Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Hvítusunnudag úthelti Gud sín Anda
2. mai 2005
Ole Askov Olsen
Í frásøgnini um ferð Ísraels í oyðimørkini verður sagt frá eini sera løgnari hending. Eina ferð kendi Móses, at hann hevði ilt við at bera ábyrgdina sum fólksins leiðari fullkomiliga einsamallur. Hann fór beina leið til Guds. "Eg fái ikki einsamallur borið alt hetta fólk", klagaði hann, "tí at tað er mær ov tungt." (4. Mós. 11,14)
Tá beyð Gud Harrin, at Móses skuldi savna 70 av fólksins elstu saman. Teir skuldu taka støðu við samfundartjaldið; tað var flytandi halgidómurin, sum teir førdu við sær í oyðimørkini. So skuldi Gud taka av tí anda, sum var yvir Mósesi, og lata hann koma yvir teir elstu, so at teir kundu hjálpa honum at bera byrðuna, sum var løgd á herðar hansara.

Knappliga kom ein ungur maður rennandi og segði Mósesi, at tveir av teimum elstu vóru farnir at profetera, ikki úti við samfundartjaldið, men inni í leguni. Tá Jósva hoyrdi tað, segði hann ræddur við Móses: "Móses, harri mín, sýt teimum hetta!" Men Móses svaraði: "Eg vildi, at alt fólk Harrans var profetar, og at hann læt anda sín koma yvir teir!"

Hetta er ein løgin frásøgn. Gamla Testamenti talar ofta um Guds Anda. Fyri alla byrjan lá Guds Andi á vøtnunum. Men í Ísraels søgu varð Guds Andi bert givin einstaklingum, ongantíð øllum fólkinum í senn.

Men nøkur av teimum, sum fingu Guds Anda, profeteraðu um tann dagin, tá Andin skuldi úthellast yvir øll og verða givin øllum fólkinum. Sterkast møta vit hesi væntan hjá profetinum Jóel: "Eftir hetta skal eg úthella av anda mínum yvir alt hold; synir tykkara og døtur skulu profetera; gamalmenni tykkara droyma dreymar, og ungmenni tykkara síggja sjónir; ja, eisini yvir trælir og trælkvendi skal eg á teimum døgum úthella av anda mínum". (3,1-2)

"Tá ið nú hvítusunnudagurin var komin, vóru teir allir saman komnir á einum staði." Soleiðis stendur tað í hvítusunnufrásøgnini í Ápostlasøguni (2,1). Hvítusunnudag úthelti Gud Anda sín, ikki yvir ein einstakan, men yvir tað nýggja Gudsfólkið, sum Andin skuldi savna og skapa.

Gleðiboðskapurin, sum hvítusunnan vil bera okkum, kann savnast í trimum setningum:
• Andin skal upplýsa.
• Andin skal gera fræls.
• Andin skal gera livandi.

Andin skal upplýsa
Í einum hvítusunnuboðskapi sigur Jesus, at talsmaðurin, sum faðirin skal senda í hansara stað, skal minna lærusveinarnar á alt, sum hann hevur sagt. Andin skal vegleiða teir til allan sannleikan. (Jóh. 14,26; 16,13)

Í fyrra Korintbrævi eru nøkur merkisverd orð. Paulus talar her um Andan, sum rannsakar alt, eisini dýpdir Guds. Andin opinberar tað, sum einki eyga hevur sæð, sum einki oyra hevur hoyrt og sum ikki er komið upp í mannahjarta. (2,9-10)

Vit kunnu ikki síggja til botns í Guds loynidómum. Men Andin, sum rannsakar alt, enntá dýpdir Guds, skal opinbera, hvør Gud er, at hann er kærleiksfullur og miskunnsamur. Tí sum ápostulin sigur: "Soleiðis kennir heldur eingin, hvat ið býr í Guði, uttan Guðs andi." (2,11) Um tað skal Andin upplýsa. Og so kemur ljós yvir okkara lív. So skulu vit ikki ganga í myrkri.

Andin skal gera fræls
Har sum Guds Andi er, har er frælsi. (2. Kor. 3,17) Einasti frælsið, sum tað veruliga er vert at fáast við, er tað, sum Andin gevur okkum. Hetta frælsið er ikki at kunna gera, júst sum einum lystir. Nei, tað er tað frælsið, sum fær okkum at rópa: "Abba, Faðir". Tá Gud gevur okkum Anda sín, er tað ikki, fyri at vit skulu liva undir trælakorum, í ótta. Gud gevur okkum Anda sín, fyri at vit skulu hava barnakor. Andin vitnar saman við Anda okkara, at vit eru synir og døtur hin Hægsta (Róm. 8,16).
Tað er tað einasta frælsið, sum veruliga hevur týdning. Tað er eitt við tann friðin, sum Jesus hevur latið eftir seg: "Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!" (Jóh. 14,27) Í hesum er frælsið.

Andin skal gera livandi
Hjá profetinum Ezekiel er ein løgin sjón (37,1-14). Andin førir hann út í ein dal, sum er fullur av mannabeinum. Tey liggja í stórum rúgvum. Andin spyr hann: "Man lív koma aftur í hesi beinini?" Ezekiel svarar: "Harri, drottin, tú veitst tað!" Síðani býður Gud honum at profetera, at tala Harrans orð til tey upptornaðu beinini. Og undrið hendir. Tað deyða fólkið verður livandi!
Síðani fær profeturin ta løgnu sjónina útlagdað. Tað deyða fólkið eru tey, ið siga: "Bein okkara eru upptornað og vón okkara brotin; vit eru farnir!" Til teirra, ið hava slept allari vón og siga: "Vit eru farin", til teirra skal Guds livandigerandi orð ljóða: "Eg leggi tykkum anda mín í bróstið, so at tit verða livandi!"
Tá vit siga, sum tey søgdu á Ezekiels døgum: "Vit eru farin, vit hava mist vónina", tá eru vit á tí stóra dýpinum. Men tá kemur Andin veikleika okkara til hjálpar, gongur í forbøn fyri okkum við ósigandi suffum og vitnar saman við anda okkara, at vit eru Guds børn." (Róm. 8,26; 8,16)

Gleðiliga hvítusunnu!

ØK umsetti úr "Kirkebladet Elias".
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo