Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Trúgvur yvir lítlum
10. apríl 2018
“Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!” Matt. 25,2

“Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!” Matt. 25,21.

Í mannalyndinum liggur ein trongd til at hevja seg sjálvan upp. Menniskju vilja fegin taka seg væl út, vera løgd til merkis, vera kend og fáa eina høga støðu í samfelagnum. At vera ósæddur og óansaður er fyri mong ein broddur, sum tey vilja sleppa av við. Stutt sagt: hin gamli Ádam ger síni krøv galdandi og liggur sum ein tung byrða á tí einstaka. Hann krevur støðugt meira: “Meir vil meira hava!” sigur eitt gamalt orð, men Jesus gongur beint øvugta vegin.
Og hann segði við øll: “Vil onkur fylgja mær, tá skal hann avnokta sjálvan seg og taka upp kross sín dagliga og fylgja mær.
Tí at hvør tann, sum vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men hvør tann, sum missir lív sítt fyri mínar sakir, hann skal bjarga tí.” Luk. 9,23-24.
Og í versi 25 heldur hann fram: “Tí at hvat gagnar tað manni at hava vunnið allan heimin, men hava mist sjálvan seg ella bøtt afturfyri við sjálvum sær?”
Gjøgnum hesi orð skilja vit, at á ferðini til Himmals ræður um at vera trúgvur móti tí Frelsara, sum hevur keypt okkum við blóði sínum.
Jesus rósti tveimum av tænarum sínum, tí teir høvdu verið “trúgvir yvir lítlum”. Bara eitt sindur av umhugsni t.d. viðvíkjandi einum sjúkum og einsligum, ella eitt vinarligt orð hevur víst seg at latið hjørtu upp, har alt annað var til fánýtis.
Vit hoyra eisini um drongin við síni lítillætnu gávu, fimm byggbreyðum og tveimum fiskum, sum vaks stórliga, tá ið Jesus fekk hana. Um leið 5.000 vórðu mettað, og tólv tægur blivu fyltar av tí, sum av leyp.
Í 2. Kongab. 5 hoyra vit um herhøvdingan Náaman, sum varð grøddur fyri spitalskusjúku, tá ein lítil genta var trúgv við sínum vitnisburði um profetin, og gjøgnum hann hendi undurið, tá ið hin sjúki sjey ferðir fór undir kav í Jórdanánni.
Kinatrúboðarin Hunter, sum doyði beint eftir seinna veraldarbardaga, segði frá, hvussu heilar meinigheitir blivu til í Kina, sum úrslit av einari einstakari traktat.
Tað, sum vit kunnu læra av hesum, er, at tað vísir seg, sum smá ting kunnu geva stór úrslit, og harafturímóti størri tilboð og fyriskipanir kanska enda við ongum, av tí at tað ”lítla”, sum Gud hevur givið teimum at gera, varð lítismett, og tey gjørdu, sum tey ikki hoyrdu. Tað kunnu nógv tosa við um - tíverri.
Tað stendur í 1. Kor. 6,19, at vit eru eitt tempul fyri Heilaga Andanum, og sjálvt um menniskju likamliga hava verið óarbeiðsfør, virkaðu tey í stillum fyri at frelsa sálir, tí at Guds Andi kundi búgva í hjørtum teirra.
Soleiðis sigur ein sjúkrasystir frá, at tá ið ein gamalur maður, sum hon hevði ansað, doyði, fann hon ein lista fullan av nøvnum. Hon helt, at prestur kanska hevði áhuga fyri honum, og tá ið hann hevði sæð hesi 50 nøvnini, sum stóðu á honum, segði hann: “Øll hesi fólkini, sum standa á listanum, eru frelst trý tey síðstu árini, júst um hetta mundið, meðan tann gamli maðurin hevur ligið sjúkur.” Hann hevði brúkt tíðina at biðja fyri hesum sálum, og henda tænastan í forbønini hevði gjørt, at Guds Andi kundi virka, so hesi fólkini vórðu frelst.
“Tess vegna, mínir elskaðu brøður, verið fastir, óvikiligir, altíð framtøknir í Harrans verki, við tað at tit vita at arbeiði tykkara ikki er burturspilt í Harranum!” 1. Kor. 15,58.
E. Campbell umsetti.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo