18. januar 2018
Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Bˇkin, i­ var­ sett Ý ve­
5. mars 2018

Tá ið Mackay lækni bara var seytjan ára gamal, fór hann heimanífrá at fáa sær hægri útbúgving. Hann skuldi búgva á einum studentagarði.

Tá ið Mackay lækni bara var seytjan ára gamal, fór hann heimanífrá at fáa sær hægri útbúgving. Hann skuldi búgva á einum studentagarði. Áðrenn hann fór heimanífrá, gav mamman honum eina Bíbliu, og hon skrivaði sítt egna navn og navnið á soninum og eitt bíbliuvers á fremsta blaði.
Sonurin tók embætisprógv, og hann fekk eisini eitt framúr gott prógv, og seinni gjørdist hann yvirlækni á einum sjúkrahúsi. Hann gjørdist eisini formaður í einum gudsnoktandi felagi, og alt, ið var óstýriligt og syndugt, fór fram har. Hann smæddist heldur ikki at spotta Gud og Bíbliuna.
Ein dagin varð ein maður borin inn á sjúkrahúsið. Undirkroppurin var illa farin. Hóast tað hvíldi ein stillur friður yvir andliti hansara - og læknin undraðist stórliga. Maðurin bað nú læknan siga sær, hvussu støðan var.
“Eg hugsi, at hetta fara vit at fáa aftur í rættlag,” var svarið.
“Nei, læknin, eg leggi einki í fólkaligt orðalag,” segði maðurin, “eg vil bara vita, um tað merkir lív ella deyði fyri meg. Eg eri til reiðar. Eg eri frelstur og eri ikki bangin at doyggja.” Blíðsnýðutur helt hann áfram: “Eg veit, at tá ið eg fari hiðani, skal eg vera saman við tí Harra Jesusi Kristi. Hann sigur: tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur. (Jóh. 6,37) Eg havi tikið ímóti Honum sum mínum Frelsara. Sigið mær bara, hvussu mín støða er?”
“Tygum hava hægst tríggjar tímar eftir at liva í,” svaraði læknin ærliga.
“Er okkurt, sum tygum fegin vildu, at vit skuldu gjørt fyri tygum?”
“Ja, læknin. Eg vildi fegin, at tygum sendu boð til vertskonu mína og bóðu hana senda mær bókina.”
“Hvørja bók?” spurdi læknin.
“Sigið tygum bara bókina. Hon veit, hvat ið eg meini við.”
Tá ið Mackay lækni hevði givið boð um, at gerast skuldi, sum maðurin vildi, helt hann fram við stovugongdini. Men orðini: “Eg eri til reiðar,” rungaðu alsamt gjøgnum sinnið. Ongantíð á ævini hevði hann havt sovorðnan persónligan áhuga fyri nøkrum sjúklingi.
“Hann doyði fyri nøkrum minuttum síðani,” segði sjúkrarøktarfrøðingurin við læknan, tá ið hann kom inn aftur.
Læknin spurdi, um bókin var komin fram rættstundis.
“Ja, hann fekk hana nakrar minuttir, áðrenn hann andaðist,” segði hon.
“Hvat er tað fyri ein bók?” spurdi hann. “Er tað ein bankabók?”
“Nei, tað er eingin bankabók,” segði hon. “Hann legði hana undir koddan, og meðan høvdið hvíldi á henni, doyði hann. Hon er har enn, vita bara.”
Mackay lækni fór yvir til songina og tók Bíbliuna hjá hesum fátæka manni fram. Tá ið hann hevði hugt eitt sindur í hana, blaðaði hann yvir á fremsta blaðið. Her sá hann handskriftina hjá móður síni. Hon hevði skrivað sítt egna navn, navnið á honum og eitt skriftstað á fremstu opnu. Hetta var Bíblian, ið hann hevði fingið, tá ið hann fór heimanífrá at lesa til lækna. Einaferð fyri nógvum árum síðani, tá ið hann var fullur, hevði hann pantsett hana.
Hann fjaldi bókina undir kitlinum og kvikaði sær uppá til sína egnu skrivstovu. Aftur setti hann seg at blaða ígjøgnum hana, og hann las nøkur av teimum versunum, sum maðurin hevði strikað undir við blýanti.
Eitt av versunum, sum hann hefti seg við, var Róm. 5,8: “Men Gud sýnir kærleika sín til okkara av tí, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.” Eitt annað vers var Ef. 2,8: “Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guds gáva.”
Eitt vers, ið hevði tjúkka striku undir, var tað, sum maðurin hevði sagt við læknan: “Tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur.” Jóh. 6,37.
Mackay lækni bað Gud vísa sær miskunn, og við hesum lyftinum úr Skriftini tók hann móti Kristusi sum sínum Frelsara.
Kæri lesari, tað kann væl vera, at tú ikki ert ein so stórur syndari sum hesin læknin; men tú ert ein syndari, tí “at øll hava syndað, og teimum vantar Guds heiður.” Róm. 3,23. Eisini tær tørvar ein Frelsara. Hesin doyggjandi maður kundi siga: “Eg eri til reiðar.” Kanst tú siga tað?
Effie Campbell umsetti.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo