um dúgliga at síggja teg sjálva/n í tí mest fullkomna búnanum av øllum: Jesu rættvísis hvíta, reina og skínandi búna.
Tað er ein búni, sum tú ongantíð hevur gjørt teg verdan at bera. Tað hevur ein annar gjørt í tín stað. Hann er ikki vovin av tínum gerðum. Hvør einasti tráður í honum ber Jesu dám. Hann slepti síni egnu dýrd, fyri at tú skuldi hyljast æviga í hana. Og hann gjørdi tað eftir einum einasta degi. Fyrst leið hann seg ígjøgnum lívið undir háði og spotti. Tínæst bar hann allar tínar syndir upp á krossin, har hann varð sónoffur fyri Gudi. Og so veitti hann tær alt sítt verk uttan nakran verdugleika og ágóða frá tær.
Hvat er tín egni ófullkomileiki mótvegis náðinnar dýrd? Hvat hevur tað at siga, at so nógv er miseydnast tær, tá alt er eydnast Jesusi? Hvat hevur tað at siga, at tað alsamt er undirskot á tíni kontu, tá tað er ævigt yvirskot á hansara? Hevur tú hugsað um, at alt Jesu ríkidømi er títt? Tær trýtur avgjørt einki. Tað veruliga í tínum lívi kann ikki verða betri, enn tað er. Einki kann leggjast afturat Jesu kærleika. Hann er fullkomin í kenslu, vilja og gerð.

Lovsongstónin
Sum tað er fríandi at hoyra lovsongstónan. Okkara millum hava vit kristin, hvørs hjørtu eru fylt av Jesusi. Mong teirra hava tað torført í tí ytra. Tey hava tað heldur ikki so lætt á tí innara vígvøllinum. Andi teirra er sundurbrotin. Gud hevur gjørt tey til einkis. Samstundis síggja tey dýrdina í gleðiboðunum. Tey síggja, at tey eru frelst fullkomiliga av Jesusi. Tey gerast ikki troytt av at prísa Harranum fyri tann frelsubúna, hann hevur latið tey í. Brúdleypsklæðini eru ein ogn, sum tey ikki kunnu samanbera við nakað annað. Tey eru stutt og greitt teirra alt. Tey mugu fegnast og prísa Harranum fyri tey.
At møta tílíkum kristnum skapar eina nýggja frelsugleði í hjartanum. Støðan í hjarta teirra føðir eina bøn inni í einum sjálvum: Harri, lat eygu míni upp, so eg síggi dýrdina hjá brúdleypsklæðum mínum.
Hugsa tær, eg sleppi at geva tíð og orku í Harrans tænastu. Eg haldi ikki, at tað kann koma nakað burturúr, tá amboðið er, sum eg eri. Men eg veit, at tað er Gud, sum gevur ávøkst. Og so veit eg, at Guds ríki er borið út um heimin av heilt vanligum kristnum.
Alt hongur saman við, at Harrin kemur ímóti mær við náði. Tað gjørdi hann, tá eg varð frelstur. Og tað ger hann hvønn einasta dag. Eg livi jú av náði sum mínum dagliga breyði. Og í lívinum og tænastuni fyri hann er alt eisini náði. Tí er tað í øllum bert Lambið, sum skal verða ærað – nú og í allar ævir.

Úr "Mellem liv og død", Dansk Luthersk Forlag 1998. ØK týddi.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo