18. januar 2018
Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Gud heldur fast
18. januar 2018

Einaferð var tað ein familja mamman, pápin, Anna og lítlibollin Niels. Tey høvdu tað ógvuliga gott og vóru lukkulig og glað. Men so ein dagin hendi ein ólukka, sum rættiliga broytti teirra lív.
Pápin var timburmaður, og ein dagin tá ið hann smíðaði eini háhús, var hann so óheppin at glíða, datt niður á vegin og doyði á staðnum.
So var mamman einsamøll við sínum børnum og skuldi uppala tey. Tey vóru noydd at flyta úr teirra góðu íbúð til eina aðra minni og bíligari, og mamman hevði nú ábyrgd av øllum. Ein gomul kona, sum var fastir mammuna, bjóðaði sær til at flyta heim til teirra, so at hon eisini kundi hjálpa til, og tað vóru tey ógvuliga glað fyri. Men kortini var tað tungt at liva uttan pápan, og Anna og mamman saknaðu hann nógv.
Eitt kvøldið koyrdi mamman lítla Niels í bað. Hann skríggjaði og græt, tí hann var bangin. Anna og fastirin fóru inn í baðirúmið at vita, hvat ið var áfatt. Har helt mamman í Niels, meðan hann sparkaði og slerdi fyri at sleppa úr baðikarinum aftur, men mamman helt fast í honum.
Onnu dámdi onki og bað mammuna ansa eftir, at Niels ikki druknaði. Smílandi segði mamman, at sjálvandi gjørdi hann ikki tað, tí hon helt jú fast í honum.
Tá ið Anna og Niels seinni vóru sovnað, fór mamman inn í stovuna til fastrina, ið sat í tí sama stólinum, sum hon altíð plagdi. Fastirin sá beinanvegin, at mamman var sera kedd.
”Maria góða”, segði fastirin, “kom og set teg her hjá mær, vit mugu práta saman.” Tá fór mamman at gráta og segði, at hon orkaði ikki meira. Hon helt, at Gud hevði lagt eina so tunga byrðu á hana, sum hon ikki var før fyri at bera. Hon føldi, at hon var í ferð við at drukna í allari sorgini, sakninum og stúranini.
Fastirin royndi at ugga hana og segði, at sjálvandi fór hon ikki at drukna í sorgini, tí at Gud heilt vist vildi halda í henni, og at hon kundi kenna seg trygga har. Síðani spurdi hon mammuna um hon veruliga helt, at Gud fór at lata barn sítt drukna.
Tað gjørdist deyðastilt í stovuni. Mamman græt ikki longur og hugsaði um, hvussu barnslig, hon hevði verið. Júst sum Anna ikki leit á, at hon kláraði at ansa eftir, at Niels ikki druknaði, hevði hon heldur ikki litið á, at Gud eisini megnaði at ansa eftir henni, so at hon ikki druknaði í øllum sínum trupulleikum.
Eftir henda dag var mamman kortini ofta sorgarbundin og kedd, men altíð kendi hon, at Gud var nær hjá henni og helt fast í henni, so tí megnaði hon at taka sær av sær og sínum.

Leysliga umsett
Petra Gregersen
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo