Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Tá sang Móses
25. mai 2018
Tá sang Móses

Er tað natúrligt altíð at syngja? Summi elska at syngja. Øðrum dámar tað ikki. Eg eri mitt ímillum. Tað stendur ikki, at vit skulu syngja uttan íhald, men tað stendur, at vit skulu biðja uttan íhald! (1. Tess. 5,17) Paulus undirvísir okkum í, hvussu tað skal vera, tá ið vit koma saman í Guds húsi. (Sí 1. Kor. 14,26) Sálmurin hoyrir uppí, men saman við øllum hinum.
Søga Ísraels líkist akkurát lívinum. Tað gongur upp og niður. Í mong ár hersettu fíggindar landið, ella jødarnir vórðu riknir út úr landi sínum. Í tíðarskeiðum, har mótgangurin var sterkur, var ikki altíð so lætt at syngja lovsangir. Sí Sálm 137. Jødarnir vóru herleiddir til Bábel. Teir grótu, tá ið teir mintust Zion. Teir, sum høvdu herleitt teir bóðu teir syngja ein sang, og teir bóðu teir gleða seg og søgdu: “Syngið fyri okkum úr Zionssongum!”
Men jødarnir høvdu hongt hørpurnar frá sær. Teir søgdu: “Hvussu kunnu vit syngja Harrans sangir í einum fremmandum landi?” Jødarnir gloymdu ongantíð Jerusalem, men teir kundu ikki syngja á fremmandari grund. Eg skilji so væl jødarnar. Tað eru umstøður, har tað er ónatúrligt at syngja. Kvirra ella ein innara bøn er meira natúrligt – ella eitt róp til Guds í støðuni, tá ið tað er myrkt ella torført.
Bíblian vísir eisini fyrilit fyri, at okkara støða kann vera ógvuliga umskiftandi. Hygg, hvat ið Jákup skrivar: “Hevur nakar av tykkum tað ringt, tá biði hann; veit nøkrum væl við, tá syngi hann lovsong!” Jákup 5,13 Vísmaðurin sigur, at tað er ein avmarkað stund fyri alt: “At gráta hevur sína tíð, og at læa hevur sína tíð; at syrgja hevur sína tíð, og at dansa hevur sína tíð.” Præd. 3,4.
Vit mugu ikki pressa fólk at syngja. Vit mugu heldur mæla fólki til at vísa ærligar og sannar kenslur í Guds húsi. Gud kennir okkum jú út og inn. Eg eri glaður, at tað eisini eru sorgarsangir í Bíbliuni, ella neyðarróp!
Tá sang Móses! Hetta bendir á, at hann ikki altíð sang. Í roynd og veru var Móses bæði trekur, og hann hevði eisini undirlutakenslur. Hygg at hesum skriftstøðum, tá ið Gud kallaði hann. 2. Mós. 3,11 og 4,10-12.
Móses leiddi eitt stríggið og treiskt fólk. Hann hevði tað als ikki lætt. Nú vaksa trupulleikarnir upp um høvdið á honum: Hann stendur við fólki sínum framman fyri Reyðahavinum. Vegurin frameftir er tískil stongdur. Aftanfyri kemur herur Faraos stormandi. Eingin rýmingarleið var hjá Mósesi. Tað var fullkomiliga svart.
Gud talar við Móses: “Óttast ikki, men standið stinnir, so skulu tit síggja frelsu Harrans, ið hann vil lata vera tykkum fyri í dag. Harrin vil berjast fyri tykkum, men tit skulu halda tykkum kvirrar!” 2. Mós. 14,13-14. Móses fekk boð um at rætta hondina út yvir havið, og tey gingu gjøgnum havið á turrari grund. Tá ið herur Faraos so aftaná fór gjøgnum havið, segði Gud við Móses: “Rætt hond tína út yvir havið.” Tá kom havið aftur, og herur Faraos druknaði.
Tað er eftir hesa stórhending, at skrivað stendur: TÁ SANG MÓSES ( og ísraelsmenn) til Harrans. 2. Mós. 15,1-3.
Tað er ikki altíð, at vit kunnu syngja her. Men tað er tann seinasti sangurin, sum er hin týdningarmesti. Ein dag skal Guds meinigheit syngja. Tá skal sangurin ljóða sum brúsið av mongum vøtnum. Opb. 19,6-9.
Eg gleði meg!
Effie Campbell umsetti.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo