Lýsing NLM
20. januar 2019
Norsk Luthersk Misjonssamband (NLM) er eitt norskt missiónsfelag við uml. 130 trúboðarum í trimum heimspørtum. Vit ynskja at breiða Guds ríkis orð og verk út til tey minst náddu fólkini í heiminum
Vit SØKJA
LÆRARA TIL MONGOLIA
Í Mongolia hava vit eina familju við trimum børnum úr Føroyum. Familjan skal á sumri 2019 flyta til vestara part av landinum, har eingin altjóða skúli er. Tí ynskja vit at bjóða teimum undirvísing samsvarandi føroyskar læruætlanir.
Ynsktir førleikar:
- Læraraútbúgving
- Megna at tillaga seg nýggjar umstøður
- Góðar samstarvseginleikar
Tann, ið verður settur, verður útsendur av Norsk Luthersk Misjonssamband sum trúboðari. Hetta merkir, at umsøkjarar mugu játta ta kristnu trúnna og kunna taka undir við endamál og virðir NLMs, sum tey eru orðað í «Verdidokument – Grunnlagsdokument for ansettelse i NLM». Hetta skrivið kunnu áhugað fáa á enskum ella norskum.
Vit kunnu bjóða:
- Setan í tvey ár við møguleika at leingja eftir nærri avtalu.
- Skipaðar bústaðar- og arbeiðsumstøður
- Løn sambært reglugerð NLMs
Um tú hevur spurningar ella ynskir at senda umsóknarbræv kanst tú seta teg í samband við Eivind Jåtun, ejatun@nlm.no /+47 22 00 72 00, ella starvsfólkaráðgeva Sigrun Egeland á segeland@nlm.no
Umsóknarfreist: 31. januar 2019
Setan: August 2019