Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Túsundáraríkið
6. apríl 2005
Opb 20 er ein av kapitlunum í allari Bíbliuni, sum mest kjak hevur verið um ígjøgnum tíðirnar, tí hann talar um sokallaða túsundáraríkið.
Sjálvt orðið "túsundáraríkið" stendur ikki í Bíbliuni, men fyrra helvt av Opb 20 talar um eitt 1000 ára skeið, har Sátan er bundin og tey trúgvandi skulu ráða saman við Kristi. Eftir tey 1.000 árini skal Sátan verða loystur eina stutta tíð, áðrenn hann verður kastaður endaliga í eldsjógvin. Í tekstinum verða hesi 1.000 árini nevnd heilar 6 ferðir, men aðrastaðir í Bíbliuni verður ikki tosað beinleiðis um eitt túsundáraríki.
Tað eru fleiri tulkingar av hesum teksti og tað er eisini ósemja innanhýsis í fleiri trúarsamfeløgum um henda spurning. Eg skal stutt nevna tríggjar høvuðstulkingar. Men eisini innanfyri høvuðstulkingarnar er ósemja um smálutir.

Præmillenianistiska tulkingin
Tær fyrstu tvær høvuðstulkingarnar skilja tekstin bókstaviliga. Altso at tað á síðstu døgum verður eitt 1.000 ára skeið – skilt sum 1.000 ferðir 365 dagar.
Onnur av hesum báðum fatanum sigur, at fyrst kemur Kristus aftur og so verður eitt 1.000 ára skeið, har Kristus skal ráða sum friðarhøvdingi saman við teimum kristnu.
Hetta er tann sokallaða "præmillenianistiska tulkingin". "Præ" merkir áðrenn og "millenium" merkir 1.000. Præmillenianisma er altso læran um, at Kristus kemur aftur, áðrenn tey 1.000 árini byrja.
Hesi 1.000 árini verða góð. Av tí at Sátan er bundin, skulu fólk streyma inn í Guds ríki. Guds meinigheit skal ráða saman við Kristi sum kongar og prestar. Hetta verður altso ein friðarlig og eydnurík tíð - líkasum ein inngangur til tað æviga dýrdarríkið, tá deyðin endaliga er burtur.
Men ímillum túsundáraríkið og ta ævigu dýrdina skal Sátan kortini ganga leysur eina stutta tíð og gera álop. Men so skal Kristus koma aftur aðru ferð og kasta djevulin í eldsjógvin. So skal tað verða dómadagur og so skal Kristus skapa nýggjan himmal og nýggja jørð.
Høvuðsgrundgevingin fyri hesi tulking – at Kristus altso kemur aftur tvær ferðir, fyrru ferð áðrenn túsundáraríkið - er, at Kristus kemur aftur í Opb 19 (ø. 20), meðan túsundáraríkið kemur í Opb 20. Altso: Av tí at Opb 19 kemur áðrenn Opb 20, má Kristus koma aftur áðrenn túsundáraríkið.
Men tað er ómøguligt at lesa Opb strangt kronologiskt – altso sum eina framhaldsøgu í fastari raðfylgju. Roynir man tað, rennir man høvdið ímóti múrinum ferð eftir ferð. Nei, allan vegin ígjøgnum Opb ganga somu motivini aftur og aftur, t.d. bardagin millum Gud og Sátan, tann síðsta stóra trongdin, Jesu afturkoma og heimsins undirgangur. T.d. er bardagin í 19,19 og 20,8-9 (og 16,14; 17,14) ein og sami bardagi. Grundteksturin sigur eisini "til bardagan" í 20,8, tí tað er ein bardagi, lesarin longu hevur hoyrt um frammanundan! Vit hoyra um somu hendingarnar ferð eftir ferð, bara frá nýggjum vinklum og við nýggjum aspektum.
Eisini stríðir tað ímóti Jesu egnu orðum um síðstu tíðirnar, at hann skal koma aftur tvær ferðir. Hann kemur bara einaferð aftur og tá kemur hann við mátti og miklari dýrd, so einki menniskja á hesi fold er í iva um, hvat hendir! Og eftir tað er eingin møguleiki fyri umvending! Tað er netup eisini ein trupulleiki við hesi tulking, at fólk venda um eftir Jesu fyrru afturkomu, men fyri Jesu seinnu afturkomu.
Eg kann nevna, at skaldsøgan "Left behind", sum er gjørd til film fleiri ferðir, byggir á hesa præ-millenianistisku tulkingina. Eisini gongur Darbyisman, sum brøðrasamkoman hevur sína læru frá, út frá hesi læru. Felags fyri hesi bæði er, at tey kristnu - samkoman - fyrst verða rykt burtur og eru saman við Kristi. T.v.s. frá og við Opb 4 er kristna samkoman ikki á jørðini longur. Sambært Darbyismuni skal Heilagi Andin heldur ikki vera á jørðini longur. Hetta er eisini tíðin, tá Ísrael vendir um. Hvussu fólk kunnu venda um uttan Heilaga Andan, veit eg ikki. Bíblian tosar bæði um eina burturrykking (1 Tess 4,17) og um frelsu Ísraels (Róm 11,25-32), men skal tað hanga soleiðis saman, krevur tað fleiri millumrokningar, sum mugu kroystast niður yvir Bíbliuna, m.a. ta sonevndu "tíðarhúshaldslæruna" ("dispensationalism").

Postmillenianistiska tulkingin
Hin bókstaviliga fatanin sigur eisini, at tað á síðstu døgum verður eitt 1.000 ára skeið. Men sambært hesi tulking kemur Kristus ikki aftur fyrrenn eftir hetta skeiðið. Hetta er tann sokallaða "postmillenianistiska tulkingin". Altso at Kristus kemur eftir ("post") tey 1.000 árini.
Sambært hesi tulking eru tey 1.000 árini ein tíð, tá tey kristnu fara at vinna fleiri og fleiri sigrar, so at heimurin verður meira kristiligur. Tað merkir ikki endiliga, at øll verða kristin. Men stórar vekingar verða og heimurin verður sum heild minni gudleysur. Kristna meinigheitin fær avgerandi vald, tí kann man siga, at Sátan er bundin.
Tá hesi 1000 árini eru farin, kemur tann síðsta stóra trongdin, sum Jesus tosaði um. Men so kemur Jesus aftur at halda dóm og skapar nýggjan himmal og nýggja jørð.
Trupulleikin við hesi tulking er Jesu orð um síðstu tíðirnar í t.d. Matt 24,21-31. Sambært Jesusi eru síðstu tíðirnar undan afturkomu hansara merktar av villeiðing, forfylging, trongd, sjálvssøkni og gudloysi. Jesu orð tykjast ikki at rúma einum gyltum tíðarskeiði beint undan trongdini miklu. Ja, hann samanber enntá síðstu tíðina við ógudiligu tíðirnar undan syndflóðini á Nóa døgum og oyðing Sódomu á Lots døgum (Luk 17,26-30).

Kirkjusøguliga sýnið
Triðja høvuðstulkingin er tann sokallaða "kirkjusøguliga tulkingin". Sambært hesi tulking skulu tey 1.000 árini skiljast andliga! Tað merkir, at tey 1.000 árini ikki skulu skiljast sum 1.000 ferðir 365 dagar, men sum eitt annað orð fyri eitt sera langt tíðarskeið!
Henda sera langa tíðin byrjaði longu, tá Jesus kom til jarðar fyri 2000 árum síðani. Og hon varar, til Jesus einaferð kemur aftur. Túsundáraríkið er altso tíðin, sum vit kristnu liva í longu nú!
Tey mongu tølini í Opb eru symbolsk, t.d. er 10 eitt tal fyri tað fullfíggjaða. Kanska verður sagt 1.000 ár, tí tað er 10 í triðja - altso 10x10x10? Legg eisini merki til, at bæði Jesus og ápostlarnir tosaðu um endatíðirnar, sum um tær longu vóru byrjaðar! Jesus tosar um oyðing Jerúsalems (hendi longu ár 70) og um síðstu trongdina í sama andadrátti (Matt 24; Mark 13; Luk 21). Samanber Paulus: T.d. 1 Kor 10,11; 1 Jóh 2,18.
Sambært hesi tulking er Sátan bundin hesa tíðina, men tó framvegis vandamikil! Tað merkir, at djevulin ikki sleppir at gera meira, enn Gud loyvir honum. Hann er sum ein leinkjaður hundur – hann goyr og býtir frá sær, men sleppir kortini ikki longri enn eitt ávíst. Langa fríggjadag og páskadag vann Jesus jú avgerandi sigurin á djevlinum. Djevulin er sligin og bíðar bert eftir, at dómurin – sum longu er feldur – skal útinnast endaliga.
Tí er túsundáraríkið tíðin hjá gleðiboðskapinum, t.v.s. tíðin, tá gleðiboðini um Jesus verða borin út til øll fólkasløg. Sátan er bundin í tann forstand, at hann ikki kann forða gleðiboðskapinum at røkka út til øll menniskju!
Í Matt 12,29 sigur Jesus: "Hvussu kann nakar fara inn í húsini hjá hinum sterka (djevlinum) og ræna ognarlutir hansara, uttan at hann fyrst hevur bundið hin sterka? Tá kann hann ræna hús hansara." Við deyða og uppreisn síni bant Jesus djevulin. Tí kann hann nú vinna øll menniskju aftur til sín ("ræna ognarlutir hansara") við gleðiboðskapinum!
Eitt annað áhugavert skriftstað er Luk 10,17-19. Teir 70, sum Jesus hevði sent út á missiónsferð, komu glaðir aftur og søgdu: "Harri, eisini hinir illu andarnir vóru okkum undirbrotligir í navni tínum." Men Jesus segði við teir: "Eg sá Sátan falla niður av himni eins og eitt snarljós. Sí, eg havi givið tykkum vald til at traðka á ormar og drekar og á alt fíggindans veldi, og einki skal verða tykkum at minsta meini." Longu tá kundi Jesus siga, at Sátan var fallin! Og Jesu sigur á Sátan vísir seg netup við, at Sátan ikki kann forða gleðiboðskapinum í at røkka út!
Og at enda Jóh 12,31-32: "Nú gongur dómur yvir henda heimin, nú skal høvdingin í hesum heimi verða kastaður út. Og tá ið eg verði lyftur upp frá jørðini, skal eg draga allar til mín." Jesus kann siga, at djevulin nú verður kastaður út, tí hann skjótt skal krossfestast ("lyftast upp"). Tí við deyða sínum vann hann avgerandi sigurin á djevlinum, so djevulin ikki kann forða Jesusi at draga øll til sín. At Sátan verður kastaður í avgrundina í Opb 20,3 og læstur inni har, hendi longu á páskum uml. ár 33!
Hvat merkir tað so, at tey, ið eru deyð í trúnni á Kristus, skulu vera prestar og kongar saman við Kristi hesi 1.000 árini? Opb 1,6 og 5,10 tosa um, at tá Kristus doyði fyri okkum, tá gjørdi hann okkum til kongar og prestar við sínum blóði. Kongar og prestar eru vit altso longu nú vegna Jesu deyða í okkara stað (smbr 1 Pæt 2,9-10). At tey, ið eru deyð í trúnni á Jesus, liva og ráða saman við Kristi, merkir altso fyrst og fremst, at tey eru hjá Kristi og hava fría atgongd til Guds. Hvat tænastan sum prestar og kongar meira ítøkiliga gongur út uppá, fáa vit ikki so nógv at vita um.
Tað, sum eyðkennir túsundáraríkið, er altso longu nú ein veruleiki. Sátan er bundin í tann forstand, at hann ikki kann forða Guds ríki í at breiða seg til øll fólkasløg. Hygg eftir, hvat er hent síðan Jesu fyrstu komu: Stórar vekingar um allan heim – og samstundis bæði forfylging og villleiðing. Sum Jesus sigur í Jóh 4,35: "Siga tit ikki: "Enn eru fýra mánaðir, so kemur akurskurðurin?" Sí, eg sigi tykkum, lyftið upp eygum tykkara og síggið akrarnar; teir eru longu hvítir til skurðar."
Men sum Jesus eisini segði, skal ein stór trongd fyrst koma á allarsíðstu døgum, tá djevulin ger tær síðstu rembingarnar. Men so skal Kristus koma aftur at døma livandi og deyð og skapa nýggjan himmal og nýggja jørð.
Henda sokallaða "kirkjusøguliga tulkingin" er tann, sum bæði katólska og lutherska kirkjan altíð hava staðið fyri. Sjálvur haldi eg eisini, at hon passar best inn í samanhangin, bæði um vit taka alla Opb undir einum og um vit taka alla Bíbliuna undir einum.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo