Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Ja, lítið til hansara!
26. juli 2005
Gimmi Olsen
“...við treysti renna tað skeið, sum okkum er fyri sett, við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, Jesus... Ja, hugsið um hann, sum hevur tolt slíkt mótmæli móti sær av syndarum, fyri at tit ikki skulu troyttast og verða givnir í sálum tykkara.” (Hebr. 12,1-3)
(Mynd: Rembrandt, "The Head of Christ")

Í tekstinum omanfyri verður heitt á okkum um “við treysti at renna tað skeið, sum okkum er fyri sett”. Men júst hetta kann mangan vera trupult hjá okkum. Okkum manglar ofta bæði treyst, frímóð og gleði um okkara frelsu. Vit troyttast og verða givin í sálum okkara. Hetta, tí at vit hava fokus og hyggja upp á okkum sjálvi og missa mótið av tí, vit har síggja. Vit síggja okkara manglandi kristnilív.

Lít til Jesus
Hvaðani skulu vit tá fáa treysti og gleði? Jú, við at líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, Jesus. “Ja, hugsið um hann”, stendur skrivað, “fyri at tit ikki skulu troyttast og verða givnir í sálum tykkara”. Vit mega flyta fokus frá okkum sjálvum og okkara medkristnu og lyfta eygnabrái okkara at Jesusi og tí fullgjørda verki, sum Gud hevur vunnið okkum í honum. Vit kunnu við treysti renna tað skeið, sum fyri okkum er sett, við tað at vit flyta okkara eygu frá okkara egna manglandi kristnilívið og yvir á Guds fullgjørda verk og ta náði, sum hann hevur vunnið okkum við sínum deyða og síni uppreisn.

“Um syndin stundum enn vil verða sterk,
eg flýggi aftur til tað stóra verk,
tí blóðið geldur enn, tað er mín troyst,
tá eg frá loyndu synd vil verða loyst.

Og gongur smátt tað enn frá dag til dag,
eg syngi ørindið við sama lag
um slaktað lamb – um blóð, á krossi rann,
við tí í hjarta glað eg doyggja kann.”

Vit kunnu siga, at rithøvundurin til Hebrearabrævið var so upptikin av at peika á Jesus, at hann gloymdi at siga, hvør hann sjálvur var. Mátti hetta verðið okkum ein fyrimynd og hjálp til frímóð. Tað eru viðurskifti, sum kunnu gera, at vit missa frímóðið og gleðina. Ja, at vit ikki tora at taka Jesunavnið á tunguna, tí vit meta, at vit sjálvi ikki eru tess verdug.
Her er tað Sátan, sum er einasti vinnarin. Hann sum er ljóslivandi og ákærir okkum dag og nátt. Men tað er ikki um okkum sjálvi, vit skulu reypa og vitna. Uppgávan er ein heilt onnur, sum Pætur so væl sigur tað: “... at tit skulu boða frá dygdum hansara” (1.Pæt. 2,9). Vit peika ikki á okkum sjálvi, men vit peika øðrum á Jesus og tað, hann hevur gjørt liðugt fyri øll; bæði okkum og teimum.

Tú ert keyptur
Veitst tú av at onkur hevur keypt teg? Eitt so gott orð sigur soleiðis um Jesus, “at tú varðst dripin og við blóði tínum keypti tú Gudi menniskju.” (Opb. 5,9).
Hugsa tær, at tú fert inn í ein handil at keypa. Á hillini stendur ein mjólkarpakki. Tú gongur yvir til mjólkarpakkan, tekur hann av hillini, gongur yvir til kassan, gevur tað fyri hann, sum hann kostar og fer síðani útaftur úr handlinum við mjólkarpakkanum í hondini. Tú hevur keypt pakkan og hann er tín ogn. Men hvat gjørdi mjólkarpakkin? Pakkin gjørdi einki, ja, kundi einki gera. Eg og tú eru mjólkarpakkin í søguni.
Vit lósu, at Jesus við sínum lívi og offri keypti teg og meg til Guds. Og hann rindaði við sínum egna blóði. Hetta var prísurin. Einki minni og einki meira. So hevur tað ongan týdning, um vit føla eitt í dag ella eitt annað í morgin. Eisini merkja vit, at syndin særir sál og sinni, so vit fara niður við høvdinum. Men Jesus hevur keypt teg at vera Guds ogn og hevur goldið fyri teg við sínum egna lívi og blóði.

Grundarlagið uttanfyri okkum
At vit eru frelst, byggir ikki á nakað hjá okkum sjálvum yvirhøvur. Gud sendi sín einborna son í deyðan á krossi, fyri vit sjálvi ikki skulu troyttast og verða givin í sálum okkara. Hann sendi hann fyri at bjarga okkum og fyrigeva okkum.Grundarlagið undir, at vit beint í hesu løtu eru sonn, edilig Guds børn, er heilt uttanfyri okkum sjálvi. Skriftin sigur, at “Gud ætlaði okkum og útvaldi okkum í Jesusi, áðrenn grundvøllur heimsins varð lagdur, at hava barnakor hjá sær” (Ef. 1, 4-5). Og at “Gud sýnir kærleika sín til okkara av tí, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar” (Róm. 5,8). Ja, 2000 ár áðrenn vit yvirhøvur vórðu fødd, rópti Jesus á krossinum, at “tað er fullgjørt!”.

“Hví vilt tú ivast á blóðið,
um tað er nokk fyri teg?
Reinan sum hvítasta kava
blóðið tað kann gera teg.”

Skriftin sigur um Jesus, at hann “strikaði út skuldabrævið, sum kom okkum við, og var skrivað við boðorðunum, tað sum var okkum ímót, og hann beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin.” (Kol. 2,14).
Sátan ákærir okkum dag og nátt. Og vit kunnu ikki annað enn geva honum rætt í hansara áminning um okkara synd. Við hansara grundgeving eiga vit einki treysti, frímóð ella gleði.
Afturat hesum lesa vit, at tað er eitt skuldabræv hjá okkara skapara, har misgerðir okkara eru skrivaðar, hvørja ferð vit liva móti Guds boðorðum. Um vit skulu verða dømd eftir hesum skuldabrævi ella skulu royna at gjalda skuldina sjálvi, tá er úti við einum og hvørjum av okkum.
Men gleðiboðini eru, at við trúnni á Jesu fullgjørda verk er alt annarleiðis. Tað stendur, at hann strikaði út hetta skuldabræv og beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin. Tí kann skriftin samstundis siga, at "so er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi” (Róm. 8,1).
Gud ynskir, at vit av hesum glaða boðskapi við treysti og frímóði kunnu renna tað skeið, sum okkum er fyri sett.

“Tað, sum gekk móti mær,
tað varð útstrikað har,
tað varð neglt upp á krosstræið har.
Á, hvat toldi hann tó,
tá Guds vreiði hann slóð,
tá hann syndina, skommina bar.”
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo