18. januar 2018
Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Pínslarváttar
5. mars 2018
Silas Olofson

Vit lesa í 2. Krýn. 24,18-21: Tá havnaðu teir húsi Harrans, Guðs fedra teirra, og fóru at dýrka Ásjerustólpar og gudamyndir, so at vreiði kom yvir Júda og Jerúsalem fyri hesa søk teirra. Og hann sendi profetar millum teirra til at beina teir aftur til Harrans og vara teir við; men teir góvu tí ongan geym. Tá klæddi seg andi Guðs í Zekarja, son Jójada prests, og hann steig fram fyri fólkið og mælti: »So sigur Guð: Hví bróta tit boðorð Harrans og gera tykkum eydnuleysar? Av tí, at tit siga Harran burtur, hevur eisini hann sagt tykkum burtur!« Men teir svóru seg saman ímóti honum og grýttu hann til bana eftir boðum kongs í forgarði hús Harrans.
Ísraels fólk havnar orði Guds, og hetta førir við sær, at tey vera eydnuleys. Men hvat er eydna? At vinna nokk av peningi? Koyra í flottum bili? Síggja gott út? Hava gott starv? Fáa familju? Nógv fólk liva fyri slíkt. Pengar, styrki, status, virðing millum manna ella starv er teirra gudur. Og hetta er eisini ein vandi fyri okkum kristnu.
Í Turkalandi upplivdu vit ferð eftir ferð, at fólk komu til trúgv. Ofta vóru tey brennandi og íðin í fyrstani. Men spakuliga gjørdi veruleikin um seg. Mist starv, mist familja, mistur peningur, mistir vinir. Men hvat hendi? Vunnu tey í happadráttinum? Nei. Komu vinirnir aftur? Fingu tey starvið aftur? Nei.
Eg mátti siga við tey, at um tey ynskja sær eitt lætt lív, so er loysnin ikki at gerast kristin. Tvørturímóti. Zekarja er eitt áhugavert dømi um hetta. Guds andi kom yvir hann. Kanska biðja vit eisini Guds anda fylla okkum? At vit mugu liva eftir Guds vilja, og at hann má leiða okkum. Ja, vónandi gera vit tað. Men hvat merkir hetta fyri okkum? Fyri Zekarja merkti tað, at hann steig fram og talaði Guds orð: So sigur Harrin! Men avleiðingin var, at eftir at hava talað tveir setningar, varð hann steinaður til deyðis. Fólkið lurtaði ikki eftir orðunum, men drópu Guds sendiboð.
Hvussu er við okkum? Siga vit: So sigur Harrin? Liva vit eftir hesum? Kanska vit ikki gerast pínslaváttar eins og Zekarja. Men Paulus sigur í 1 Tim 3: v1 Men hetta skalt tú vita, at á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir; v2 tí at menniskjuni skulu vera sjálvkær, peningagramm, reypsom, hástór, spottsom, óhoyrilig móti foreldrum, ótakksom, vanheilag, v3 kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, óhóvsom, ólátað, ikki elskandi tað, sum gott er, v4 svikafull, framlopin, dramblát, sum heldur elska lystir sínar enn elska Guð.
Fyri tey kristnu verða síðstu tíðirnar truplar. Og ert tú trúgvandi, verður tað eisini trupult fyri teg. Í ørindi 12 sigur Paulus: Og allir, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøktir.
Jesus bleiv atsøktur – hann gjørdist pínslarváttur. Gud sjálvur gjørdist pínslarváttur! Og eftir Jesusi fylgdu, og fylgja nógv, eftir. 90.000 kristin hava seinastu 10 árini mist lívið orsaka av teirra trúgv – hetta eru 250 fólk um dagin.
So vítt eg dugi at síggja, so eru trý ymisk ting vit kunnu gera, tá atsókn møtir okkum:

a) Vit kunnu leita burtur frá Jesusi. Vit kunnu leita til eitt lív uttan Jesus og uttan trúgv. Neyvan verður alt gott, men tú kemur so ikki at fáa stríð av trúnni og mótgangi, orsakað av tíni trúgv.

b) Tú kanst vera loyniligur trúgvandi. Liva eitt lív, har tað ikki sæst at tú ert kristin. Um tú ikki deilir tína trúgv, og fjalir, at tú ert kristin, so er kjansurin fyri at vera atsøktur minni.

Tó vil eg minna á Matt 10:v16 ”Sí, eg sendi tykkum út eins og seyð mitt ímillum úlvar; verið tí snildir sum ormar og falsleysir sum dúgvur.” Ikki øll høvi, og allar mátar, at vera eitt vitni, eru eins góðir. Um tú fert til Mekka og rópar, at Jesus er vegurin til Guds, og at Muhammed er ein falskur profetur, so er lítil kjansur fyri, at tú kemur heim aftur á klettarnar. Tað er býttisligt at gera júst so. Tá ert tú ikki snildur sum ein ormur. Heldur mugu vit gera sum Paulus sigur í Ef 5: v15 ”Gevið tí væl gætur eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvísir, men sum vísir, v16 so at tit keypa hina lagaligu stundina, tí at dagarnir eru vándir.” Gud gevur okkum høvi at vitna – summar løtur eru lagaligar, aðrar eru ikki lagaligar.

Tað, sum eg vil siga, er, at um tú fjalir at tú ert kristin, so upplivir tú kanska ikki nógva mótstøðu, men samstundis verður tú ikki eitt gott amboð í Guds hond. Tí Gud ynskir, at vit skulu vitna um hann. Kanska hevur Paulus hugsað júst hetta í 1. Kor 3: v14 Um verkið hjá einumhvørjum, sum hann bygdi omaná, verður standandi, tá skal hann fáa løn. V15 Um verkið hjá einumhvørjum brennur upp, tá skal hann missa hana; men sjálvur skal hann verða frelstur, men tó sum úr eldi.

c) Triði møguleiki er hesin: Hóast atsóknir, hóast tupulleikar, hóast vandan fyri at gerast pínslarváttur, at vera trúgvur. Í Áps 6,8 lesa vit um Stefanus: v8 ”Men Stefan gjørdi, fullur av náði og kraft, undur og stór tekin millum fólkið.” Stefanus vitnaði um Jesus uttan at óttast. Men hetta hevði ein kostnað. Hann varð ákærdur fyri gudsspottan. Frammanfyri ráðnum hevði hann tveir møguleikar. Hann kundi avnokta Jesus. Hann kundi sagt: Eg fór skeivur. Jesus er ikki sonur Guds. Eg angri tað eg segði. Fyrigev mær. Tað skal ikki henda aftur. Men Stefanus valdi aðra leið – at vera trúgvur. At vera trúgvur var meira umráðandi enn at varðveita lívið. Fyri hann var lívið Kristus og deyðin ein vinningur. Ja, hann hevur lært av Jesusar orðum í Matt 16: v26 Tí hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan heimin, men má bøta afturfyri við sál síni? Ella hvat skal maður geva í viðurlag fyri sál sína? V27 Tí at menniskjusonurin skal koma í faðirs síns dýrd við einglum sínum, og tá skal hann gjalda einum og hvørjum eftir virki hansara!
Stefanus var trúgvur til deyðan. Hann vildi ikki avnokta Jesus, og hetta fekk avleiðingar: Áps 7: v57 Men teir skóru í eitt hart róp og hildu fyri oyruni á sær og lupu á hann allir sum ein; v58 og teir koyrdu hann út úr staðinum og steinaðu hann. Og vitnini løgdu klæði síni niður við føturnar á einum ungum manni, sum æt Saul. V59 Og teir steinaðu Stefan; meðan bað hann og segði: »Harri Jesus, tak tú móti anda mínum!« v60 Og hann fell á knæ og rópaði við harðari rødd: »Harri, rokna teimum ikki hesa synd uppí!« Og í tí hann hetta segði, sovnaði hann burtur.
Ja, Stefanus líktist Jesusi so nógv, at hann enntá endurtók orð Jesusar, frá tí at Jesus var krossfestur. Rokna teimum ikki hesa synd uppí – fyrigev teimum. Stefanus er eitt dømi fyri okkum. Tá vit líða vegna okkara trúgv, so eiga vit at líkjast honum. Men hvussu fáa vit styrki til hetta? Í 2. Tim 2 lesa vit: v1 ”So verð tú tá, sonur mín, sterkur í náðini í Kristi Jesusi!” Hvat merkir hetta? Verð sterkur í náðini! Vit fáa ikki styrki ígjøgnum tað ið vit gera fyri Gud, men ígjøgnum tað hann hevur gjørt fyri okkum. Gud ynskir ikki at síggja tína styrki í tínum lívi. Hann ynskir at síggja sína styrki virkna í tær. Og hansara styrki fáa vit ígjøgnum náðina.

Hvat er náði?
Í 2. Tim 1,9-10 lesa vit: v9 Hann sum frelsti okkum og kallaði okkum við heilagum kalli, ikki eftir gerningum okkara, men eftir síni egnu ráðagerð og náðini, sum okkum er givin í Kristi Jesusi frá ævigum tíðum, v10 men nú er vorðin alkunn við opinbering frelsara várs, Krists Jesu, hann sum gjørdi deyðan til einkis og leiddi lív og óforgongiligleika fram í ljósið við gleðiboðskapinum,
Náðin er ikki okkara gerningar, men at Jesus frelsti okkum. Hetta er grundarlag náðarinnar. Jesus varð føddur í einum fjósi. Hann hann livdi eitt rættvíst lív. Eitt lív, sum hann livdi fyri okkum. Ja, hansara lív er vorðið okkara lív. Hann gjørdi deyðan til onkis. Tí er paradís opið fyri okkum. Bara vinningur er eftir. Tí kunnu vit liva sum Stefanus.
Hetta er náði. Og náðin gevur okkum orsøk til hvørki at ræðast atsóknir ella deyða, tí vit eru fullvís í tí, sum vit lesa í Róm 8,38-39: At hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella kreftur, v39 hvørki hædd ella dýpd ella nakar annar skapningur skal kunna skilja okkum frá kærleika Guðs í Kristi Jesusi, harra okkara.
Silas Olofson
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo