Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Ta­ heilt vanliga m°ti­
26. juli 2005
Hans Erik Nissen
Vit takka Gudi og gleða okkum um tær vælsignaðu møtirøðir, sum tað frættist um kring landið. Men hvussu við gerandisdegnum? Hvussu er hugburðurin viðvíkjandi tí heilt vanliga møtinum, sum kanska er viku eftir viku?
Vit takka Gudi og gleða okkum um tær vælsignaðu møtirøðir, sum tað frættist um kring landið. Vit kunnu ikki liva, uttan at sálir verða frelstar ella endurnýggjaðar í trúnni á Jesus. Royndirnar siga, at tað ofta hendir, tá vit eru undur ávirkan frá Guds orði í longri tíð.
Sálarfíggindi okkara, Sátan, er ein stórur strategur. Hann hevur nógv um at vera á fleiri frontum. Eisini í vekingartíðum setur hann inn. Tá ein hevur lurtað eftir Guds orði kvøld eftir kvøld, kann tað kennast so undarliga fátækt, tá tað aftur verður gerandisdagur. Undir møtirøðini vóru vónirnar stórar. Mong upplivdu, at Gud á undurfullan hátt greip inn til frelsu og endurnýggjan. Tað kunnu vit bert biðja um, má henda stað eftir stað í støðugt størri mun.

Gerandisdagurin
Men hvussu við gerandisdegnum? Hvussu er hugburðurin viðvíkjandi tí heilt vanliga møtinum, sum kanska er viku eftir viku? Eru vónirnar eins stórar til tað sum til tey serligu tiltøkini?
Tað eru tær ikki og tað kunnu tær heldur ikki vera. Ein møtirøð er nakað serligt og tað skal hon hava loyvi til at vera. Tað er nátúrligt, at serligir dagar ella vikur verða umfevndir og umfevndar av væntan og forbøn.
Kortini er tað veruliga álvarsamt, um hugsavningin um tað serliga dregur burtur frá tí berandi í eini og hvørji meinigheit: Tað regluliga afturvendandi møtið.
Tá Jesus var umbroyttur á fjallinum, fóru hann og lærusveinarnir oman í dalin. Tað var ikki lætt fyri tey, ið livdu á Jesu døgum. Tað er tað heldur ikki fyri okkum. Tað kann kennast fátækt at koma saman eitt heilt vanligt gerandiskvøld til eitt einstakt møti. Tað er hættisligt at slaka fyri hesi kenslu og lata hana taka ræðið. Tað slepst ikki undan, at hon ávirkar talaran og lemjar dirvi hansara. Hann og onnur kunnu verða gripin av tí kensluni, at møtir okkara bert eru nakað, sum skulu fáast frá hondini. Tey gerast til nakað, sum er neyðugt til tess at halda eldinum viðlíka millum møtirøðirnar, har tað veruliga hendir.

Dagliga breyðið
Tað dagliga breyðið er lívsneyðugt, bæði í tí likamliga og í tí andaliga lívinum. Vit liva av Guds orði, rætt okkum av boðarum, sum sjálvir hava tikið ímóti tí.
Tað er ikki víst, at tú hugsar stórvegis um tað, at tú dag eftir dag kanst seta teg til borðs og fáa dygdargóðan kost. Lær av Jesusi at takka fyri breyð og fisk. Lær at siga takk fyri, at tú ferð eftir ferð sleppur at taka ímóti føðslu fyri sál tína í tí andaliga heiminum, sum Harrin hevur givið tær.
Skulu vit koma væl ígjøgnum lívið, mugu vit læra at tilogna okkum tann dagliga kostin. Vit mugu gleða okkum yvir hann. Harrin reiðir borð fyri okkum í oyðimørkini og tað skulu vit ikki lítilsvirða.

Rætta hoyri-sinnið
Í inngangsbønini í kirkjuni ljóðar tað: Harri, eg eri inn komin í hús títt at hoyra, hvat ið tú, Gud Faðir, Skapari mín, tú Harri Jesus, Frelsari mín, tú góði Heilagi Andi, Uggari mín, vilt við meg tala.
Somu orð galda tað heilt vanliga møtið. Vit eru ikki komin saman at hoyra ein ávísan talara. Vit eru savnað fyri Guds andliti og vit vilja hoyra, hvat tann trýeindi Gud vil siga okkum.
Tá hann talar, er tað heilt vanliga farið. Tað finst ikki eitt heilt vanligt møti við Jesus. Hvørt møti við honum er ein ríkdómur so ófatandi, at orð ikki kunnu greiða frá. Hvørt møti hevur ævinleikans týdning, tá hann talar við hjartað.
Gævi Harrin letur eygu okkara upp fyri tí afturvendandi møtinum sum eini undurfullari gávu. Lat okkum bera tað fram í bøn. Lat okkum lurta eftir boðanini sum Guds talu til okkara. Lat okkum taka ímóti tí, sum Harrin vil geva okkum. Lat okkum biðja fyri okkara boðarum. Lat okkum ikki gloyma teir, sum við síðuna av einum strævnum starvi fara út við Guds orði ferð eftir ferð. Eisini teir hava tørv á at merkja, at teir ganga í gerningum, sum eru fyriskipaðir frammanundan. Teir eru umfevndir av kærleika frá vinunum og bornir av forbøn teirra. Lat teir merkja, at tá teir koma, eru okkara vónir stórar til Harrans.
Ganga vit fram eftir tí vegnum, verður tað enn ríkari at savnast aftur og aftur til møtir okkara, sum eru Guds ófatiligu gávur til okkara.

Úr bókini "Mellem liv og død", Dansk Luthersk Forlag 1998. Øssur Kjølbro týddi.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo