Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Er glatanin sett ˙r gildi?
25. mai 2018
Er glatanin sett úr gildi?

Summi trúgvandi fólk í Noregi og aðrastaðni stíga brádliga fram og siga, at glatanin er sett úr gildi. Hví skulu vit reka missión, um glatanin er avlýst? So hevur Jesus útstaðið svára líðing og er deyður til einkis.
Jesus talar sjálvur um glatanina í Jóhs. 3,16. Her tosar hann bæði um ævigt lív og glatan. Bíblian lærir, at tað eru tvær útgongdir út úr hesum lívi, og tí er alneyðugt at reka missión. Jesus legði dent á tað og segði: “Hesi skulu fara burtur til æviga revsing, men hini rættvísu til ævigt lív.” Matt. 25,46
Í 1950-árunum talaði Ole Hallesby professari í norska útvarpinum, og tað elvdi til hitt sonevnda “helvitis kjaki” í Noregi. Eftir hetta hoyrdist minni og minni til evnið. Vit standa í vanda fyri at ofra sannleikan í ræðslu fyri at gerast illa umtókt. Jesus setti ikki helviti úr gildi, men hann hótti heldur ongan við helviti.
Effie Campbell umsetti.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo