Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Jesus og Nikodemus
14. juni 2018
Silas Olofson
Hvussu skulu vit møta fólkum, sum eru søkjandi?


Hvussu skulu vit møta fólkum, sum eru søkjandi? Vit kunnu fara á skeið, lesa bøkur og fáa nógvan íblástur frá øðrum keldum. Í Jóh. 3,15 – 18 lesa vit um Jesus og Nikodemus. Í hesum tekstinum síggja vit, hvussu Jesus sjálvur møtti einum manni, sum var søkjandi. Her hava vit eina talu av Jesusi sjálvum til ein mann, sum ynskir at vita meira um hann.
Jóh. 3,15 – 18: Og eins og Móses hevjaði upp ormin í oyðimørkini, soleiðis eigur menniskjusonurin at verða upphevjaður, v15  til tess at ein og hvør, sum trýr, skal hava ævigt lív í honum. v16  Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. v17  Tí at ikki sendi Guð sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum. v18  Tann, sum trýr á hann, verður ikki dømdur. Tann, sum ikki trýr, er longu dømdur, við tað at hann ikki hevur trúð á navn hins einborna Guðs sonar.
Nikodemus er ein farisæari og enntá limur í ráðnum. Hann er á tindunum í jødiska samfelagnum. Hann hevur politiskt og andaligt vald, men kortini kemur hann til Jesusar. Hann hevur hoyrt Jesus tala, og komin til ta niðurstøðu, at Jesus er ein rabbi – ein lærari frá Gudi. Hann kemur til Jesus á nátt, tí hann ikki ynskir at verða sæddur av øðrum. Hann veit, at tað ikki hevði verið væl dámt, at hann varð sæddur saman við Jesusi. Hann er partur av tí andaliga yvirklassanum. Hvat hevur hann at gera við ein timburmannsson úr Nazaret? Nei, Jesus og Nikodemus áttu ikki havt nakað við hvønn annan at gera. Kortini kemur hann. Ja, hann setur í ávísan mun sítt navn og sína æru uppá spæl við at koma. Ja, hann gevur enntá Jesusi ta viðurkenning, at hann er ein lærari frá Gudi. Nikodemus, sum er partur av farisæarunum, tann bólkin av jødunum, sum mest íðin roynir at fylgja lógini, kemur fyri at fáa eina samrøðu við Jesus. Men, fyri mær at síggja, er hann kanska meira forvitin enn beinleiðis søkjandi, tá hann sigur: Rabbi, vit vita, at tú ert lærari, komin frá Guði; tí at eingin kann gera hesi tekin, sum tú gert, uttan Guð er við honum. Hann leggur størri dent á Jesu gerðir, heldur enn hvat hann sigur. Kanska hann ynskir eina akademiska samrøðu ímillum tveir lærarar, har teir kunnu tosa um sjónarmið og skrifttulking.
Men vit síggja skjótt, at samrøðan fer frá samtalu til talu. Jesus ynskir ikki, at Nikodemus og hann skulu hava eina lærda samrøðu. Hann veit, hvat Nikodemus hevur tørv á, fram um nakað annað. Jesus vitnar og prædikar, so Nikodemus má koma til trúgv. Vit fáa sostatt eitt innlit í, hvussu Jesus sjálvur vitnar.
Jesus byrjar við at vísa á, at Nikodemus má føðast av nýggjum. Hann má blíva ein nýggjur skapningur, um hann vil koma inn í Guds ríki – hann má føðast av vatni og anda (v. 5). Nikodemus skilir ikki hvat Jesus sigur, men Jesus forklárar hetta við at boða gleðiboðskapin.
Hann byrjar við at samanbera seg sjálvan við ormin, sum Móses upphevjaði í oyðimørkini. V14: Og eins og Móses hevjaði upp ormin í oyðimørkini, soleiðis eigur menniskjusonurin at verða upphevjaður, v15 til tess at ein og hvør, sum trýr, skal hava ævigt lív í honum. Í 4. Mós. 21 kunnu vit lesa um ísraelsmenn, at teir byrja at grenja, eftir at teir eru fríaðir úr Egyptalandi. Ferðin til tað lovaða landið sær vónleys út og lívið var, hóast alt, betri í Egyptalandi. Av tí at fólkið ikki leit á Gud, sendi Gud ormar ella slangur, sum bitu ísraelsfólk. Hetta fær fólkið at angra sína synd, og Móses fær boð um at gera ein orm og hevja hann upp, soleiðis at øll í leguni kundi síggja slanguna. Tá tey so blivu bitin, skuldu tey bert hyggja uppá slanguna, so vóru tey bjargaði. Tað var ongin onnur vón enn at trúgva Guds orði, um at tey fingu grøðing við at hyggja uppá slanguna. Kanska hevur hetta verið ringt hjá fólki at trúgva, og ikki minst at skilja, men tá tey blivu bitin, so trúgvi eg, at tey hava hugt uppá slanguna við trúgv og vón um grøðing.
Jesus brúkar hesa hending frá Gamla Testamenti til at vísa, hvussu menniskju tann dag í dag fáa ævigt lív – nevniliga við at trúgva orði Guds. Jesus blev upphevjaður – fyrst á krossinum og síðan til himmals, og ein og hvør sum trýr, skal hava ævigt lív. Eins og ísraelsmenn vóru frelstir frá slangueitranini við hyggja upp á ormin, so verða vit frelst frá eitran syndarinnar gjøgnum Jesus. Paulus sigur í Gal. 3, at galatarasamkoman kom til trúgv, við at fáa Jesus Krist uppmálaðan krossfestan fyri eygum teirra. Tá vit í orðinum síggja, at Jesus er deyður okkara vegna, so hava vit Guds orð fyri, at vit eru frelst. Líka sum Ísraelsmenn kundu kenna slangueitranina í sær, so kenna vit dagliga syndina í okkum – men øvut av ísraelsmonnum, blíva vit ikki frí frá at kenna hesa eitran so leingi vit liva, men Guds orð boðar, at hvør tann sum trýr, skal hava ævigt lív.
Um vit vóru bitin av slangum, og so hoyrdu, at nú fór onkur at gera eina standmynd av eini slangu, sum vit vóru grødd við at hyggja uppá, so høvdu vit helst verið skeptisk. Vit høvdu kanska dámað betur at fingið svarið: Finn eina rót og ger heilivág, so verður tú frískur. Á sama hátt er ilt hjá okkum at trúgva, at Jesu deyði okkara vegna er nóg mikið at frelsa okkum. Nógvir muslimar hava mótmælt, tí tað er ov lætt og krevur ov lítið av okkum. Tað er meir logiskt, at vit ígjøgnum góð verk verða frelst, tí vit eru dugnalig, íðin og hugdjørv. Tó lesa vit í Jóh. 3,16: Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Jesus sigur hesi orð við Nikodemus. Gud elskar ikki bert teir ídnu farisæararnar. Gud elskar ikki bert jødarnar. Nei, Gud elskar allan heimin. Hvørt einasta menniskja er elskað av Gudi. Rosenius sigur soleiðis um Guds frelsandi kærleika: Líkamikið hvussu leingi vit leita, so finna vit onga aðra orsøk enn hesa: Gud elskar, tí elskar hann. Vit koma ikki longur. Hann hevur útvalt okkum í Kristi. Ongin hevur uppiborið tað; hann vildi tað soleiðis. Hetta er ein sannur dýrgripur! Okkara sæla er Guds avgerð eina.
Okkara frelsa hvílir á Guds ráðagerð. Gud elskaði okkum. Og ikki bara elskar hann okkum. Hann vísir, at hann elskar okkum. Hansara kærleiki førir til handling. Ja, sannur kærleiki førir til handling. Í hjúnarbandinum, og í okkara samfelag við onnur menniskju, verður kærleikin júst staðfestur í verki. Kærleiki er ikki bert kenslur men verk. At vit seta okkum sjálvi til viks fyri at tæna øðrum.
Gud sendi son sín til jarðar. Kanska vit hava lyndi til at forsmáa hetta – Jesus visti jú, at hann fór at rísa upp frá deyðum og sita við høgru hond Guds. Men hugsa um hetta. Gud sjálvur verður menniskja. Jesus, sum frá upphavi hevur verið hjá Gudi, verður menniskja. Hann verður latin menniskjum upp í hendur, øll æra, tign og dýrd verður tikin frá honum; tikin frá honum av teimum, sum hann sjálvur hevur skapað. Menniskju píska hann, spýta á hann, geva honum tornakrúnu og at enda krossfesta tey hann, meðan hann líður meir enn til ber at siga frá. Men hetta er als ikki nokk til at vísa tað, sum Gud ofraði fyri at bjarga okkum. Tann Gud, sum serafarnir kallaðu Heilagur, heilagur, heilagur í Jes. 6, hann bleiv gjørdur til synd. Tann ævigi felagsskapurin millum Gud Faðir og Gud Son fór í sor, tá Jesus fullgjørdi sítt verk á krossinum. Vit minnst Jesu orð: Gud mín, Gud mín, hví fórt tú frá mær? Jesus, Gud hin heilagi, bleiv gjørdur til synd. Hann bleiv tað, sum hann hataði allarmest. Hann bleiv ein syndari, ja, hann tók alla heimsins synd á seg. Og meir enn tað. Hann fór inn undir Guds vreiði. Hann bleiv revsaður sum ein syndari – hann doyði, ja, Guds einborni sonur doyði. Løn syndarinnar er deyði (Róm. 6,23) – og Jesus doyði. Hann tók veruliga okkara synd á seg. Um ikki, kundi hann ikki doyð. Hann fullgjørdi verkið fyri okkara skuld. Fyri at vit ikki um ævir skulu rakast av Guds vreiði, men hava ævigt lív saman við Gudi. Ja, eg kann bara siga tað við orðum Paulusar í 2. Kor 9,15: Tøkk veri Guði fyri sína ósigandi gávu! Eg kann ikki fata ella orða, hvussu stór ein gáva Jesus er fyri okkum menniskju. Vit skilja ikki, hvat Jesus fór ígjøgnum fyri at frelsa okkum. Vit skilja ikki, hvussu ræðuligt tað er at glatast. Vit skilja ikki, hvør undurfull framtíð bíðar okkum í himli – men tíbetur hava vit ein ævinleika til at syngja takkarsong!
Jóh. 3,17-18: Tí at ikki sendi Guð sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum. Tann, sum trýr á hann, verður ikki dømdur. Øll menniskju hava syndað. Tí hevði tað bert verið rættvíst, at Gud dømdi okkum øll til glatan. Hann er fullkomin, heilagur, og tað er eingin umbering fyri at synda ímóti Gudi. Øll synd er vanæra av navni Guds, av hansara persóni, av Gudi sjálvum. Vit eru øll sek í at vanæra Gud. Gud, okkara skapari, sum eigur at fáa alla æru og dýrd, hann hava vit háðað og spottað við at synda. Tí hevði Gud alla orsøk til at senda Jesus at døma okkum – vit hava uppiborið revsing og dóm. Men her sigur Jesus nakað annað. Hann er fyrst og fremst komin at frelsa heimin. Gud vil at øll menniskju skulu frelsast. Júst tí sendi hann Jesus. Tí hetta var einasti máti at okkara samfelag við Gud, sum fór í sor í syndafallinum, kundi endurskapast. Vit skulu ikki vera undir Guds vreiði, men undir hansara náði og fyrigeving. Tann eitranin, sum syndin er, skal ikke drepa okkum, men syndin skal missa sítt vald. Ikki vegna nakað vit hava gjørt, men vegna nakað sum er gjørt fyri okkum – vegna tað, at Jesus gav sítt lív sum bót fyri okkara syndir. Hetta er gleðiboðskapurin – evangeliið. Kanska tú hevur nógvar byrðar at bera í lívinum, men syndabyrðan, tín skuld yvirfyri Gudi, er tikin frá tær – Jesus er Guds lamb, sum ber syndir tínar og synd heimsins. Jesus sigur við teg: Tann, sum trýr á meg, verður ikki dømdur.
V. 18b: Tann, sum ikki trýr, er longu dømdur, við tað at hann ikki hevur trúð á navn hins einborna Guðs sonar. Gud sendi tað dýrasta hann átti – sín einborna son at frelsa okkum. Hetta átti eisini at verið ein ómetaligur skattur fyri okkum. Skulu vit ikki trúgva honum, sum Gud hevur givið navnið, sum er yvir einumhvørjum navni (Fil 2,9)? Hann, sum ikki trýr á Jesus, hann er longu dømdur. Hann er ein syndari ígjøgnum tað, hann hevur gjørt. Gjøgnum tað hann átti at gera, men ikki gjørdi. Hann er ein syndari, tí hann ber syndina í sær. Men syndin sum dømir er vantrúgv – væntandi álit á Jesus. Hann ber dómin í sær saman við síni vantrúgv. Á dómadegi fer vantrúgv hansara at døma hann, tí hann hevur víst tað einasta offurið fyri synd frá sær – Jesus Kristi deyða í okkara stað. Ja, vantrúgv er hin størsta syndin ið hugsast kann, tí vantrúgvin letur menniskjuna standa einsamallan eftir við allari synd yvirfyri Gudi. Jesus sigur í Matt. 5,18: Inntil himmalin og jørðin forganga, skal ikki hin minsti bókstavur ella eitt flindur av lógini strikast, fyrr enn alt er fullgjørt. Gud setur ein og hvønn til svars fyri hin minsta bókstavin í lógini og uttan Jesus er ongin bót fyri syndina.
Men fyri tann trúgvandi verður hin endaligi dómurin bert ein váttan av, at hann er frelstur ígjøgnum trúgv á Jesus. At syndaskuldin er goldin og skuldin er rinda við blóði Jesusar. Ja, tá vit kenna Jesu kærleika til okkara, hava vit, sum vit lesa í 1. Jóh. 417, frímóð á dómadegi. Ja, líka mikið hvørjar stormar tú mást ígjøgnum í lívinum, so kanst tú frøðast yvir, at Paradís er fyri framman. Ein framtíð har Gud skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið (Opb. 21,4).
Silas Olofson

Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo