Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








TÝ at barn er okkum f°tt!
4. desember 2017
Silas Olofson
Í Jes 9,6 lesa vit:
Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi.
Eitt lítið barn varð borið í heim í einum fjósi. Hann vaks upp undir trongum korum. Hann arbeiddi fyri pápa sín sum timburmaður. Alt sítt lív tænti hann øðrum. Men hetta barnið, sum í heimsins eygum var fyri lítið og onki at rokna - hann er eitt undur. Tað er eitt undur, at hann er bæði Guð og menniskja samstundis. Hansara upphav er eitt undur. Jesaja 9,14 sigur: Tí skal Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Sí, moyggin verður við barn og føðir son, og hon kallar hann Immanuel.
Maria var moyggj, tá hon átti Jesus. Í trúarjáttanini siga vit, at Jesus var gitin av Heilagum Anda. Hetta er eitt undur í sær sjálvum. Hann varð til, hóast Maria ikki hevði verið saman við nøkrum manni. Hann gekk runt á jørð og gjørdi mong stór undur. Sjúk blivu grødd, svong fingu at eta og fólk blivu frelst. Ja, alt lív hansara, deyði og uppreisn hansara var ein lang røð av undrum.
Hann er okkara ráðgevi. Í Heb. 2,18 stendur: Tí at við tað at hann hevur liðið, av tí at hann sjálvur varð freistaður, kann hann koma teimum til hjálpar, sum verða freistað.
Hann hevur sjálvur liva eitt menniskjalív, og kann tískil hjálpa okkum í okkara lívi. Tá vit verða freistaði av syndini, tá kunnu vit koma til Jesusar, sum sjálvur er blivin freistaður, og fáa hjálp hjá honum. Hann kann hjálpa tær í tíni støðu. Og hann brennir fyri at hjálpa tær. Góði lat hann hjálpa. Tí hann vil og kann. Hvat tú berjist við, veit eg ikki. Men Jesus veit, og hann er mentur at hjálpa.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo