Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Hann lærdi lýdni av tí, sum hann leið
5. mars 2005
Hans Erik Nissen
Vit eru ikki fødd við lýdni. Tað var Jesus heldur ikki. Hann mátti læra tað. Tað mugu vit eisini. Tað skelkandi er, at tað verður lært ígjøgnum líðing.
Vit hava lætt við at halda, at Guds kærleiki noyðir hann at geva okkum viðgongd, sólskin og góðar dagar, men soleiðis er tað ikki. Gud ynskir, at vit skulu líkjast mynd sonar hansara. Og tá tað var neyðugt hjá Jesusi at fara ígjøgnum líðingarskúlan, tá er tað enn meira neyðugt hjá okkum.

Líðingin letur oyra okkara upp
Tað upplivdi Job. Uttan líðing hevði hann ongantíð kunna hoyrt tað orðið, sum gjøgnum líðingina fekk ein týdning fyri hann, sum tað ongantíð áður hevði havt.
Fleiri ferðir hava hart roynd kristin sagt mær, hvørji orð í Bíbliuni hava borið tey ígjøgnum. Tá hevur tað undrað meg, at tey hoyra hesi orðini øðrvísi, enn eg geri. Tað hongur saman við, at Gud hevur latið oyra teirra upp ígjøgnum líðingina. Tá eru ávís orð vorðin berandi orð. Við Heilaga Andanum eru tey runnin saman við trúnni í hjartanum.
Vit hava ein Gud, sum tekur. Ferð eftir ferð minna vit hvønn annan á tað øvugta: Hann gevur og gevur og gevur aftur. Ja, tað er satt: Gud er tann stóri gevarin. Men summi av børnum hansara uppliva hann eisini sum tann stóra takaran. Hesi børn læra Gud at kenna á ein djúpari hátt og tey verða førd inn í eina gudsfatan, sum tað ikki er møguligt at koma inn í á annan hátt enn ígjøgnum líðingina. Tað finst eingin snargøta til dýpd og sanna andaliga fatan.

Heimurin er ein neyðardalur
Gud hevur skapað heimin óendaliga vakran. Stundum tykist lívið at vera ein dansur á rósum. Tað fær okkum lættliga at gloyma veruleikan og sannleikan. Avleiðingarnar av syndini eru meira víðfevnandi, enn vit fata. Sátan er høvdingin í hesum heimi. Allur skapningurin stynjar. Hann líðir undir trældómi. Syndin hevur heljardjúpar avleiðingar. Tað hevur hon eisini fyri skapningin. Alt verður niðurslitið og er merkt av forgeingiligleika. Tað er eisini galdandi fyri okkum sjálvi.
Hvønn einasta dag ávirkast vit av kunning, lýsingum og dreymum, sum skulu fáa okkum at gloyma ta gongd móti deyðanum, sum fer fram rundanum okkum og í okkum. Tá líðingin bankar á dyrnar hjá okkum, verður bindið skrætt frá eygum okkara, so tað gerst greitt, at heimurin liggur í hinum illa.
At fata tað er ómetaliga týdningarmikið. Tað hjálpir okkum til ikki at elska heimin og alt tað, sum er í honum. Hóast alt tað góða, sum kann sigast um lívið her á jørð, er tað kortini tómleiki.
Hvat heimurin enn kann bjóða tær, kann hann ikki metta sál tína. Í øllum tí, heimurin gevur, liggur deyðin eina ella aðra staðni. Tað letur líðing eygu tíni upp fyri.

Hann kennir líðingina innanífrá
Í líðingum tínum er tað gott at fara til hansara, sum kennir alt innanífrá. Tú kanst ongantíð møta líðingum, sum Jesus ikki kennir. Tær líðingar, Jesus ikki sjálvur fór ígjøgnum, lærdi hann kortini at kenna, tí tær vórðu tilroknaðar honum. Hann er freistaður og royndur í øllum lutum.
Hvør troyst er tað ikki at kunna oysa hjarta sítt út fyri honum, ið skilir ein beinanvegin! Jesus setur seg ikki uttanfyri. Hann er tann, ið av sonnum líðir saman við tær í nógv størri mun, enn ein pápi og mamma kunnu líða við barni teirra.
Trúgvin veit, at Jesus hjálpir ígjøgnum við sjálvur at bera tann tyngsta partin av tí krossi, sum hann leggur á okkum. Tað er styrki í at siga Jesusi alt aftur og aftur og samstundis at takka honum, at tað vóru líðingar okkara, sum hann bar.
Hví skulu vit bera tær, tá Jesus hevur borið tær? Tú skalt bæði bera og ikki bera. So leingi tú ert á fold, livir tú í hesum heimi, sum er bundin av syndafallinum. Tað kemur ein og hvør at merkja. Við lívi tínum í heiminum livir tú í trúnni og í henni ert tú loystur frá bæði synd, líðing og deyða. Tí ger Guds orð sigurin livandi fyri hjarta tínum mitt í líðingini. Tú ert samstundis í líðingini og uttanfyri hana. Tú ert í heiminum og í Jesusi. Tað er lív títt í Gudi, sum er títt veruliga lív. Har vinnur tú meira enn sigur á øllum tí, sum pínir og plágar á fold.

Líðing og himmallongsul
So leingi alt gongur væl, er himmalin fjarur. Men tað verður øðrvísi, tá líðingin bankar á dyrnar. Tá leiðir Gud okkum inn í tær trúarroyndir, sum hansara heilagu ígjøgnum allar tíðir hava fingið lut í:

Tá mítt eyga
troytt til deyða,
vátt og sárt av táraflóð,
sær við longsli
út úr fongsli
upp til Harrans frið og ró,
burtur hvørvur sút og sorg,
tá eg tekki himnaborg.

Er hetta sveimarí? Nei, hetta vóru dýrt keyptar royndir í lívi Brorsons. Við líðingini komu tárini og við tárunum longsulin. Tá verður trúarinnar eyga vent móti heimi okkara, har alt tað, sum er her niðri, ikki skal vera meira: Sorg, skríggj og pína.

Tá trúarinnar eyga verður vent móti himlinum, verður líðingin nakað annað, enn hon annars hevði verið. Tað er Guds ætlan við henni. Hann vil ikki, at hon skal føra inn í vónloysið, men inn í trúnna, hvørs akker er fest í tí himmalska heiminum. Hann vil, at vit mitt í líðingum okkara skulu síggja tað lambið, sum bar sjúkur okkara og tók kvalir okkara á seg. Tá finna vit heilsubót av sárum hansara.

(Øssur Kjølbro umsetti úr "Mellem liv og død".)
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo