Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Hvønn annan skulu vit fara til?
25. mai 2005
"Mangir av lærusveinum hansara søgdu, tá ið teir hoyrdu tað: »Hetta er hørð tala, hvør orkar at lýða á hann?«... Frá teirri tíð fóru mangir av lærusveinum hansara burtur frá honum og ferðaðust ikki longur um við honum. Jesus segði tá við teir tólv: »Vilja tit eisini fara burtur?«...
... Símun Pætur svaraði honum: »Harri, hvønn skulu vit fara til? Tú hevur orð hins æviga lívs; og vit hava trúð og vita, at tú ert hin heilagi Guðs.«" (Jóh 6,60.66-69)

"Hetta er hørð tala, hvør orkar at lýða á hann?" Soleiðis upplivdu mong av teimum, ið fylgdu Jesusi, boðskap hansara. Og soleiðis kunnu vit mangan eisini uppliva Jesu orð – sum harða talu!
Í okkara parti av heiminum er Jesus annars sum heild ein væl umtóktur persónur. Fólk kunnu vera rúkandi ósamd um mangt í bíbliuni, men næstan øll eru samd um, at Jesus er ein góður maður.
Men hetta er fyri tað mesta bert galdandi fyri tað, sum hann gjørdi! At hann hjálpti neyðstøddum, grøddi sjúk, tók tey útstoyttu í samfelagnum at sær o.s.fr., tað dámar flest øllum at hoyra um.
Men at Jesus eisini talaði nógv strang orð, tað verður ofta ikki tikið so álvarsligt! Hetta, hóast eingin talar so álvarsliga um t.d. synd og dóm sum júst Jesus!

Taka vit okkum meinboga?
Men eru tað bert hini, ið taka sær meinboga av Jesu orðum? Er ikki eisini nakað í okkum, sum mótmælir nógvum av tí, sum Jesus sigur? T.d. tá hann sigur seg vera einasta vegin til faðirin, meðan tann breiði vegurin førir til glatan! (Jóh 14,6; Matt 7,13) Ella tá hann sigur við tey vinstrumegin: "Farið burtur frá mær, bannaðu tit, í hin æviliga eldin!" (Matt 25,41) Ella tá hann sigur: "Um hond tín freistar teg, tá høgg hana av; tí at betri er tær at ganga krypil inn til lívið enn at hava báðar hendur og fara í helviti, í hin ósløkkjandi eldin..." (Mark 9,43)
Kanska hava vit vant okkum so nógv við tær orðingar, sum Jesus nýtir, at tær næstan ikki rýna við okkum longur. Vit eru kanska uppvaksin við at hoyra orð hansara og hava hoyrt tey alt lívið. Men tað broytir tó ikki, at um vit taka tey í álvara, so eru tey mangan hørð tala, sum vit nóg illa orka at lýða á!

Teir tólv
Soleiðis upplivdu mong av teimum, ið fylgdu Jesusi, orð hansara henda dagin. Og úrslitið var, at mong teirra fóru frá Jesusi. Tí spyr Jesus teir tólv, um teir eisini ætla sær at rýma!
Tá er tað, at Pætur sigur hesi ærligu orðini: "Harri, hvønn skulu vit fara til? Tú hevur orð hins æviga lívs!"
Um Pætur og hinir lærusveinarnir eisini hava hildið Jesu orð vera hørð, fáa vit ikki at vita! Og tað er heldur ikki tað avgerandi! Tað avgerandi er, at teir ikki vita sær nakran annan at fara til!

Vit
Vit hava heldur ongan annan at fara til! Vit kunnu eisini viðhvørt halda Jesu orð vera harða talu, men vit hava heldur ongan annan at fara til!
Vit kunnu saktans liva eitt gott lív – eitt lív við ríkum innihaldi og góðari meining - uttan Jesus! Men vit kunnu ikki doyggja uttan Jesus! Tí hann er tann einasti, ið hevur orð hins æviga lívs! Hann er tann einasti, ið kann geva okkum ævigt lív! Tí kunnu vit ikki doyggja uttan hann! Vit tora ikki at fara higani uttan Jesus! Og tískil tora vit heldur ikki at fara frá honum her í lívinum!

Kristin av neyð
Kristin eru vit fyrst og fremst av neyð, ikki av lyst! Um Pætur og hinir ellivu vistu sær onkran annan at fara til, so vóru teir møguliga farnir. Um onkur annar var, ið hevði orð hins æviga lívs, men sum annars ikki var so avgjørdur í orðingum sínum sum Jesus, so er møguligt, at teir høvdu farið frá Jesusi og fylgt hesum. Vit vita tað ikki, men orð Pæturs kunnu skiljast soleiðis.
Um onkur annar enn Jesus hevði givið okkum ævigt lív – onkur ið ikki kravdi so nógv av okkum, onkur ið ikki hevði nakran kross til okkara at bera – høvdu vit so ikki eisini av álvara umhugsa støðuna? Jú, kristin eru vit av neyð – tí vit ikki hava nakran annan at fara til enn Jesus!
Men Jesus hevur veruliga orð hins æviga lívs! Hann hevur vunnið okkum – og allari mannaættini - eitt ævigt lív! Eina æviga tilveru saman við honum í gleði og sælu.
Hesa náðigávu vann hann okkum langa fríggjadag og páskamorgun. Hon er okkara - so satt vit taka ímóti henni í trúgv á Jesus!

Øll hini
Tað er eisini tí, at vit fara til onnur við gleðiliga boðskapinum um Jesus. Bæði tey ið liva okkara millum og tey langt burturi. Tí heldur ikki tey kunnu fáa ævigt lív frá nøkrum øðrum enn Jesusi. Tey vita ikki av tí sjálvi, men tey hava heldur ongan annan at fara til, um tey skulu hava ævigt lív!
Einaferð sendi Jesus teir tólv lærusveinarnar út til "teir burturvilstu seyðirnar úr Ísraels húsi" við fullmakt frá sær at prædika, grøða, vekja upp deyð o.s.fr. Tá segði hann við teir: "Fyri einki hava tit fingið tað, fyri einki skulu tit geva tað." (Matt 10,8)
Hetta er eisini galdandi fyri okkum, ið hava fingið tey framíhjárættindi at kenna Jesus. Fyri einki hava vit fingið alt hansara – hansara frelsu, hansara rættvísi, hansara barnakor hjá Gudi sjálvum! Av náði hansara eina eru vit frelst!
Tí skulu vit eisini - fyri einki - geva øðrum møguleikan at læra Jesus at kenna! Tí:

"So mong, so mong enn liva,
sum ikki kenna Gud,
í vantrúgv, synd og iva,
ei kenna góða lut;
teim tørvar orð og vitnir,
sum vísa himlaveg,
um fingrar gerast skitnir,
ei mugu spara seg.

Eg tæna vil tær, Jesus,
tú, sum fyrst tænti mær!
Eg fylgja vil tær, Jesus,
beint her – og víða hvar!
Mítt verk er lítla tøkkin
for stóra offur títt,
tó ei eg eri rokkin
um allan heimin vítt!"

(M.S. 608,2.4)
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo