Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Jósef – fyriboðandi um Jesus
22. mars 2005
Jóhan Henriksen
Vit fara nú at halda hátíð til minnis um Jesus; hansara líðingar, deyða og uppreisn fyri okkum. Men søgan um Jósef, hansara líðingar og uppreisn, kann eisini geva okkum eina mynd av Kristusi.
(Mynd: The Passion of the Christ)

Eins og Jósef var í serstøðu hjá faðir sínum, var Jesus eisini í serstøðu. Tað ilskaði brøðurnar hjá Jósefi, og tað ilskaði jødarnar, tá ið Jesus greiddi teimum frá sínum viðurskiftum við Gud.
Teirra serstøður førdu til, at teir vórðu hataðir, spottaðir, nektaðir, fangar, seldir fremmandum, settir millum hvør sínar tveir brotsmenn, Jósef roknaður deyður men livdi, meðan Jesus doyði og reis upp aftur, til signingar fyri fremmandum og settir høgt.

Hatur og øvund
"Men tá ið brøður hansara sóu, at faðir teirra unti hann fram um allar synir sínar, løgdu teir hatur á hann og vildu ikki tala blídliga við hann", 1. Mós. 37,4.
"Og ættfedrarnir øvundaðu Jósef og seldu hann til Egyptalands", Áps. 7,9a.
Teir hataðu Jósef av trimum grundum.
1. "Og Ísrael unti Jósef fram um allar synir sínar, av tí at hann var ellisonur hans; og hann læt gera honum síðan ermakyrtil".
Eisini Jesu serstøða ilskaði Jødarnar. Tá ið Jesus hevði grøtt mannin við Betesdahylin ein hvíludag, stendur: "Av teirri orsøk vóru jødarnir enn meira hugaðir at fáa hann tiknan av døgum, tí at hann ikki bert breyt hvíludagshalguna, men eisini kallaði Gud faðir sín og gjørdi seg sjálvan Gudi líkan", Jóh. 5,18.
2. Brøðurnir hataðu Jósef, tí hann bar faðir sínum boð um tað ringa orð, sum teir høvdu á sær.
Jødarnir tonktu eisini, at Jesus klagaði teir fyri faðirinum. Men Jesus segði teimum: "Hugsið ikki, at eg skal klaga tykkum fyri faðirinum; tann er, sum klagar tykkum, Móses, sum tit hava sett vón tykkara til", Jóh. 5,45.
3. Jósef droymdi framtíðardreymar, sum hann taldi brøðrum sínum. Tað gjørdi teir ótryggar: "Ætlar tú at vera kongur yvir okkum og valda okkum?"
Tá ið Jesus talaði til høvuðsprestarnar og hinar elstu fólksins líknilsini, sum standa í Jóh. 21, 23 – 44, so stendur: "Og tá ið høvuðsprestarnir og Fariseararnir hoyrdu líknilsi hansara, skildu teir, at hann talaði um teir. Og teir ætlaðu at taka hann á hondum."

Spott
Jósef leitaði brøðurnar upp. Tá ið teir fingu eyga á hann, søgdu teir ikki: "Har kemur Jósef", men: "Hygg, har kemur hasin droymarin!"
Eisini Jesus varð nevndur við øðrum nøvnum: Átari, drykkjumaður, sámariubúgvi, svikari o.a.

Nektaðir
Tað fyrsta brøðurnir gjørdu, tá ið Jósef kom til teirra, var at taka ermakyrtilin. Við honum tóku teir eisini hansara heiður og serstøðu.
Eisini klæðini tóku teir frá Jesusi, sum liður í niðurgeringini. Í Sálmi 22, sum Jesus bað á krossinum, stendur: "Teir skifta klæði míni sín ámillum, um kyrtil mín kasta teir lut."

Fangar
Orðadráttur var millum brøðurnar, hvat teir skuldu gera við Jósef. Men teir vóru ikki samdur um, at taka hann av lívi. Tí, sum ein fyribils loysn, varð hann tveittur í ein tóman brunn.
Tá ið Jesus var fyri jødiska ráðnum, vóru teir ikki samdir um at taka Jesus av døgum. Nikodemus og Jósef úr Arimateu samtyktu ikki. Nakrar tímar sat Jesus fangi hjá høvuðsprestinum; tað fangarúmið minnir um ein brunn.

Seldir fremmandum
Um Jósef stendur: "Og tá ið nakrir midianitiskir keypmenn komu framvið, drógu teir Jósef upp úr brunninum, og teir seldu Jósef til Ísmaelitarnar fyri tjúgu siklar í silvuri. Teir fluttu Jósef til Egyptalands", 1. Mós. 37,28. Brøðurnir sviku Jósef fyri pening og seldu Jósef til fremmandar.
Judas sveik Jesus fyri 30 siklar og umvegis jødiska ráðið endaði hann í hondunum á rómverjum.

Settir millum brotsmenn
Jósef varð av órøttum settur í myrkustovu. Har kom hann at sita ósekur saman við tveimum, sum høvdu forbrotið seg móti Farao. Jósef kundi siga teimum framtíðina: Annar aftur í starv og hin tikin av døgum.
Jesus var av órøttum krossfestur saman við tveimum øðrum. Á krossinum kundi hann lova øðrum gylta framtíð, men ikki hinum.

Deyðir og livandi
Beiggjarnir lugu um Jósef. Teir settu eina søgu saman, at helst hevði eitt villdjór skrætt hann sundur. Men hann livdi.
Jesus doyði. Men hann reis upp aftur. Eisini um hann varð logið. Eftir at Jesus var upprisin, grøvin var tóm, søgdu høvuðsprestarnir við teir, sum høvdu hildið vakt við Jesu grøv: "Sigið: "Lærusveinar hansara komu á náttartíð og stjólu hann, meðan vit svóvu", Matt. 28,13. Og teir gjørdu, sum teir vóru lærdir.

Til signingar fyri fremmandum
"Men Harrin var við Jósefi og læt alt eydnast væl fyri honum... og signing Harrans var yvir øllum, ið hann átti, bæði innanhýsis og uttanhýsis", 1. Mós 39,2.5.
Boðskapin um Jesus tóku jødarnir ikki undir við, men tað gjørdu heidningarnir. Og boðskapurin um Jesus hevur verið til signingar fyri mong lond og fólk.

Settir høgt
Tá ið Jósef hevði greitt Farao frá, hvat dreymarnir týddu, varð hann settur í hægsta starv í Egyptalandi. Og tá ið hallárini komu, varð víst til Jósef. "Farið til Jósefs, tað, sum hann sigur tykkum, skulu tit gera!" 1. Mós 41,55. Eisini brøðurnir komu og hann avdúkaði seg umsíðir fyri teimum: "Komið higar til mín!" og tá ið teir vóru komnir fram til hansara, segði Jósef: "Eg eri Jósef bróðir tykkara, sum til seldu til Egyptalands. Men gremjið tykkum nú ikki og harmist ikki yvir, at tit seldu meg higar; tí at Gud sendi meg higar undan tykkum til tess at bjarga mannalívum", 1. Mós. 45,4-5.
Tá Jesus var risin upp, segði hann: "Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð". Og hann, okkara bróðir, sigur eisini í dag: "Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu", Matt. 11,28.

Øll, sum komu til Jósef, vórðu bjargað undan at doyggja í hungri.
Øll, sum koma til Jesus, verða bjargað undan ævigum deyða.

Gleðiligar páskir
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo