Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Freisting og roynsla
29. mars 2005
Hjalmar Hansen
Haldið tað, brøður mínir, fyri bera gleði, tá ið tit verða staddir í ymsum freistingum, við tað at tit vita, at roynslan av trúgv tykkara virkar tolmóð. (Ják. 1, 2-3)
Tá vit hoyra orðið 'freisting', munnu flestu okkara hugsa um nakað, sum ikki er gott, nakað sum vit fegin vildu verið fyri uttan. Freistingin plágar okkum og ger okkara lív til eitt stríð. Ikki minst elvir hon til sorg, ótta og pínu, tá vit falla fyri henni. Hon gevur sálarkvalir um, at heldur ikki hesuferð eydnaðist tað. Aftur hesuferð mátti tað góða lúta fyri tí ónda.
Hvussu kunnu vit tá halda tað fyri bera gleði at verða freistað, sum Jákup skrivar? Jú, svarið liggur í úrslitinum av freistinigini. Nakað av hesum skal henda greinin snúgva seg um.

Eitt lív uttan freistingar?
Uttan iva eru mong menniskju, ið ikki liva við teimum stóru freistingunum. Tær størstu eru av slagnum: 'Skal eg aftur í dag eta feitan mat ella heldur eta okkurt sunt?' o.s.fr.
Ein treyt fyri at verða freistaður, er at kenna mun á røttum og skeivum, á góðum og óndum. Uttan henda kunnleika er eingin freisting!
Ormurin segði í Edens hava: Man Gud hava sagt (1. Mós. 3.1). Við hesum vildi hann spæla uppá tað, sum Ádam og Eva høvdu fingið at vita frá Gudi um, hvat tey kundu og hvat tey ikki kundu. Ormurin vildi sáa iva um, hvat nú var rætt og skeivt.
Ein onnur treyt fyri at verða freistaður er, at freistingin hevur nakað, hon kann tala til – sum kann reagera uppá freistingina. Uttan ein móttakara fyri freistingini spyrst einki úrslit burturúr. Hetta skrivar Jákup um í ø. 14: ”Men ein og hvør verður freistaður, tá ið hann verður drigin og lokkaður av síni egnu girnd”. Tað býr altso nakað í okkum menniskjum, sum ger freistingina til ein veruleika við fylgjum.
Í frágreiðing síni til bønina, 'Leið okkum ikki í freistingar', sigur Luther í Stóru Katekismus, at okkara freistingar eru av trinnanda slagi:
Holdsins freistingar: "Gamli Adam, sum vit hava í okkum, eggjar okkum til siðloysi, leti, ovát, drykkjuskap, svíkja næstan, vinna okkum óreiðiligar fyrimunir, stutt sagt allar óndar lystir."
Heimsins freistingar: "Alt tað sum elvir okkum vreiði og ótol. Tað er ikki ov mikið sagt, at í hesum heimi er ikki annað enn hatur, øvund, figgindskapur, ónd tala, sley, hugmóð og errinskapur við ovurnøgdum av prýði, æru, rósi og valdi, og eingin vil vera verri enn annar, men ein og hvør vil sita ovast og verða sæddur av øllum."
Djevulsins freistingar: "Sum altíð øsa og eggja okkum. Serliga loypir hann á tað, sum hevur við samvitskuna og tey andaligu viðurskiftini at gera, við tað at hann elvir okkum til at fara lættliga um Guds orð og gerningar og vanvirða tey, so at hann kann taka trúnna, vónina, og kærleikan frá okkum, og kasta okkum út í forherðing ella iva, avnoktan av Gudi og spottan."
So leggur Luther hesi áhugaverdu orðini afturat: "Ungdómurin verður serliga freistaður av holdinum, tann vaksni og gamli av verðini og tey, sum hava við andalig viðurskifti at gera, tað eru tey sterku kristnu, verða serliga freistað av djevlinum."

Freisting ella roynsla
Í bíbliutekstinum, sum greinin byrjar við, eru hesi bæði orðini, 'freisting' og 'roynsla', men í grikska tekstinum verður sama orð nýtt í báðum førum, og eisini í ø. 13. Týdningurin av orðinum kann vera at royna góðskuna og eginleikar í onkrum. Týdningurin kann eisini vera, at roynt verður at fáa teir góðu eginleikarnar fram, at styrkja tað góða, sum longu er (Studiebibelen).
Hetta sigur okkum, at sama støða kann annaðhvørt vera ein freisting ella ein roynsla, treytað av hvussu man sær uppá tað. Roynslan er tann positivi týdningurin – tá ið royndin er staðin. Roynslan virkar tolmóð, skrivaði Jákup. Og í ø. 12 sigur hann: Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting, tí tá hann er royndur… Freistingin verður altso til roynslu, tá vit standa ímóti freistingini. Freistingin kann vera ein orsøk til at synda, men so sanniliga eisini ein orsøk til at standa royndina og harvið verða styrktur. Tað avgerandi er, hvussu eg, menniskjað, reageri.
Tí kann Jákup siga: "Haldið tað fyri bara gleði, tá tit eru staddir í ymiskum freistingum". Tí stendur tú teg í hesum, er tað í grundini ein roynsla av tínum andaliga lívi, sum styrkir tað andaliga lívið.

Leið okkum ikki í freistingar
Jesus hevur lært okkum at biðja: "Leið okkum ikki í freistingar". Mótsigur hetta tí, sum Jákup skrivar, at Gud freistar ongan? Tá ið vit kunnu biðja um, ikki at verða leidd í freistingar, kunnu vit so eisini biðja um, at verða leidd í freistingar?
Eg trúgvi ikki, at so er. Tí Gud freistar jú ongan. Men varð Jesus ikki leiddur út í oyðimørkina av andanum til tess at verða freistaður? Jú, andin leiddi Jesus út í oyðimørkina, men tað var ikki andin, sum freistaði. Tað var Djevulin, sum freistaði hann (Matt. 4,1).
Út frá hesum kunnu vit siga, at Gud gav loyvi til freistingina, men aftur her eiga vit at síggja tann dupulta týdningin av freistingini. Freistingin í sær sjálvum er ikki synd, tað avgerandi er menniskjans svar til freistingina. Komi eg styrktur gjøgnum freistingina, var tað mær ein roynsla av mínum trúarlívi, men felli eg fyri freistingini, verður hon synd.
Um bønina í Faðirvár sigur Luther í Lítlu Katekismus: "Vit biðja í hesi bøn, at hann (Gud) vil varða og verja okkum, fyri at Djevulin, heimurin og hold okkara ikki skulu svíkja okkum og villa okkum til vantrúgv, vónloysi og aðra vanvirðisliga synd og last, men um vit soleiðis verða freistað, at vit kortini til síðst mega vinna og fáa sigur."

Tá vit verða freistað
Vit hava omanfyri víst á, at freistingar kunnu vera av trinnanda slagi. Vanliga kennir menniskjað seg sjálvt so mikið væl, at tað veit, hvørjar holdsligar freistingar serliga freista seg. Tað læra vit gjøgnum lívið. Jesus sigur eisini, at holdið er veikt, sjálvt um andin er fúsur. Tí mega vit vakja og biðja (Matt. 26,41). Tað merkir, at vit eiga at vera varin um okkum sjálvi og so biðja. Vit kunnu kanska siga tað soleiðis, at vit ikki við vilja seta okkum í støður, har vit vita, at vit verða freistað, men minnast til bønina, Jesus lærdi okkum: "Leið okkum ikki í freistingar."
Tað er ikki uttan grund, at Paulus skrivar, at vit skulu lata okkum í øll herklæði Guds, fyri at vit kunnu standa ímóti sniðálopum Djevulsins (Ef. 6,11). Vit hava ein búna – vit hava vápn at berjast við, so vit kunnu vinna. Sum so mangan kunnu vit læra av Jesusi. Tá Djevulin kom í oyðimørkini, svaraði Jesus: "Skrivað stendur!" Hann nýtti svørðið – Guds orð - til bardagan.
Av Jesu bardaga við Djevulin í oyðimørkini síggja vit tvey týdningarmikil mál:

1. Vit mega kenna Guds orð
2. Vit mega kenna Guds orð rætt

Tá freistingarnar leika, mega vit kenna, hvat er rætt og skeivt. Henda kunnleika fáa vit gjøgnum Guds orð. Guds orð opinberar syndina fyri okkum, tað vísir okkum á, hvar tað eru viðurskifti, sum ikki eru í samsvari við Guds heilaga vilja.
Men tað er ikki nóg mikið at kenna Guds orð. Tí tað ger Djevulin eisini! Og hann brúkar tað enntá. Hetta munnu uttan iva vera tær mest óhugnaligu freistingarnar at koma út fyri. Tað man eisini vera her, at tað krevst størst vísdómur og andaligt skynsemi til tess at síggja freistingina.
Við hesum í huga kunnu vit hyggja eftir ymiskum andaligum fyribrigdum og boðskapinum í okkara tíð og spyrja, um tað, sum fer fram, ikki mangan er at freista Gud, heldur enn at æra hann! Her kunnu vit so eisini hava orð Luthers í huga, at Djevulin serliga freistar tey, sum hava við andalig viðurskifti at gera, og tað kann t.d. vera við at ganga lætt um Guds orð.
Vit eiga ikki at líta á egnan mátt og megi, men at leita til hansara, ið er mentur at fullføra góða gerningin í okkum. Leita til hansara gjøgnum hansara orð, brøðralagið og sakramentini. Gera eftir hansara áheitan: Vakja og biðja. Og ikki minst - minnast til bønina, hann lærdi okkum: "Leið okkum ikki í freistingar."
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo