Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Uppger­ vi­ antinomistarnar
15. september 2005
C. O. Rosenius
Her er ein áhugaverd grein, sum C. O. Rosenius (1816-1868) hevur skrivað móti "antinomismu". Tað er tann misskiljingin, at gleðiboðskapurin um frelsu við trúgv á Jesus eina ger boðan av Guds lóg óneyðuga. Greinin er partur av størri heild, men er tó greið og neyv bíbilsk tala um evnið.
Her mugu vit vísa á eina villleiðing, sum stundum hevur stungið seg upp ymsastaðni í landi okkara. Hetta eru nøkur, ið halda lógina vera óneyðuga og ónýtiliga við umvendingina og við dagligu endurnýggjanina. Vit kalla tey antinomistar ella lóg-vrakarar.
Vit hava ikki sama ótta, sum "lærusveinar Mósesar" hava. Bæði á Paulusar døgum og í dag siga teir, at vit avtaka lógina, tá vit vraka lógarinnar gerðir sum nýtiligar til rættvísgering.
Hesi hava ongantíð lært at skilja ímillum rættvísgering og heilaggering, lóg og gleðiboðskap, hold og Anda. Tí halda tey partvís, at Paulus er alt ov evangeliskur og letur dyrnar til náðistólin alt ov langt upp. Men tey halda eisini, at hann tekur holdið í alt ov stórum álvara og dømir tað, sum tey halda vera nóg gott.
Antinomistarnir fara í hina grøvina. Teir halda og siga, at lógin er ónýtilig, tá tað kemur til umvendingina. Teir halda, at tað bert er gleðiboðskapurin, sum ger sítt arbeiði í hjørtunum, ongantíð lógin.
Hetta er ein stór villleiðing. Tí hvat skuldi náðin virkað, har sum syndin ikki er kend? Tað, sum dømir og revsar syndina, er lógin – eisini um hon talar ígjøgnum Jesu sár. Lógin virkar oftast á ein loyndan hátt, sum vit ikki kenna. Men tað stendur tó fast, at eg ikki hevði kent syndina uttan av lógini, Róm. 7,7.
Lógin er neyðug fyri at verða frelstur. Hon gevur ikki lív, men hon ger, at gleðiboðskapurin gevur lív. Lógin er plógvin, gleðiboðskapurin er sáðið. Vøksturin kemur ikki, um ein bara pløgir. Einans sáðið gevur ávøkstur. Men pløgir ein ikki moldina, verður sáðið uttan ávøkstur. Tað tornar á tí turru jørðini og verður etið upp av fuglunum.
So eru tað aftur onnur, ið halda lógina vera óneyðuga fyri tey, ið eru endurfødd. Tey hava fingið ein lýdnan Anda, lógin er skrivað í hjørtu teirra, teimum tørvar ikki nakra ytri lóg. Og tey nýta bíbliustøð at prógva áskoðan teirra, t.d.: "Nú, tá ið trúgvin er komin, eru vit ikki longur undir agara" – "tit eru ikki undir lóg, men undir náði"! Tú skalt ikki binda samvitskuna við lógini, siga tey.
Til tað mugu vit svara, at um tú ert undir náðini og hevur hug í Guðs lóg samsvarandi tíni innari menniskju, tá er samvitska tín frí. Men ikki hold títt! Tað er ongantíð frítt frá lógini. Og er hjarta títt ikki reint fyri Guði, men tú vilt halda fast í eini og aðrari synd órevsaður, tá skal eisini samvitska tín vera bundin. Ja, sál tín og likam títt skulu vera bundin til helviti. Og tað, sum er bundið á jørð, skal vera bundið í himli. "Tí at liva tit eftir holdinum, tá skulu tit doyggja", Róm. 8,13.
Men ert tú ein sannur kristin, so er andin óivað lýðin og tørvar ikki at verða agaður av lógini. Men holdið er veikt, sjálvklókt og ónt. Tað má revsast og agast, sum Luther sigur: "Boksl og koyril hoyra ikki heima í brúðarkamarinum, men í stallinum hjá rossinum".
"Til frælsis hevur Kristus fríað okkum. Standið tí fastir og latið teir ikki aftur fáa tykkum inn undir trældóms ok! … Nýtið bert ikki frælsið sum høvi fyri holdið", Gal. 5,1.13.

(ØK umsetti)
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo