Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








┌r eldinum Ý °skuna
15. mars 2005
Henrik Nymann Eriksen
Tað er altíð hent og tað hendir framvegis, at kristin fella frá. Einum nýtist ikki at koma í kristnar samkomur í serliga mong ár, áðrenn ein rennur seg í fyribrigdið fráfall.
Tvey sløg av fráfalli
Tað kann vera gagnligt at skilja ímillum tvey sløg av fráfalli, nevniliga fráfallið frá kristna samfelagnum og fráfallið frá Gudi. Sjálvt tá tey tvey sløgini av fráfalli henda sanstundis, er hetta ein týdningarmikil sundurgreinan.
Eitt menniskja nýtist ikki at vera glatað, fyri tað um tað rýmir úr kristna samfelagnum. Glatað/ur er ein ikki, fyrrenn ein fer frá Gudi. Men hetta seinna – altso fráfallið frá Gudi – kann lættliga fylgja við fráfallinum frá samfelagnum.
Samstundis mugu vit eisini síggja í eyguni, at tað er møguligt at falla frá Gudi, uttan at tað neyðturviliga førir til eitt fráfall frá samfelagnum. Fráfall frá Gudi er nevniliga í grundini ósjónligt fyri øðrum, tí tað hendir í hjartanum, meðan fráfall úr meinigheitini er ógvuliga sjónligt fyri ein og hvønn.
Í hesum árum tykjast fleiri og fleiri at rýma úr kristna samfelagnum, uttan at tey – í útgangsstøðinum – ynskja at fara frá Gudi.
Tað ber til at liva við Gudi heilt einsamallur, men tað er ein amputerað kristnitrúgv, tí ein partur av frelsunnar veruleika er at vera við í Guds meinigheit á jørð. Tað er í longdini eisini ein ábær støða, tí altarborð, boðan, forbøn og lovsangur í stóran mun er knýtt at samfelagnum og virkar illa, tá ein er einsamallur.

Øll hava spíran í sær
Tað er eingin kristin, ið ikki hevur ein spíra til fráfall í sær. Tað liggur snøgt sagt ein drívmegi í okkara gomlu náttúru, sum dregur burtur frá Gudi. Ein og hvør kristin kann tí falla frá.
Tí er eisini í Nýggja Testamenti ein røð av ávaringum móti fráfalli – til dømis 1. Kor. 10,12: "Tí hyggi tann, sum heldur seg standa, um seg sjálvan, at hann ikki fellur!"
Henda fatan skal geva okkum eina eyðmýkt fyri allari talu um fráfall, bæði tá tað snýr seg um onnur og um okkum sjálvi.
Kjarnan til fráfall er í teimum heilt persónligu viðurskiftunum hjá tí einstaka menniskjanum við Gud. Hebr. 3,12 orðar tað soleiðis: "Gevið gætur eftir, brøður, at tað ikki í nøkrum tykkara skal vera eitt vánt vantrúarhjarta, so at hann fellur frá livandi Guði!"

Fráfall er ein gongd
Tað er í hjartanum, at fráfallið hendir – innast inni, har onnur ikki kunnu fylgja við, men har vit eru einsamøll við Gudi. Har inni hava bæði trúgvin og vantrúgvin sítt djúpasta akkersfesti.
Men fráfall hevur ofta nøkur ytri høvi og nakrar ytri avleiðingar. Tað er tað, sum onnur kunnu síggja og sum ein sjálvur kann geva gætur eftir, so ein ikki skundar undir fráfallið.
Vit kunnu siga, at fráfallið hevur eina innaru orsøk, men ytri høvi. Tann innara orsøkin snýr seg stutt sagt um, at viðurskiftini við Gud verða brotin.
Tað hendir óivað sjáldan í einum eygnabrái, men er ein gongd, sum at enda meira ella minni dramatiskt endar við, at ein øvugt umvending er farin fram, nevniliga at ryggurin er vendur Gudi.
Viðurskiftini við Gud kunnu brótast á fleiri mátar. Her nevni eg einans tveir, nevniliga andaliga svøltan og at sættast við syndina.
Tann andaliga svøltanin skyldast, at trúgvin er nakað dynamiskt og livandi, sum vit ikki bara hava eina ferð fyri allar. Trúgvin kann vaksa og blóma, tá hon fær føðslu, men hon kann eisini fána burtur og følna, tá hon ikki fær føðslu.
Trúgvin livir av tí, sum Gud gevur í orði sínum í teimum mongu formunum, sum tað møtir okkum í – í altarborðinum, í bønini og í samfelagnum við onnur kristin, Áps. 2,42.
Vit upptaka ikki øll føðslu frá Gudi á nágreiniliga sama hátt, men øll kristin hava brúk fyri, at viðurskiftini við Gud verða styrkt, við at trúgv okkara fær føðslu. Annars fánar trúgvin burtur og verður at enda til einkis.
At sættast við syndina er, tá ein eftir eina fjøld av føllum og ongum sigrum bindir frið við syndina, so hon ikki longur verður játtað til tess at fáa fyrigeving, og ein ikki longur berjist móti syndini í gerandisdegnum. Eisini hetta er ein gongd, sum kann bylgja aftur og fram, men verður hon førd heilt at enda, verður tað til eitt brot við Gud í hjartanum.

Høvi til fráfall
Lív okkara gongur ikki bert fyri seg í hjartanum. Tí snýr fráfall seg heldur ikki bert um viðurskifti okkara við Gud í hjartanum, hóast kjarnan í fráfalli er at finna har. Tað eru mong ytri viðurskifti, sum kunnu hava ávirkan á, at fráfallsgongdin byrjar.
Í fyrstu atløgu snýr tað seg ofta um fráfallið frá meinigheitini, men fráfallið frá Gudi í hjartanum hevur eisini ofta havt síni ytru høvi. Eg skal nevna eina røð av viðurskiftum, sum hava verið tað ytra høvið til, at nøkur eru fallin frá.
Ein kundi nevnt onnur ting og kjakast kann eisini um hesi, men tey eru viðurskifti, sum fráfallin kristin hava nevnt sum avgerandi fyri, at tey eru gliðin burtur frá meinigheitini ella Gudi – ella báðum.
Flyting. Ein kemur til eitt nýtt stað, har eingin kennir ein. Eingin væntar, at ein skal møta upp í kristnu samkomuni. Eingin setur seg í samband við ein. Har er ikki nakar kristin vinaflokkur sum har, haðani ein kom.
Ósemja. Ein kennir ósemjuna millum tey kristnu í meinigheitini ella felagnum so møðsama, at ein tekur seg aftur. Tað kann vera ósemja um boðanina, felagsskapin, møtiformin ella annað.
Dupultlív. Ein livir á ein hátt í kristna umhvørvinum og á ein heilt øðrvísi hátt millum ikki-kristnar lestrar- ella arbeiðsfelagar. Eitt dupultlív sum gevur kensluna av hykli. Tað kann kennast sum ein lætti at velja síðu – eisini hóast tað er tann skeiva síðan.
Ikki-kristin maki. Ein ikki-kristin unnusta/i ella hjúnafelagi er ofta ein stór avbjóðing fyri trúnna. Tann kristni endar lættliga í óvirkni í mun til samfelagið og kann á tann hátt so við og við gerast viðkvæmur.
Svik syndarinnar. Syndin er lokkandi og hevur evni at lumpa – eisini soleiðis, at tað ávirkar okkara fatan og trúarsannføring. Tí kunnu lívsmynstur koma upp, sum koma av ymiskum sløgum av synd – eisini uttan at onnur vita av tí. Men tað hevur týdning fyri trúnna, 2. Tess. 2,10; Hebr. 3,13.
Intellektuellur ivi. Um mótmælini hjá skynsemi okkara móti trúnni ikki verða tikin í álvara, men áhaldandi verða sópað inn undir gólvteppið, kann tað í eini hættisligari støðu vera høvið til, at ein heilt sleppur trúnni. Í sjálvum sær er ivi ikki so vandamikil, um hann kemur fram í ljósið og verður tikin í álvara, men burturskotraður ivi kann vera ein bumba undir trúnni.
Lívstarnandi pietisma. Nøkur hava vent kristna samfelagnum bakið, tí tey ikki kendu, at tey kundu vera har sum tey menniskju, tey vóru. Tað kann bæði snúgva seg um bíbilsk boð, sum ein ikki vil laga seg eftir, og ein kristin mentan og siðvenja, sum kennist lívstarnandi.
Ovbyrðað/ur. Um ein í longri tíð hevur verið ovbyrðað/ur við ymiskum uppgávum í einum kristnum samfelagi, kann tað koma aftur um brekku, so ein tekur seg heilt aftur úr samfelagnum.
Tað finnast mong fleiri høvi til fráfall frá bæði meinigheitini og Gudi, men omanfyrinevndu eru nøkur av teimum, eg havi hoyrt um.
Tá vit vita, at ein og hvør kristin hevur eina drívmegi í sær móti fráfallinum, er tað klókt at geva gætur eftir tí, sum hevur víst seg ofta at vera høvi til, at fráfallsgongdin byrjar ella vindur upp á seg.

Hjálp móti fráfalli
Eg meini ikki, at tað er gott fyri ein kristnan at ganga við einum ævigum ótta fyri at falla frá. Vit hava orsøk til at fara treystliga ígjøgnum hetta lív, tí vit eru í Guds hond. Og sum Skriftin sigur: "Hann, sum byrjaði í tykkum góðan gerning, vil fullføra hann alt til Jesu Krists dag", Fil. 1,6. Tí er ikki grund fyri ræðslu og ótta fyri at falla frá, men fyri treystligari trúgv og lívi við Jesusi.
Tá tað er sagt, vil eg kortini nevna fýra viðurskifti, sum eru ein hjálp at sleppa undan fráfalli:
Liva Gudi nær í opinleika og falsloysi. Kávalæti mótvegis Gudi ger okkum ábær. Tí er tann bøn, sum forðar fráfalli, fyrst og fremst at oysa út sítt hjarta sum vatn fyri ásjón Harrans, Harmlj. 2,19, har vit nekta skuggasíðurnar í lívi okkara fyri Gudi – bæði ítøkiliga synd og annan veikleika. Bíbliulesnaðurin førir okkum eisini Harranum nær – ikki so nógv, tá tað verður lisið sum skúlating, men fyri at fáa eitt orð við sær frá Gudi til tann einstaka dagin.
Hav ein góðan kristnan vin. Eitt annað kristið menniskja, ið ein kann tala opið og ærligt við og sum ein eisini kann biðja saman við. Tað snýr seg um at vera ein partur av einum djúpum og ektaðum kristnum samfelagi. Tað kann gott vera onkur annar enn hjúnafelagin!
Hav eina uppgávu í meinigheitini. At hava eina uppgávu í kristna samfelagnum, sum passar til ein, gevur størri festi í samfelagnum og hevur verið við til at halda mongum føstum.
Gev gætur eftir høvum til fráfall. Tað snýr seg um at geva gætur eftir sínum egnu veiku støðum og í verki taka hædd fyri teimum.

Vón
Hirðin er ein av mest elskaðu myndunum av Jesusi í Bíbliuni. Men vit síggja kanska ikki, at hon millum annað snýr seg um hansara viðurskifti við tey fráfalnu. Í tí stóra hirðakapitlinum í Ez. 34 stendur millum annað um tann góða hirðan: "Hinum farna vil eg leita eftir og fáa tað burturvilsta aftur á leið." Ez. 34,16.
Tí er vón, tá vit biðja fyri teimum, ið einaferð vóru við í samfelagnum um Jesus, men sum hava tikið seg aftur. Jesus leitar upp. Hann sleppur ikki teimum so skjótt, ið fyrr vóru hansara.

(Øssur Kjølbro umsetti úr "Avisen Tro&Mission", 10/9-2004.)
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo