Bíbliunnar moralur er ikki avoldaður
25. mai 2018

Bíbliunnar moralur er ikki avoldaður. Kristin hava verið uppií at evna hetta landið.
Bíbliunnar moralur er ikki avoldaður
Anne Gustavsen
Bíbliunnar moralur er ikki avoldaður. Kristin hava verið uppií at evna hetta landið. Vit mugu kunngera tann sannleikan, at Jesus setir okkum í frælsi frá syndini. Vit mugu vísa menniskjum rætta kós og hava umsorgan fyri teimum.
Okkara uppgáva er at prædika evangeliið og samstundis vera ein profetisk rødd í tíðini. Tað skal gerast týðiligt og við frímóði. Vit hava uppskriftina upp á besta samfelagið at vaksa upp í. Eitt tannleyst evangeliið broytir einki. Jesus hataði syndina, men elskaði syndaran. Vit mugu hava sannan kærleika til syndaran eins og Jesus og vera trúgv móti orði hansara.
Svarið er ikki at linka krøvini og gera eina neyðsemju. Vit skulu ikki broyta evangeliið eftir dagsins ráki. Fólk flyta mørkini alla tíðina. Vit skulu seta Guds orð fremst. Vit umsita ikki loyvini at synda, men skulu boða syndanna fyrigeving. Tað, sum er grundleggjandi, kann ikki vikast. Um vit ikki eru týðilig, hvør skal so vera týðiligur? Vit kunnu ikki gera eina neyðsemju við Guds orð í einum ynski at náa út til onnur við evangeliinum.
Vit mugu lurta eftir tí, sum Bíblian sigur, meir enn hvat ið onnur royna at siga okkum. Vit mugu hava ærufrykt fyri Gudi og orði hansara, sum stendur fast til ævigar tíðir.
Effie Campbell umsetti.